Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo TÍÐINDI SÍÐA 6 Kaffi­ stova í Saksun SÍÐA 8-9 Undan- taksstøða í Vestur- grønlandi Eitt løgið – fyri ikki at siga barnsligt – fyri­brigdi tykiskt hava fastatøkur á før­oyskum politikarum. Tað er, at tingfólk siga eitt, tá tey eru í andstøðu, og gera eitt annað, tá tey sita við ábyrgd. Eitt er, at tingfólk seta lands­stýr­ is­fólki spurn­ingar um alt millum himmal og jørð, fyri tað mesta um fjant og fjas bara fyri at fáa tað svarið, sum tey ætla at fáa. Dømini eru so mong um tað. Partaflólk seta sín­um landsstýrisfólki spurning um okk­urt, sum er so sjálvfylgiligt at svara, með­an mót­støðu­fólk seta spurn­ingar um eitt­hvørt, sum lands­stýr­is­fólk helst hava trup­ult við at svara. Jacob Vestergaard, sum eina­ ferð var ein lovandi politikari í Fólka­flokk­i­num hevur fingið sær leik­lut­in sum gamla grenjið í Fólka­flokkinum, sum í besta føri sigur nei til alt. Hann útmerkaði seg herfyri við at kæra løgmann til lands­stýr­is­mála­nevnd­ina. Einhvør fólka­floks­mað­ur átti at vitað, hvat tað merk­i­r, tá tú keypir ella sel­ur parta­brøv. Tí átti tað at verið eins innlýsandi fyri Jacob Vestergaard sum fyri øll onnur, at løgmaður ikki hevði selt fiskiloyvi, tá hann seldi síni partabrøv í Klakki á sinni. Men eisini Fólkaflokkurin hev­ur pol­it­ik­ar­ar, sum vóru teir javnað­ar­ menn ella tjóð­veldismenn, høvdu ver­ið kall­aðir almennir pamparar – menn sum ongantíð hava roynt seg í vinnu­lívi­num, men bara snakka um tað, og sum hava livað av tí al­ menna alla sína tíð. Mikið rok hevur verið um, at veiði­loyvi eru flutt frá línuskipum til upp­sjóvarskip. Fyrrverandi lands­stýr­is­mað­urin hjá Sam­bands­ flokki­num, Bjørn Kalsø, koyrir hart á Høgna Hoydal og heldur, at hann skal leggja frá sær. Tí Høgni Hoydal meinti tað sama, tá hann var í and­ støðu, at landsstýrismaðurin skuldi leggja frá sær afturfyri, at umsiting hans­ara hevði flutt veiðiloyvi. Vit kunnu siga, at hetta er bara takk fyri sein­ast. Men tað verður ikki skila­betri fyri tað. Hví skulu pol­it­ ik­arar meina diamentralt tað mót­ sætta, bara tí at teir skifta ábyrgd­ ar­støðu í poli­tikki? Vit síggja tað eisini í bý­ráðs­sam­ gong­uni í Havn, har Tjóðveldi kú­ vend­ir í umhvørvismálum, bara tí at flokk­urin nú situr í samgongu. Hetta løgna fyribrigdið er ikki bara galdandi fyri ávísan flokk. Hetta er eitt víðfevnt fyribrigdi, sum er gald­andi fyri allar flokkar. Tú meinar eitt, tá tú situr í andstøðu, og tú meinar tað øvugta, tá tú situr við valdið sjálvur. Ein ikki sørt margháttligur máti, at reka eitt samfelag uppá, men hetta eru fólkini, sum vit hava valt at stjórna landinum. SUM VINDURIN BLÆSUR – Nær er stjórnarskrá Dan­ mark­ar vorðin stjórnarskrá okk­ara? Hendan spurningin hev­ ur Zakarias Wang sent Bárði Nielsen, formanni Sam­ bands­floksins, fleiri ferðir. Tað gjørdi hann 15. mars í ár. Men hann fekk ikki svar og sendi spurningin aftur 15. apríl. Tá fekk hann heldur ikki svar. Síðani hevur hann aft­ur sent spurningin 15. mai og aftur nú 15. juni. Zakarias