hósdagur 15. juni 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
29
sum hevur upprunaligt heimavist
í Føroyum.
Í miðjuni var sett eitt prýðiligt
tyssi av væl búnum jóansøkugrasi.
Øll munnu vita um tann serliga
týdning, sum eitt jóansøkugras,
stungið í barmin jóansøkunátt,
hevur.
Her uttan um var tað sett upp
so listarliga, at litirnir spældu eitt
ósvikið føroyskt jóansøkulag fylgj
andi blómufjøld:
Síðan verða nevnd eini 30 sløg
av blómum.
Rasmus heldur áfram:
Frúgvin Elin Patursson eigur
ósvikna tøkk frá øllum góðum Før
oyingum fyri hesa vøkru jóansøku
heilsan. Um vit enn eru ósættir um
mangt og hvat, so eru vit tó allir á
einum máli um at heilsa hásumm
arinum vælkomið.
Tá Nella var hjá Gazet
Í 2001 fylti Nella Lamhauge á Toft
um 85 ár. Í hesum sambandi skriv
aði dóttirin, Louisa, eina grein, har
m.a. varð sagt frá, tá ið mamma
hennara var í húsi hjá Gazet og
Fridrikku. Her varð greitt frá, at
hvønn morgun byrjaði Nella við at
mjólka neytunum á trøðni, sílaði
mjólkina og vaskaði mjólkaríløtini.
Tá tað var liðugt, var farið í urta
garðin. Har var hon restina av
degnum. Har var úr at gera hjá
Gazet. Sum tann ordans maður
hann var, lærdi hann fólkið hjá
sær at fara væl um amboðini, sum
skuldu vaskast hvørt kvøld, so tey
morgunin eftir stóðu nosslig og
rein at taka í nýtslu aftur. Eingin
hvíld var fyrr enn um kvøldið.
Nella minnist við gleði allan tann
vakra vøkstur, sum Gazet fekk
at grógva, og allar tær vøkru
blómurnar í urtagarði og vakst
arhúsum hansara. Einaferð
hjálpti hon Gazet at fyrireika
eina blómuframsýning. Har var
hópur av angandi blómum av øll
um sløgum í øllum møguligum
litum, sum varliga skuldu
setast í blómukassar,
so tey ikki skalaðust av
teirri longu ferðini til
Danmarkar, har blómu
framsýningini
skuldi
verða. Ta tíð, hon varð
har, lærdi hon nógv um
blómur og annan vøkstur.
Og væl er lært. Tá Nella
kom aftur inn á Toftir,
fór hon beinanvegin
saman við mammuni at
gera urtagarð við alskyns
blómum, runnum og
berjatrøum. Hesin urta
garður mundi teljast mill
um teir vakrastu í bygdini.«
Færøernes Udstilling
Her er brot úr ummæli í
1937 um eina landbúnað
arframsýning í Danmark,
har Gazet eisini varð fram
hevjaður:
Der blev ogsaa tildelt stor Sølv
medalje og Ærespræmie for de fine
Produkter. De udstillede planter
var alle fra Gazet Paturssons
Gartneri i Kirkjubø. Der var baade
Blomster og Grønsager, og de var
saa fine, at de ikke kan laves bedre
i Danmark, men det havde alt lidt
for megen under Transporten her
ned.
Av blómum verða so nevnd 20
ymisk sløg og av grønmeti 14 sløg.
Um framsýningina verður ann
ars skrivað:
Bagvæggen (á framsýningar
hølinum) viser en udsigt, Beinis
vørð, en stille Sommeraften. Paa
sidevæggen var ophængt billeder
Paturssons gartneri.
Eisini vóru myndir frá ymiskum
øðrum urtagørðum. Millum hesar
var eisini jarðberjaøki hjá Símun
Paula í Konoy, sum var lærari í
Gøtu. Gazet og Konoy høvdu ann
ars nógv saman.
Síðan verður sagt:
Det bør glæde alle færinger, at
vi saa smukt blev repræsenteret
blandt de andre nordiske Lande,
og det skyldes udelukkende den
utrættelige Foregangsmand Gazet
Patursson.
Hvad denne Mand har nedlagt
af Taalmodighed og opslidende Ar
bejde for at opnaa dette Resultat
trods sin livsvarige Sygdom, kan
kun den bedømme, som har Gart
neriet i Kirkebø.
Av øðrum ummælum, sum
Gazet hevur fingið kann eisini
vísast til hesa grein:
Føroyskt urtagarðsbrúk
Í summar var danskur urtagarðs
ráðgevari, Henning Rasmussen, í
Føroyum. Í blaðnum, Haven, skriv
ar hann grein ið nevnist “Færøsk
Havebrug. En rejse til Kirkebø”.
