hósdagur 15. juni 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
28
Óli Jacobsen
Sámal og Gazet Patursson:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
2. partur
S
einasta sunnudag helt
Sámal sín 100 ára føðing
ardag. Tað var ein hópur
av fólki, sum vildu heiðra
Sámal á hansara stóra degi.
Tá ið Sámal varð spurdur, um
hann hevði hug at halda føðing
ardagin, hevði hann svarað, at tað
var við teirri treyt, at har skuldi
ikki vera brennivín! Hetta er eisini
við til at lýsa hansara lívsstíl. Tað
hevur altíð verið ansað eftir heima
hjá teimum, at matur og drekka
skuldi vera gott fyri heilsuna. Tí
var einki sterkari drukkið enn te
vatn.
Tað er nokk so ofta, at fólk fylla
100 ár. Men tað er ógvuliga sjáldan,
at eitt 100 ára føðingardagsbarn
hevur maka, sum er á lívi. Men tað
hevur Sámal. Elisabeth nærkast
teimum 95 árunum. Tað var eisini
nevnt í eini røðu, at tey hava verið
ein fyrimynd hjá Fólkaheilsuráð
num.
Aftur til Gazet
Niels W. Poulsen skrivaði í minn
ingarorðum um Gazet í 1970, at
eins og navnið Sverre Patursson
er bundið at fuglinum, so verður
navnið Gazet Patursson ikki
nevnt, uttan tú kemur at hugsa
um blómur og urtir, ja, alt ið grør
og prýðkar um náttúruna. Hann
var urtagarðsmaður av Guds náði.
Alt frá barnaárum, var hugurin at
fáast við plantur og urtir. Longu
16 ára gamal fekk hann í 1895 á
framsýning í Fabrikkini í Havn
virðisløn fyri eitt savn av turkað
um plantum. Ta ferðina fekk hann
eisini virðisløn fyri eina tekning.
Á ungum aldri var hann næmingur
á landbúnaðarskúlanum hjá
beiggjanum, Jóannes. Seinni fór
hann til Danmarkar, og tveir
vetrar var hann á Askov háskúla.
Sumrini millum háskúlaskeiðini
var hann á landbúnaðarskúla og
vann sær prógv sum agronomur,
landbúnaðarkandidatur.
Hann var eisini næmingur
á Stend búnaðarskúl uttanfyri
Bergen.
Eisini
fekk
hann
gartnaraútbúgving í Noregi.
Gazet var eisini kanningarferðir
bæði í Noreg og Svøríki. Aftur
komin setti hann sær fyri at seta
í verk tað, hann hevði nomið
burtur í londum. Tað má sigast,
at væl vignaðist hjá honum.
Hann kannaði alla sína tíð tað,
sum vaks í haganum. Hann var
eina tíð landmálari, so hetta
hóskaði væl saman við hansara
ansni fyri náttúruni. Hann leitaði
altíð eftir nýggjum plantum, sum
hann turkaði og goymdi. Hesar
eru nú á Náttúrugripasavninum.
Lendið, hann fekk avlagt til urta
garð, var eitt satt ótøki. Eftir hes
um lagaði hann garðin og setti
húsini, so alt fall væl saman við
náttúruni. Tað var sum alt, hann
nam við, fekst at grógva og blóma.
Urtagarður hansara gjørdist eitt
satt listaverk. Hann hevði evni
at skapa áhuga hjá fólki fyri øll
um, ið grør. Niels W. Poulsen helt,
at tað nógv var honum fyri at
takka, at tað finnast nógvir vakrir
urtagarðar runt landið júst í tí
sniði, sum hann skapti.
Fyrstur at hava
urtagarðsbrúk sum vinnu
Gazet var hin fyrsti her á landi,
ið fekk sær urtagarðsbrúk sum
yrki burturav. Hetta eydnaðist
helst betur, enn hann sjálvur
ella nakar annar hevði væntað.
Hann vísti til fulnar, hvat fáast
kann burtur úr jørðini hjá okk
um. Og tað sló ongantíð feil við
grøðini. Hann fekk væl burt
urúr sínum arbeiði og varð tí
eisini ein góður skattaborgari.
