Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 13 greiðir Jógvan Zachariassen frá. – Inntøkan til heimið verður skorin í helvt, og tungt verður at klára seg einsamallur. Viðhvørt verður heimið selt, og tá skulu tvey hvør sær finna nýtt stað at búgva í við einari inntøku, sigur hann. – Tað er tyngri hjá kvinnum enn monnum, tí tað vísir seg at mammurnar ofta hava børnini meir, og hóast avtalur verða gjørdar, verða nógv fíggjarlig ting gloymd og hetta verður ein byrða, leggur hann afturat. Kensluligu avleiðingarnar eru eisini øgiligar, heldur Jógvan. Hann leggur ofta merki til, at fólk kenna seg lammaði, orkuleys, ill og kenna skomm. Skommin er serliga stór, tá ótrúskapur hevur verið í parlagnum, tí tann svikni parturin ikki kennir seg virdan, og við tí kemur missálit á fólk í heilatikið. Hann greiðir frá, at strongd eisini er ein liður í tilgongdini, og summi kenna seg heimleysan, tí tey hava mist tryggleikan í samleika sínum, og vita nú ikki, hvar tey hoyra til. Sorgartilgongdin tekur minst eitt ár Arbeiðir ein javnt við sorgini eftir ein hjúnaskilnað, so tekur tað minst eitt ár at koma í gjøgnum sorgarprosessina, heldur Jógvan Zachariassen. – Tú mást arbeiða gjøgnum allar árstíðirnar, og ert ikki klárur at koma víðari fyrr enn tú hevur verið í gjøgnum alt, ið minnir teg á tað, sum tú hevur mist gjøgnum árið, sigur hann. Sorgartilgongdin byrjar við av­ nokting, tí parið hevði ongantíð væntað, at tey skulu blíva skild. Tey vilja ofta ikki trúgva, at hetta nú er veruleikin. Tað leiðir til vreiði, tá ein tíð er liðin, tí tey skildu eru ill hvørt inn á annað, og tosa tá ofta um hevnd, sum síðani leiðir til skuldarkenslu. Tá síggja tey, at tey sjálvi møguleiga eisini eiga ein lut í tí sum hent er, og tá skilda parið kemur har til ynskja tey ofta at finna saman aftur. Hetta riggar onkuntíð, men ikki altíð, greiðir hann frá. Eftir skuldarkensluna kemur sorgin og saknurin, sum er pínan av, at ein nú er einsamallur og hevur mist alt, sum man hevði bygt upp gjøgnum árini. Í sorgarprosessini tekur sorgin longst tíð og ávirkar ofta svøvn, matarlyst og hugin at vera til og virka. Tá man er komin í gjøgnum allar liðirnar av sorgartilgongdini eftir ein hjúnaskilnað, má ein læra at góðtaka at støðan nú er partur av eins søgu. – Tað virktigasta er at skilja, at tað er partur av míni søgu, men ikki er nakað sum skal definera lívið. Síðani byrjar ein uppbyggingar prosess, har tað snýr seg um at finna seg sjálvan aftur í nyggju til­veruni í lívinum, staðfestir hann. Hann greiðir frá, at hóast hend­ an sorgartilgongdin er serstakliga umráðandi, so fara flestu pør ikki gjøgnum prosessina, og av tí somu orsøk er størri skilnaður millum tey uppafturgiftu. – Í Amerika verða 50 prosent av hjúnum skild, og 80 prosent av teimum, sum giftast fyri aðru ferð verða skild. Hetta er tí, at mong finna ein persón til troyst ístaðin fyri at arbeiða gjøgnum tær truplu tíðina, áðrenn tey aftur verða gift, sigur hann. Grundarlag og tilvera skrødd undan børnunum Jógvan Zachariassen hevur passión fyri at hjálpa pørum, sum hava trupulleikar í parlagnum. Grundina til passiónina sigur hann vera, at hann