hósdagur 15. juni 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
14
TEMA Hjúnaskilnaður
Skildur tvær ferðir
BARBARA HOLM
1994 og 2000. Tvey ár, tá ið Sveinur
Tróndarson upplivdi tað, sum
summi ongantíð uppliva, summi
einaferð og summi fleiri ferðir.
Hann stóð brúðgommur til brúd
leyp.
Og í summar skal triðja brúd
leypið standa.
– Vit fara ikki at bjóða vælkomin,
vit ætla at bjóða vælafturkomin,
sigur Sveinur Tróndarson við
einum skálkabrosi um komandi
brúdleypið.
Tí hann og unnustan Annika
hava bæði verið gift og skild
áðrenn tey funnu hvønn annan.
Og Sveinur megnar væl at gera
gjøldur burturúr, at “tredje gang
er lykkens gang”.
Men tað hevur ikki altíð verið
stuttligt og lætt at fyrihalda seg
til harða veruleikan við hjúna
skilnaði.
1997 og 2010. Tvey ár, sum fyri
Svein vórðu merkt av skilnaði og
at bróta upp úr nýggjum. Tí tað
er væl tað, sum hendir, tá ið eitt
par fer hvør til sítt. Fyrru ferð
varð hjúnaskilnaðurin lættari, tí
tá fóru partarnir hvør til sítt í sátt
og semju.
Aðruferð var truplari. Tá var
ótrúskapur grundarlag fyri skiln
aðinum eftir 10 árum saman.
Varð fangaður í
ringari støðu
Seinni hjúnaskilnaðurin hjá Sveini
má ivaleyst bólkast undir heit
inum “ein harður skilnaður”. Tí í
tíð áðrenn parið fór hvør til sítt
gekk illa. Sveinur dugir ikki at siga,
júst hvat tað merkir, tí tað kom so
sníkjandi. Men ein dagin endaði
Sveinur í einari støðu, sum hann
ikki kundi taka aftur.
– Eg endaði við at liva eitt dup
ultlív. Og tað helt fram í 10 mán
aðir. Eg var giftur og hevði eina
aðra á síðuni. Tað var hart fyri allar
partar, minnist Sveinur Tróndar
son aftur á.
Tað gjørdist kalt og kyniskt. Ikki
tí, at Sveinur sær seg sjálvan sum
ein, sum nakrantíð kundi funnið
upp á slíkt. Men tað hendi og
orsøkin er ivaleyst sera fjøltáttað.
– Eg trúði ikki, at eg kundi
finna upp á slíkt. Hatta gongur
jú beint í móti mínum virðum
sum menniskja. Men man fangar
ikki ordiliga, hvat tað er, sum
hendir. Tað hendir bara og man
dugir onkursvegna ikki at síggja
avleiðingarnar av tí man ger, sigur
Sveinur Tróndarson.
Hann varð fangaður í dupult
lívinum og ein mánað aftaná vóru
hann og konan skild. Tað gekk
skjótt fyri seg, tí tá ið ótrúskapur
er ein partur av málinum, verða tað
framskundað.
Stór lívskreppa
Meðan óveruliga dupultlívið brast
í høvdið á Sveini, viðførdi tað
stórar skaðar til alt og øll rundan
um. Sum vera man vóru táverandi
kona hansara og familja hennara
ógvuliga ávirkað av støðuni. Og
tað skal man í slíkum førum skilja,
heldur Sveinur.
– Tú skalt minnast til, at tey
hava jú merkt stórt svik, sum á
ongan hátt kann forsvarast. Tí
skulu tey hava pláss og tíð til at
reagera, sigur hann.
Tað var fyrstu ferð í lívinum,
at Sveinur leitaði sær hjálp hjá
sálarfrøðingi.
– Tað var jú ein kreppa. Og tað
besta eg havi gjørt, var at leita
mær hjálp. Tí tá fært tú tosað um
nøkur ting við ein persón, sum
einki hevur investerað í. Og so
fært tú amboð til, hvussu tú skalt
handfara støðuna, greiðir Sveinur
Tróndarson frá.
Tað var ein hørð tíð, men ótrú
skapur stendur ongantíð einsa
mallur á listanum yvir trupulleikar
hjá einum fráskildum pari.
– Eg havi síðani hugsað øgiliga
nógv um, hví eg endaði har. Eg haldi
tað var ein øgiliga vánalig loysn
upp á nakrar stórar trupulleikar,
sum vit ikki dugdu at loysa. Og
so at enda royndi eg bara at loysa
teir sjálvur, fyri meg, sigur Sveinur
Tróndarson. Og tað er júst har
størsti trupulleikin liggur.
– Um tú gloymir at halda par
lagið viðlíka og fokusera upp á
tín maka, so er tað skjótt, at man
stegðar við at hyggja inneftir – bæði
inn í seg sjálvan og inn í parlagið,
sigur Sveinur Tróndarson.
Tað er altíð ein orsøk
Tá ið Sveinur skal hyggja aftur á
hesar hendingar í sínum lívi og sínar
royndir innan bæði journalistyrkið
og sum familjumaður hesi seinastu
52 árini, er tað eitt, sum hann er
sannførdur um.
– Tað er altíð ein orsøk til, at
fólk fara hvør til sítt. Tað hendir
ongantíð, uttan at man hevur so
mikið stórar trupulleikar, at man
ikki dugir at loysa teir. Einki par
er eins og eingin skilnaður líka. Tí
er umráðandi, at man virðir fólk í
hesari kreppu, sum mong koma í,
sigur Sveinur Tróndarson.
Sjálvur hevur hann fyri tað
mesta bara upplivað skemtingar
saman viðmerkingar um sínar
skilnaðir. Og onkuntíð hava fólk
havt hug at siga honum, hvussu
hann nú skal gera og skuldi havt
gjørt.
– Mítt besta ráð er, lat vera við
at taka í móti ráðum frá øðum.
Tí teirra ráð eru gjørd frá teirra
premissum. Tú mást finna tín egna
veg gjøgnum lívið, sigur Sveinur
Tróndarson.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Sveinur
og Annika
skulu giftast
Navn: Sveinur
Tróndarson og
Annika Juul
Aldur: 53 ár & 43 ár
Børn: Sveinur
hevur fýra børn og
Annika fýra børn.
Ímillum sín hava tey
sostatt átta børn
– Tey, sum halda, at lívið er ein bein linja frá A til B fara at blíva
skuffað ferð eftir ferð. Tí lívið tveitir teg av kós í tíð og ótíð,
og tað er ikki altíð tú varnast, at nú ert tú farin av kós. Men
eitt er vist – eingin velur at blíva skildur uttan orsøk. Tað er
altíð ein orsøk, sigur Sveinur Tróndarson, sum eru giftur og
skildur tvær ferðir og í summar skal giftast fyri triðju ferð
HJÚNASKILNAÐUR
ER TANN STØRSTA
LÍVSKREPPAN