Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 12 ANNIKA KUNOY IM J ógvan Zachariassen hev­ ur passión fyri, at hjálpa pørum, sum hava trupul­ leikar í parlagnum. Hann greiðir frá, at hóast hann hvørki er sálarfrøðingur ella terapeutur, so tosar hann við minst 50 pør árliga, sum søkja ráðgeving og hjálp frá pastorinum í Lívdini. Hann ráðgevur frá teologiskum grundarlagi, stuðlað við skeiðum í samskifti og parterapi og við egnum royndum. Tølini fyri hjúna­skilnað vísa, at fleiri velja at fara frá hvørjum øðrum, og høv­uðs­orsøkirnar til tess heldur Jógvan vera trinnar. Fyrsta orsøkin Fyrsta orsøkin er trupulleikin við óviðgjørdari fortíð. Tað er tá fólk finna saman í parlagi uttan at hava arbeitt við sær sjálvum, og taka við sær “skrellið” frá fortíðini, greiðir Jógvan Zachariassen frá. – Skrellið, sum ein hevur við í eitt forhold, kann vera heilt frá barnaárunum. Tá eitt menniskja hevur so nógv óviðgjørt frá for­ tíðini, so leiðir tað ofta til, at við­kom­andi ikki vil lata seg upp kenslu­liga fyri maka sínum. Tað er ofta ein trupulleiki, tá annar hjúna­felagin ikki sleppur tætt inn at hinum kensluliga. Makin verð­ur frustreraður og orkar til end­ans ikki meir, sigur Jógvan Zachariassen. – Ofta er orsøkin til, at ein ikki vil loyva hjúnafelaga sínum nær kensluliga, at man skammast. Ein persónur, sum skammast vil altíð goyma seg. Tá annar so pressar uppá fyri at koma nærri kensluliga, so verður hin óður og kennir seg ákærdan. Tá er tað ikki hjúnafelagin men óviðgjørdar kenslur, sum eru trupulleikin, sigur hann. Eitt dømi um hetta er, at for­ eldr­ini hava niðurgjørt ein sum barn. Um so hjúnafelagin nevnir, at eitthvørt man ger er keðiligt, so koma kenslurnar frá barna­ árunum upp aftur, og man fer í verju­støðu, greiðir hann frá. – Eg brúki nógva tíð uppá for­ tíðina hjá fólki, sum eg tosi við, fyri at finna rótina til trupulleikarnar, sum koma upp aftur, sigur Jógvan Zachariassen álvarsamur. Hann greiðir frá, at tá ið fólk búgva saman so verður forholdið teirra millum skjótt intimt, og hjúnafelagin verður ein spegil, sum fer at spegla eins veikleikar og man sær, hvussu ein sjálvur reagerar í kroystum støðum. Tey sum ikki dáma seg sjálvan vilja ikki síggja seg sjálvan, og sleppa sær síðani av við spegilin. Hann leggur afturat, at tingini, sum spøkja frá fortíðini eisini kunnu vera sokallaði smáting, og tekur sum dømi eina kvinnu, sum hann nýliga hevur tosað við. – Ein kvinna var inni hjá mær, sum var komin har til, at hon kláraði ikki meir. Hon føldi seg hvørki sædda ella virda av manni sínum. Meðan vit tosa, sigur hon, at tá hon var fimm ára gomul, hevði hon fingið ein nýggjan kjóla, og leyp inn har pápi hennara sæt og las. Hon snúrar runt fyri honum og vísur honum kjólan. Hann kveistraði hana burtur, tí hann hevði ikki tíð júst tá. Tað vaks til eina beiska rót hjá henni, og hon kendi, at hon ikki var nóg góð til at verða sædd av nøkrum. Sum árini gingu vaks hendan kenslan hjá henni, sigur hann. Onnur orsøkin Onnur orsøkin til, at pør fara hvør til sítt, sigur Jógvan Zachariassen vera, at tey ikki halga seg til hjúna­ bandið ella parlagið. Hjúnabandið er livandi og kann samanberast við ein urtagarð, sum krevur ar­ beiði fyri at verða vakur. – Pør hava ofta órelistiskar vænt­anir um, at forholdið verð­ ur gott, tí tey eru góð hvørt við ann­að. Tá er grundgevingin fyri skilnað ofta hon, at parið er vaksið frá hvørjum øðrum. Tað er ofta, tí tey hava forsømt hvørt annað í teimum smáu tingunum í ger­ andis­degnum, sigur hann. Bæði maður og kona mugu arbeiða við hjúnabandinum, vísa áhuga og læra hvussu hin hjúna­ felagin hugsar, so tey ikki verða líkasæl. – Hetta merkir eisini, at ein má arbeiða við tí, sum er í speglinum. Byrjar man at forsøma hvønn annan, so er møguleiki fyri, at man vaksur frá hvørjum øðrum, og man verður fremmandur í egnum húsi, sigur hann. Triðja orsøkin Triðja orsøkin til hjúnaskilnað er ótrúskapur. Tá annar hevur verið ótrúgvur er tað ógvuliga trupult at bjarga hjúnabandinum, greiðir hann frá. – Ótrúskapur kemur ikki knapp­liga, men er ein long prosess av kenslu­ligum deyða, og grundin til, at ótrúskapur er nummar trý á listanum er, at hann er eitt úrslit av nummar eitt og tvey, sigur hann. – Tá hjúnafelagin ikki vísur áhuga, so kennir man seg óuppi­ bornan og saknar okk­urt annað, leggur Jógvan Zacha­riassen afturat. Avbjóðingar eftir skilnaðin Avbjóðingarnar, ið fylgja einum hjúnaskilnaði, eru nógvar. Ein avbjóðing er tann materiella, SOSIALURIN 55 TEMA Hjúnaskilnaður Tey sum ikki dáma seg sjálvan vilja ikki síggja seg sjálvan, og sleppa sær síðani av við spegilin« Tríggjar høvuðsorsøkir eru til, at fólk skiljast, men tað ber til at forða fyri hjúnaskilnaði, um fólk er tilvitað um at arbeiða við sær sjálvum og við parlagnum sum tey eru í, sigur Jógvan Zachariassen, pastorur í Lívdini, sum árliga vegleiðir eini 50 pørum við trupulleikum í parlagnum TÍ SKILJAST FÓLK Tríggjar høvuðsorsøkir