mánadagur 19. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvør er tín yndislutur?
– Fyri nøkrum døgum síðani fóru innbrotstjóvar avstað við mínari
teldu, og tí havi eg júst nú einki at skriva við. Tíbetur liggja míni
handrit ikki á telduni, sum bert verður nýtt sum skrivireiðskapur.
So eg ynski mær mest av øllum eina nýggja teldu, og
hon er ávegis.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Tað veldst um, hvat endamálið við ferðini skuldi verið. Tað kundi verið
ein sólferia á grikskari oyggj við unnustuni og børnunum og bara slappa
av. Tað kundi eisini verið ein stórbýarferð í Firenze, har mann kann vassa í
áhugaverdum ferðamálum. Ella tað kundi verið við einum ryggsekki runt í
Europa – tað hevði helst blivið tað mest minniliga av øllum.
Eyðun Klakstein
Fyri 20 árum síðani møtti
Andrias Andreasen av Sela
trað einum vinmanni á ólav
søku. Hann var fluttur til
Sønderborg at búgva og bað
Andrias koma at vitja seg.
Tá hevði Andrias siglt við
Oknini í eitt ár, men hevði
hug at royna okkurt annað.
Hann keypti sær einvegis
ferðaseðil til Danmark, fór at
vitja vinmannin, og so varð
hann hangandi í Danmark.
Síðani hevur hann búð í
Sønderborg, har hann hevur
etablerað seg við familju og
arbeiði.
Í januar mánaði útgav
hann sína fyrstu skaldsøgu,
sum er ein myrkur og ræð
andi thrillari, sum kallast
Lurian.
– Eg havi altíð havt brúk
fyri at úttrykkja meg og at
skapa. Eg havi gjøgnum árini
skift eitt sindur ímillum tón
leik og skriving, og bæði geva
mær nakað, sum eg havi tørv
á. Eg hevði ikki tankar um
endiliga at geva nakað út,
men tá ið eg hevði skrivað
Lurian, royndi eg at senda
handritið til eitt forlag, og
tey vildu geva tað út, sigur
Andrias Andreasen.
–
Skrivingin
hevur
í
grundini altíð verið har, men
serliga eftir at eg flutti til
Danmarkar, fór eg at skriva
meira. Eg havi eisini spælt
nógv tónleik, og í báðum før
um hevur motivatiónin hjá
mær verið, at eg vil skapa
nakað, sigur hann.
Skrivar um morgunin
Andrias Andreasen er út
búgvin sosialpedagogur, og
hann hevur í nógv ár starv
ast á sosiala økinum í Sønd
erborg – millum tey sosialt
útsettu.
Hann og danska unnust
an eiga trý børn, sum eru
3, 8 og 11 ára gomul, og í
meldrinum av familjulívi og
arbeiðstímum roynir Andri
as at finna pláss til at skriva.
– Eg skrivi vanliga tíðliga
um morgunin. Ofta fari
eg upp klokkan fimm um
morgunin, og so skrivi eg í
tveir tímar, áðrenn restin
av familjuni vaknar. Tað
passar mær best at skriva
um morgunin, tí tá kenni eg
meg frískan og havi orku. Tá
ið eg havi verið ígjøgnum
ein arbeiðsdag og brúkt tíð
saman við familjuni, havi eg
ikki orku til at seta meg at
skriva um kvøldarnar, sigur
Andrias Andreasen.
– Eg royni at skriva hvønn
dag, tí tá gongur tað best at
skriva. Um eg ikki skrivi í
ein mánað, so skal eg brúka
tíð til at skriva meg í gongd
aftur. Tað besta er at vera í tí
alla tíðina, tí tá kemur mest
burturúr, og tá kenni eg á
mær, at tað glíður best, sigur
hann.
Myrk søga
Andrias Andreasen hevur
skrivað mangt og hvat, og tað
var eitt sindur tilvildarligt, at
hansara fyrsta útgivna verk
varð ein thrillari. Lurian er
ein blóðug spenningssøga,
sum fylgir einum seriu-
drápsmánni. Umhvørvið er
myrkt og hart, og til tíðir
kunnu detaljurnar tykjast
ógvusligar at lesa.
– Fyri nøkrum árum síð
ani læs eg bara krimi-bøkur,
og mær dámar væl krimi-
søgur, har tær myrku síður
nar koma til sjóndar. Eg
haldi, at tað manglar ofta í
krimisøgunum, og eg vildi
royna at skriva eina myrka
spenningssøgu, og tað bleiv
til Lurian. Eg havi eisini
havt onnur hugskot, men nú
bleiv tað fyrst til hetta, sigur
Andrias Andreasen.
– Eg fái ymiskar reaktión
ir upp á bókina, tí í støðum
er hon rættiliga ógvuslig og
blóðug. Summi siga, at tað
er ov nógv av tí góða, meðan
onnur dáma júst tað væl.
Hann hevur við bókini
roynt at seta seg inn í, hvussu
ein psykopatiskur dráps
maður hugsar og agerar.
– Tað er spennandi at skriva í einum myrkum umhvørvi og royna at skilja, hví onkur
fólk kunnu gera nakað so ræðuligt, sum at drepa onnur fólk, sigur Andrias Andreasen
av Selatrað, sum seinastu 20 árini búð í Sønderborg. Hann hevur nú givið sína fyrstu
ræðandi og blóðugu skaldsøgu út, har hann fylgir einum ísakøldum drápsmanni
ANDRIAS RÆÐIR
SÍNAR LESARAR
UM Andrias Andreasen
Andrias Andreasen er av Selatrað. Eftir eitt ár til skips
flutti hann fyri 20 árum síðani til Danmarkar at búgva.
Hann hevur útbúgving sum sosialpedagog og hevur
starvast á tí sosiala økinum í nógv ár. Hann býr saman
við Karinu, og tey eiga trý børn. Tey búgva í Sønderborg.
Trillarin »Lurian« er fyrsta skaldsøgan hjá Andriasi. Hann
skrivar nú uppfylgjara til bókina umframt annað.
Lurian er ein ræðandi og blóðug spenningsøga, sum
gevur lesarunum eina kenslu av avmakt og andstygd