sjávur er skil­ naðarbarn. – Tá pør verða skild verður grund­arlag og tilvera skrødd und­ an børnunum, og tey skulu fyri­ halda seg til tvær nýggjar tilverur, sigur hann, og leggur afturat, at hjúnaskilnaður hevur stóra ávirkan á børnini. – Børn taka skyldina á seg sjálvi, og royna ofta at vera so fitt sum møguligt í prosessini við tí vón, at tað fer at hjálpa mammu og babba. Tað er tí umráðandi, at pør sum skiljast siga børnunum aftur og aftur, at tað ikki er teirra skuld. – Binda vit hetta saman við sorgar­tilgongdini hjá foreldrunum, so síggja vit, at tá foreldrini ikki taka tíð til sorgina, men finna nýggjan maka alt ov skjótt, so følir barnið, at tað hevur mist mammu ella pápa sín, og orkan fer til ein nýggja makan. Tað leiðir tey inn í eitt størri einsemi, sigur hann. Trupulleikin vaksur eisini, um barnið ongantíð arbeiðir við hesum kenslunum og onga fyrimynd hevur, greiðir Jógvan Zachriassen frá. Verður barnið vaksið og tekur hetta við í sítt egna hjúnaband, so er potentiali fyri einum hjúna­ skilnaði afturat. Hetta er ein óndur sirkul, sigur hann. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Ber til at fyribyrgja hjúnaskilnaði Jógvan Zachariassen hevur, sum pastorur í Lívdini mynduleika til at gifta pør. Eitt av krøvunum, sum sett verða til pørini hann vígir, er at tey taka fyrireikingarskeið áðrenn tey verða vígd. Eisini bjóðar Lívdin ymisk ókeypis skeið til hjún, við tí endamáli at styrkja parlagið og fyribyrgja hjúnaskilnað. Endamálið við fyri­reik­ingar­ skeiðinum er millum annað finna fram til grundleggjandi virði síni og at síggja, hvussu tey samsvara við virðini hjá makanum. – Ofta ynskja vit, at makin fær somu áhugamál, sum vit hava, men tá rænur ein virðini hjá makanum, sigur hann. Eisini skulu vit sum pør læra at seta grensir á egin orð, heldur pastorurin. – Øll sunn pør skeldast og tað merkir bara at vit eru ymiskir persónar við ymiskum meiningum, men ein má vera vísum um, at ein ikki brúkar niðurgerandi ella særandi orð. Loypur man framav so er eisini umráðandi at vera skjót­ur at biða um fyrgeving, stað­festir hann. Sannleikin skal gera tykkum frí, segði Jesus. Tað er eitt gott prinsipp í livinum, at ikki bera agg ella hevnd, men í staðin siga sum er, arbeiða við trupulleikunum og koma víðari, sigur hann. Jógvan Zachariassen sigur, at vit ofta misskilja orðið fyrigeving, men at tað er sunt at tosa um, hvat tað var í eini ávísari støðu, sum særdi okkum. Umráðandi er at biða um fyrigeving fyri tað, sum man segði ella gjørdi, og at veita fyrigevingina, men eisini at vita, hvussu tað særdi hin, greiðir hann frá. Tað er týdningarmikið, at ar­beitt verður við parløgum áðrenn trupulleikarnir økjast og hetta vónar Jógvan Zachariassen eisini, at kommunurnar taka til sín og síggja sum sína abyrgd. Hann greiðir frá, at í Noregi bjóðar kommunurnar øllum pørum, sum fáa fyrsta barnið eitt sokallað PREP- skeið. Hetta verður gjørt fyri at minkað um skilnað millum pør. Hetta er ikki eitt átrúnaligt skeið. Hevði man fingið fólk, sum undirvístu í hesum og kommunan bjóðaði tað ókeypis, so hevði tað verið fantastiskt fyri samfelagið, sigur hann avgjørdur.