Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 16 Gift í 52 ár: Bæði Betty og Jógvan við Keldu hava frá byrjan vitað, hvat tað var, sum dró tey saman, og hava verið samd um, at tey ikki skulu umforma hvønn annan ella broyta identitetin hjá hvørjum øðrum. Hóast tey hava verið ósamd um mangt gjøgnum árini, so hevur skilnaður ongantíð verið upp á tal, greiða tey bæði frá ANNIKA KUNOY IM T á Jógvan við Keldu var 16 ára gamal, hevði hann longu lagt ætlanir um, at hann skuldi verða tíðliga forlovaður, giftast, fáa heim og børn og liva lívið eftir ætlan. – Eg hevði hugt at Betty, sum var tvey ár eldri enn eg í eina tíð, og hon var ein óalmindiliga fitt og søt genta, og eg varð forelskaður. Foreldur okkara kendust eitt sindur, og vit høvdu møtt hvørjum øðrum til møtir og slíkt, sigur hann. – Eg búði á Toftum tá, og eg hitti Jógvan, tá hann kom til Runavíkar at arbeiða. Hann var musikalskur og interesantur. Hann prátaði nógv og vit vóru stórir mótsetningar. Hetta, at vit vóru so ymisk dró okk­ um saman, sigur Betty við Keldu. – Mær dámdi væl, hon var seriøs og still, men at hon hevði sínar egnu meiningar kortini. Eg visti longu tá, at hon var ein kvinna, sum man kundi líta á, leggur Jógvan við Keldu afturat. Ymiskleikin dró tey saman Betty við Keldu heldur, at tey bæði frá byrjan hava vitað, hvat tað var, sum dró tey saman, og hava verið samd um, at tey ikki skulu umforma hvønn annan ella broyta identitetin hjá hvørjum øðrum. Ymiskleikan tóku tey við í hjúna­ bandið, tá tey vóru gift í 1965. Betty greiðir frá, at tey fyrstu árini livdu tey ómetaliga sjálvstøðugt. Jógvani dámdi væl, at rokast og var nógv upptikin við fyritøku og politikki. Betty valdi sjálv at vera heima, tá børnini vóru lítil, og henni dámdi væl, at arbeiði í húsinum varð gjørt soleiðis, sum hon sjálv ynskti tað. Jógvan tekur undir við henni, og greiðir frá, at hann var nógv upp­ tikin úti og at hann plagar at drilla børnini og siga, at hann skaffaði teimum eina góða mammu, og so hevði hann gjørt sítt. – Onkuntíð var tað strævið at vera so nógv einsamøll við ar­ beiðinum heima og við børn­unum, men tíðirnar vóru annaleiðis tá, og tá var tað ikki so vanligt, at menn hjálptu til heima, sum tað er í dag. Tað var vanligt, at konan gjørdi tað arbeiði, sigur hon. Betty og Jógvan halda bæði, at tey hava nógv felags virðir, sum hava elvt til, at tey hava valt, at hildið saman í hjúnabandi gjøg­ num øll 52 árini. Tey halda bæði, at av tí at Jógvan hevur havt ein leiðandi leiklut í samkomuni, so hevur hann ansað serliga væl eftir at verið fyrimynd – eisini heima. – Tað sum hevur havt týdning er, at vit eru bæði trugvandi, og tað arbeiði sum eg havi havt í sam­ komuni, har eg havi havt ábyrgd fyri fólki. Hóast vit mangan hava verið óklár, so hava vit bæði hugsað um umhvørvið, familju og børnini – tað er alt við í rokniskapinum, sigur Jógvan við Keldu. Umframt at vera ymisk av lyndi hava hjúnini eisini ymisk áhugamál. Betty dámar væl at vera einsamøll, men gongur eisini til fimleik, teldu og lesur nógv. Hon greiðir frá, at tá hon var yngri, var tað ofta rokaligt heima, og hon legði tá til merkis, at tað ofta var ein lætti, tá hon fekk eina friðarliga løtu fyri seg sjálva. – Hon er grundig og botn seriøs. Hon sleppur ikki eini diskotión fyrr enn man er komin víða, leggur Jógvan afturat. – Eg eri meir yvirfladiskur og alt skal henda skjótt, sigur hann. Betty tekur undir við manninum og heldur, at tey bæði hava lært okkurt av hvørjum øðrum. Tey ganga høgt uppí at vera sama dagliga, men loyva eisini hvørj­um øðrum at vera og gera tað, sum tey hava hug til. – Fyri tað um man er giftur, so má man hava loyvi til at liva sítt egna lív. Til dømis dámar mær væl at ferðast, og eg plagdi at halda, at tað var keðiligt, at Betty ikki tímdi líka væl sum eg, og hóast vit hava verið nógvar ferðir saman, so fari eg eisini ofta einsamallur avstað nú, sigur hann. Tey dáma bæði væl at ganga túrar, men velja heldur at fara hvør í sínum lagi enn at ganga saman. – Vit hava ikki somu ferð á, tá vit ganga. Hann skal ganga ná­ greiniliga í ein tíma, men eg vendi við, tá eg verði móð, sigur hon skemti­liga. Hann leggur afturat, at man eisini kann gerast ov sjálvstøðugur, soleiðis, at man gloymir hvønn annan. Tí heldur hann, at tað er umráðandi, at man sum par hevur felags mál, umframt at vera sjálvstøðugur, og harvið finnur eina balansu við lívinum. – Vit eru saman hvønn tann einsata dag. Eg vakni og geri morgunmat, og hon er uppi eitt sindur seinni, sigur Jógvan við Keldu. Hann heldur, at tá hann hyggur at gerandisdegnum, so er onki glamour í hjúnabandi teirra, men at tey hava eitt hjúnaband sum flest onnur. – Hjúnabandið er bygt á kær­leika. Vit vóru forelskaði og blivu gift. Tá ið kærleikin hvørvur, so er so lítið at byggja uppá, halda tey bæði. Vit skulu ikki umforma hvønn annan TEMA Hjúnaskilnaður FAKTA Betty við Keldu Fødd 1941 Av Toftum Uppvaksin hjá ommu og abba sínum Jógvan við Keldu Føddur 1944 Úr Klaksvík Hevur skrivstovuútbúgving Hevði egna fyritøku 1964- 1981 Var borgarstjóri í Klaksvík í 16 ár Var í løgtinginum frá 88-89 og 1998-2008 Var landsstýrismaður í 2004-2005. Síðani hann steðgaði í politikki, hevur hann havt eitt egið virki. Tey vóru gift í 1965 í Klaksvík Tey eiga børnini Gunnvá, Pætur, Tóra Og tvær ommu- og abbadøtrar Betty og Jógvan við Keldu á Gullbrúdleypsdegi teirra í 2015 Fyri tað um man er giftur, so má man hava loyvi til at liva sítt egna lív«