Tað hevur verið eitt rættiligt fram
brot tá í tíðini at fara undir urta
garðsbrúk, tí hvør skuldi keypa
framleiðsluna?
Í fyrsta umfari vóru tað em
bætisfólkini í Havn, sum frá sín
um uppruna vóru «betur vand»
enn føroyingar á einum øki sum
hesum. Men sum frá leið vórðu
pottaplantur o.a. sent út á bygd.
Tað var eitt eyðkenni fyri Gazet,
at øll vøran skuldi pakkast virðis
liga inn, tí innpakningurin skuldi
samsvara við innihaldið
Hevði enntá blómur
uppi á loftinum
Í urtagarðsvirksemi var einki,
sum var ein sjálvfylgja. Her skuldi
nógv kanningarabeiði gerast, so
Gazet hevði blómur alla staðni
í húsinum og ikki minst uppi á
loftinum. Upprunaliga var einki,
sum kallaðist drívhús. Byrjað varð
við »hitasengur«, har undirlagið
var rossatøð og blørutari, og síðan
mold útyvir. Tá kom ylur í, og nú
bar til at dyrka slíkt, sum annars
ikki bar til.
Gazet fekk sær tvey drívhús
undir krígnum. At byrja við var
tað uttan hita. Men seinni fingu
tey sær kolhita, har fýrurin stóð
uttanfyri. Nú bar til at dyrka ann
að enn tað vanliga. Byrjað varð
við tomatum, sum vórðu seldar
til handlar í Havn. Síðan komu
gularøtur, persilla, leykur, purrur,
summarblómur og mangt annað.
Undir krígnum varð nógv selt til
bretsku hermenninar.
Onkuntíð hevði Gazet ein
norskan gartnara at hjálpa sær.
Vanliga fekst fræ úr Danmark.
Hetta bar ikki til undir krígnum.
Tá fekk hann fræ úr Bretlandi.
Annars fekk Gazet leykir úr Hol
landi gjøgnum Louis Apol. Hann
var hollendari, sum giftist til
Norðradals. Gazet hevði eisini
sjálvur nógv samband til Holland.
Gazet át sjálvur mest tað, sum
vaks úr jørðini, ávirkaður av tíð
arandanum millum lærarar sínar
á Malling landbúnaðarskúlanum.
Men hetta var eisini orsakað av, at
hann fyri heilsuna toldi ikki annað
enn hetta.
Blomsturbrá
Fyri at lætta um søluna fingu
tey hjá Gazet sær blómuhandil í
Havn, sum dóttirin, Elin, stóð fyri.
Blomsturbrá lat fyrst upp í Niels
Finsensgøtu, og endaði í Bøgøta,
har hann var til fyri nøkrum árum
síðani. Elin hevði lært blómubind
ing í Danmark.
Her kann vera trivið í eina
grein, sum Rasmus á Háskúlanum
skrivaði í 1943 í Dagblaðnum:
Greinin kallaðist “Ein jóansøku
framsýning.”
Jóansøkumorgun var til sýn
is her í staðnum ein sjáldsom
íheimlig og hugnaliga samansett
blomstursýning í sýnisglugganum
hjá Elini Patursson, sum stutt síð
ani lat upp blómuhandil fyri garð
faðirs síns, Gazet Patursson í
Kirkjubø.
Hetta var eingin søluframsýn
ing, men ein heilsan til jóansøku
dag, til hitt føroyska summarið.
Úrvalið var stórt, okkurt um
ein tíggindapartur av tí blómutali,
Gazet kom saman við Sámal at vera ógvuliga kendur frá sínum
urtagarðvirksemi. Gazet var eisini kendur sum vegetarur
Áhugi fyri blómum og
øllum, sum kundi grógva
Her ynskir 6 ára gamli Rasmus langabbanum tillukku
V.f. Hildibjørt, systir Sámal, Rasmus, sonur Sámal,
Sámal og Elisabeth hava verið góðar keldur.