Í nevndu grein sigur hann bert
frá ferðini til Kirkjubøar og urta
garðinum hjá Gazet Patursson.
Hann greiðir gjølla frá tí stórarb
eiði tað hevur verið hjá Gazet og
hansara synum at fáa urtagarðin
til tað, hann nú er, og
Rasmussen sigur gjølla
frá øllum blómandi vak
urleika, har nú er og
somuleiðis frá øllum
nyttuplantunum, har
vaksa.
Í endanum á greinini
verður sagt:
Det var meget inte
ressant at se Gazet Pat
urssons gartneri. Hans
indsats for færøsk have
brug er ganske ene
stående og et smukt ek
sempel på, hvad der kan
nås under selv meget
vanskelige forhold.
Gazet hevði nýtt
snið á urtagarði
Hans J. Jacobsen, Heðin
Brú, var landbúnaðar
ráðgevi. Hann skrivaði
eisini um urtagarðar. Í
eini grein umrøður hann m.a. tað
serliga snið, sum Gazet nýtti til sín
urtagarð:
“Urtagarðar komu víða hvar og
samstundis fingu garðarnir ann
að snið. Byrjanin kom við Gazet
Patursson, sum hevur verið niðri
og fingið sær kunnleika í urta
garðsbrúk. Tá ið hann kom heim
aftur, gjørdi hann garð í Kirkjubø,
sum so líðandi vaks seg til Føroya
fyrsta søluvakstrargarð. Í sniði
var hesin garður ein nýmyndan,
frígjørdur av tí, sum fyrr hevði
verið. Við at seta húsini og planta
so, at hetta knotuta jørðildið, hann
fekk at ráða yvir, kom til sín rætt,
eydnaðist hjá honum at skapa
eina listarliga livandi eind burtur
úr, sum bar av øllum tílíkum, ið tá
var sætt í Føroyum.
Hansara arbeiði við at spjaða
fleiriáraplantur og útplantingar
plantur runt um í Føroyum, og við
tí hann hevði at vísa fram í Kirkju
bø, fekk ovurstóran týdning fyri
urtagarðsmálinum í oyggjunum.
Nú komu nógvir garðar og
nógv menniskju, sum við lív og sál
tóku undir.”
Gazet: Prógv fyri, at tað
bar til at liva sum vegetar
Danska vegetarfelagið hevði eitt
limablað, sum æt Solblink. Ì 1915
høvdu teir hesa grein, sum lýsir
ein annan part av samleikanum
hjá Gazet:
“Vegetarernes Levemaade er
utvivlsomt langt sundere end
deres kødædendes Medmennes
kers, men det er som bekendt over
maade vanskeligt at faa Folk bort
fra det gamle og tilvante.
At der kan leves vegetarisk der
oppe paa Færøerne beviser vort
Medlem Gazet Patursson i Kirkju
bø. Den nuværende Levemaade
med sit uhyggelige Grindedrab, sin
Fuglefangst og sit Fiskeri er lidet
opbyggelig og menneskeværdig,
saa det var jo at haabe, at Hr.
Patursson maatte faa mange me
ningsfæller der oppe.
Færøernes natur tillader måske
næppe en hel Befolkning at leve
vegetarisk, saaledes som det let
test og bedst kan praktiserest her
nede. Der rejser sig mange Frem
tidstanker i den Anledning. Bør
overhovedet de Lande, hvor man
ikke kan leve vegetarisk, d.v.s. men
neskeværdigt, være beboet, Grøn
land f.eks.?
Hvad mener hr. Patursson?”
Hetta er ein nokk so stuttligur
spurningur um Grønland. Høvdu
teir spurt um Føroyar var neyvan
ivi um svarið. Men Grønland var tá
so langt burtur, at tað hevði verið
mestsum ókeypis at svara blað
num eftir vild. Men søgan sigur
einki um, at hann yvirhøvur svar
aði aftur.
Vónin um at fáa fleiri meinings
felagar á vegartarøkinum í Før
oyum, kom neyvan nakað serligt
burtur úr heldur.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt nærri frá teirri
vísindaligu viðurkenning, sum Gazet fekk.
V.f. Ása gift við Svein, son Sámal. Uttast Dorthea, einkjan eftir Ólavi, son Páll,
beiggja Sámal. Hon eigur ein Gazet, sum man vera einnevndur í øllum ríkinum.
Partur av urtagarðinum hjá Sámali
Gazet í urta
garðinum