hósdagur 15. juni 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
15
Tað
ringasta
er øll tey
fólkini
man
missir
– Tá man fer
hvør til sítt, er
tað eitt stórt
netverk av fólki,
sum man missur
samstundis.
Tað kennist
ógvuliga svárt,
sigur Sveinur
Tróndarson
BARBARA HOLM
Tíðin aftaná hjúnaskilnaðin
er hørð. Einamest tí, at tann
vegurin ein gekk á, brádliga
endar. Og tá vegurin endar og
kósin má broytast, eru fleiri
bond, sum skulu klippast.
Summi í einum og summi yvir
tíð.
– Tann harðasti parturin
er, at tú hevur umgingist fleiri
fólk gjøgnum mong ár. Men
aftaná hjúnaskilnaðin verður
alt kvett av og tað leggur eitt
tómrúm eftir sær, sigur Sveinur
Tróndarson.
Tá er umráðandi at hava í
huganum, at tað er neyðugt at
fyrihalda seg til tómrúmið.
– Eg haldi ikki endeliga man
skal leggja okkurt í tómrúmið.
Man er meira noyddur at
arbeiða við tí tómrúmið, sum
man ivaleyst hevur ilt av fyrstu
tíðina, sigur Sveinur Tróndar
son.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Tíðin aftaná
skilnaðin
– “Bið tey, sum koma við ráðum,
halda kjaft og fara avstað”.
Tað plagi eg altíð at siga við
tey, sum fara ígjøgnum ein
hjúnaskilnað. Tí man kann
bara gera tingini upp á sín
egna máta, út frá sínum egnu
fortreytum, sigur Sveinur
Tróndarson.
Kortini hevur hann nøkur
ráð, sum hann heldur kunnu
vera góð fyri onkran.
– Finn tær fólk at tosa við,
sum tú hevur álit á. Leita til tey
nærmastu og fá teirra stuðul.
– Tá tú so hevur onkran at
tosa við, syrg fyri, at tey lurta
eftir tær og tú ikki lurtar eftir
teimum. Tí tú hevur tørv á at
tosa um støðuna.
– Bið tíni nærmastu um at
royna at skilja tína støðu og
tínar tankar og kenslur.
– Tú kanst leita tær hjálp hjá
einum óheftum parti – einum
sálarfrøðingi til dømis.
– Minst til at geva øllum
rundanum tíð at arbeiða seg
burturúr skelkinum og sorgini.
Nøkur ráð
til tey sum
skulu skiljast
Í og við, at tað eru fleiri hjúna
skilnaðir í Føroyum, eru tað
eisini fleiri samansettar familj
ur, sum innihalda míni børn, tíni
børn og okkara børn. Sveinur
og Annika hava átta børn í mill
um sín, men eingi børn sam
an. Sveinur Tróndarson hevur
nakrar royndir við sær um,
hvussu ein roynir at fáa saman
settar familjur at rigga.
– Hav virðing fyri øllum í
familjuni og legg teg skerflatan
í byrjanini, tá ið tú heldur tað er
neyðugt.
– Ikki tvinga tínar reglur
ella tínir mátar at gera tað upp
á, niður yvir høvdið á øllum
hinum, tí allar familjur hava sín
máta og tað skal virðast.
– Tosa pent um fyrrverandi
makarnar.
– Viðurkenn fyri børnunum,
at støðan ikki altíð er so løtt.
Tosa við tey um tað, tey føla og
uppliva.
Nøkur ráð til
tær samansettu
familjurnar
Betri fyri
børnini at man
er eydnusamur
BARBARA HOLM
Sveinur Tróndarson eigur fýra
børn, harav trý eru biologisk.
Unnusta hansara eigur fýra børn
eisini, so millum teirra hava tey
átta børn. Sveinur veit, hvat ein
skilnaður kann gera við børnini.
Men hann er sannførdur um, at tað,
sum man leggur í børnini, um man
livur ólukkuliga saman fyri teirra
skuld, er verri enn skilnaðurin.
– Eg haldi tað umráðandi er, at
man tosar við børnini um støðuna.
At man alla tíðina greiðir frá og
lurtar eftir teirra tankum, sigur
Sveinur Tróndarson og vísir á eitt,
sum hevur størstan týdning.
– Man noyðist at tosa um hin
partin á ein virðiligan og kær
leiksfullan hátt frammanfyri
børnunum. Tað ringasta er, um
man tosar ljótt ella neiligt um hin
partin. Tað er synd fyri børnini,
um tey kenna seg noydd at verja
ein av foreldrunum heima hjá
hinum foreldrinum, sigur Sveinur
Tróndarson.
Hann er tó eisini vitandi um, at
tað er ein stór sorg hjá børnunum,
tá ið foreldur fara hvør til sítt. Tí
tey fara altíð at verða splittað so
ella so.
– Tað er hart hjá teimum, at tey
so missa annað foreldri alla tíðina.
Tí tað er jú tað tey gera, sigur Svein
ur Tróndarson.
Hann ger greitt, at hann hevur
ongar fakligar førleikar at meta um
tað, men hansara royndir eru, at
tosar man við børnini um støðuna,
so skulu tey nokk koma heilskapað
burturúr einum skilnaði.
– Eg haldi ikki, at man kann
vera saman fyri børnini. Tí tvey
ólukkulig foreldur saman er ein
ringur koktail. Og hóast man upp
á ein máta missur foreldrini eitt
sindur, tá ið tey fara hvør til sítt,
so fær man kanska eisini tvey betri
foreldur, um tey tá eru eydnusom,
sigur Sveinur Tróndarson og stað
festir, at hann tekur so hjartaliga
synd í teimum, sum velja at liva
ólukkuliga alt lívið.
– Tað kann ikki vera rætt, at
man skal gera tað móti sær sjálvum
og sínari familju, sigur hann.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Skal man halda saman við maka sínum, fyri skuldina
hjá børnunum? Nei er svarið, um tú spyrt Svein
Tróndarson. - Tí ólukkulig foreldur fara altíð at seta
neilig fingramerki í børnini, sigur Sveinur Tróndarson