Wang sig­ur, at áhugin fyri, at Sam­bands­ flokk­urin ikki svarar, økist í hvørj­um. – Nú eru fólk farin at venda sær til mín og spyrja, um tey kunnu sleppa at vera við at seta henda spurning. – Eg síggi, at ein fyrr­ver­ andi sam­bands­ting­maður kemur við einum uppskoti. Hví man flokkurin og for­ sæt­is­ráð­ið ikki bjóða til at koma við hesum svari? Tað er sjálv­andi tí, at teir vita, at tað er skeivt, sigur Zakarias Wang. – Heldur enn at lúgva royna teir at tiga og vóna at eing­in fer at at hugsa um, at teir við at tiga avdúka, at teir við at siga, at dansska stjórnarskráin er okkara stjórn­ar­skrá hava logið fyri okk­um. Tí er hon okkara stjórn­ar­skrá, so má hon vera kom­in í gildi ein ávísan dag, og tá teir ikki eru menn fyri at siga, hvør hesin dagur er, so fara teir fram við ó­sann­ ind­um, sigur Zakarias Wang. Her er brævið til Sam­ bands­flokkin: Sambandsflokkurin Bárður á Steig Nielsen, floks­formaður »Tann 15. mars 2017 sendi eg so­ljóðandi spurning til Sam­bandsflokkin: Nær er stjórnarskrá Dan­ mark­ar vorðin stjórnarskrá okk­ara? Av tí at vit nú hava 15. juni 2017, og eg enn einki svar havi fingið, hóast eg minti á spurn­ingin bæði 15. apríl og 15. mai 2017, skal eg loyva mær at minna á málið. Fyri at lætta tykkum um havi eg fingið spurningin týdd­an til eitt fremmant mál: Hvornår er Danmarks rig­ es grundlov blevet gældende som grundlov på Færøerne? Vinaliga Zakarias Wang« Bárður hevur enn ikki svarað Zakariasi Meina eitt í andstøðu – men øvugta í samgongu Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Bárður Nielsen man ikki halda, at spurningurin frá Zakariasi Wang er verdur at svara Mynd: Álvur Haraldsen – Hví skulu føroyskir fjøl­ miðl­ar vísa myndir frá sjálv­um drápinum av grinda­hvali, eg haldi tað er skeivt. Okkara land hevur eisini nøk­ur áhugamál, tá talan er um útflutning. Soleiðis skrivar fyrr­ver­ andi løgmaður, Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen á Facebook eftir seinasta grindadrápið í Havn. Áhugaverdur hugburður hjá einum manni, sum hev­ ur sitið í landsins hægsta sessi, og sum mangan tekur til, hvussu raksur vinnu­lívs­ mað­ur hann hevur verið. Hann hevur selt bæði bilar og fisk. – Okkara land hevur eisini nøkur áhugamál, tá talan er um útflutning, sigur fyrrverandi løgmaður, og sipar helst til, at føroysku fjølmiðlarnir tí ikki skulu vísa blóðugar myndir av grindadrápi. Men halló harra Kaj Leo! Skulu vit lúgva fyri at selja meira? Skulu vit veruliga ikki tora at vísa umheiminum, at vit drepa grind? Er tað betri, at útlendskir miðlar koma við avdúkingum um blóðuga grindadrápið? Ein sera løgin hugburður. Tí so leingi vit drepa grind, so fara fjølmiðlarnir sjálvandi at skriva um tað og vísa myndir av tí. Tolir grindadrápið ikki dagsins ljós, so skulu vit als ikki drepa grind. So Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen: Handan mátan at virka uppá kanst tú eiga fyri teg sjálvan. Fjalið veruleikan fyri at selja meira Fjølmiðlarnir fara ikki at gera sum Kaj Leo Holm Johannesen vil, og fjala veruleikan um grindadráp