Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 Árni Gregersen Tingmaðurin fyri Fólka­ flokk­in, Jacob Vestergaard, kærdi løgmann, Aksel V. Jo­ hannesen, fyri landsstýris­ mála­nevndini í februar. Tingmaðurin kærdi løg­ mann fyri at hava selt eitt veiðu/fiskiloyvi í 2003. Hann kærdi eisini løgmann fyri at hava sagt ósatt fyri tinginum í sama máli. Landsstýrismálanevndin hevur gjørt eina niðurstøðu í málinum, har hon sigur, at løgmaður hvørki hevur sagt ósattt fyri tinginum ella hevur selt eitt veiðu/fiski­ loyvi. “Landsstýrismálanevndin metir ikki, at løgmaður hev­ ur selt nakað fiskiloyvi. Hann hevur selt síni parta­ brøv í einum felag, sum hevði fiskiloyvi. Tíí kann man møgu­liga argumentera fyri, at fiskiloyvið umboðar ein part av virðinum á seldu parta­brøvunum men nevnd­ in metir ikki, at tazð er tað sama sum at hava selt fiski­ loyvi.” “Formliga er tað parta­ fe­lagið Undir Klakki, sum hevur fiskiloyvi og ikki tann einstaki partaeigarin. Tann einstaki partaeigarin hevur bert møguleika at selja síni partabrøv og hevur ikki møgu­leikar atselja ávís aktiv úr felagnum.” Landsstýrismálanevndin sigur eisini heilt greitt, at hetta eisini hevur við sær, at løgmaður hvørki hevur sagt ósatt ella villeitt Løgtingið og hevur sostatt heldur ikki framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Setti pening í felag At løgmaður hevur sett pen­ ing í eitt felag, sum keypti línuskipið Klakk í 1992. Felagið kallaðir Undir Klakki og tilsamans vóru 13 eigarar. Men í 2003 seldi løgmaður saman við 10 øðrum teirra partabrøv í felagnum til tveir av verandi eigarunum. Tað er hendan sølan, sum kært var um, men sum landsstýrismálanevndin greitt sigur, ikki var søl av veiðu- ella fiskiloyvi. Tað, sum ger søguna eitt sindur meira spennandi er, at teir sum keyptu partabrøvini og sum frammanundan áttu í Klakki, vóru brøður løg­ mans. Teir hava seinni keypt annað skip og selt part av parta­felagnum síðani.. Hoyrir ikki heima í nevndini Kæran um løgmann er við­ gjørd í landsstýris­mála­ nevnd­ini og niðurstøða er gjørd, men nevndin sjálv ivast í um hetta er eitt mál, sum yvirhøvur er fevnt av lóg­ini um ábyrgd lands­ stýris­manna. Kortini valdi nevndin at svar eftirsum nevndin hevur fingið kæruna. Nakað av kjaki hevur í seinastuni verið um leiklutin hjá landsstýrismálanevndini, tí tað vísir seg ofta, at uttan mun til hvørjar niðurstøður nevndin ger, so verða tær ikki fylgdar uttan so, at meir­ luti er fyri teimum í Løg­ting­ in­um. Men nevndin er mannað soleiðis, at tað er andstøðan, sum hevur meirlutan í trí­ mannanevndini. Júst nú er Jógvan Skor­ heim, Sjálvstýri, formaður og Magnus Ramusen, Sam­ bands­flokkurin, situr eisini í nevndini. Teir umboða báðir andstøðuna í Løgtinginum. Annita Fríðriksmørk er triði limurin og hon umboðar samgonguna. Í hesum føri er lands­ stýris­málanevndin púra samd um, hvør niðurstøðan skal vera. Formaðurin er rættuliga harmur um, at nevndin við­ hvørt verður løgd undir at arbeiða politiskt. – Nevndin ger eitt seriøst arbeiði og vit halda okkum vanliga til tær vegleiðingar vit fáa frá løgfrøðingum. At siga, at vit arbeiða politiskt haldi eg er heilt burturvið, sigur Jógvan Skorheim. Nevndin heldur fundir so leingi tingið ikki formliga er farið í summarfrí. Á skránni júst nú eru tríggjar kærur um landsstýrismannin við fiski­vinnumálum og ein kæra um landsstýrismannin við samferðslumálum, Hen­ rik Old. Formaðurin torir ikki at siga, umhesar kærur verða liðugt viðgjørdar áðrenn tingið fer heim í summarfrí. – Men eru tær ikki av­ greiddar, so verða tær av­ greiddar í ólavsøku­ting­set­ uni, sigur Joógvan Skor­heim, formaður í lands­stýris­mála­ nevndini. KÆRA UM LØGMANN AVVÍST Í LANDSSTÝRISMÁLANEVNDINI Ein samd landsstýrismálanevnd sigur, at løgmaður ikki segði ósatt fyri tinginum og at hann ikki hevur selt nakað fiskiloyvi KÆRA Klakkur – hetta er skipið, sum partafelagið Undir Klakki nú eigur Jógvan Skorheim harmast um, at landsstýrismálanevndin verður løgd undir at arbbeiða politiskt Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, kærdi løgmann fyri at geva villeiðandi upplýsingar fyri Løgtinginum Aksel V. Johannesen, løgmaður, var púra fríkendur av landsstýrismálanevndini