Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 Lurian hevur bæði nakað ameri­kanska hartkókað og okkurt norðurlendskt pysko­ log­iskt yvir sær. – Tað er øgiliga spennandi at skriva í einum myrkum umhvørvi og royna at skilja, hví onkur fólk kunnu gera nakað so ræðuligt, sum at drepa onnur fólk. Tað verður ein drívmegi – ein seksuellur skeiv­leiki – at drepa fólk. Eg ynskti at skriva eina bók við nógvum forkvaklaðum til­ verum, og umframt dráps­ mannin eru eisini onnur fólk við lýtum og veikleikum í bókini, greiðir Andrias Andrea­sen frá. Framhald Andrias Andreasen er byrj­ að­ur at skriva framhald til Lurian, men í løtuni er hann í holt við eina stuttsøgu, sum skal brúkast í einari verk­ ætlan um kríggið í 1864, tá i Danmark misti landaøki í suðurjútlandi. – Í fyrstuni vildi eg bara skriva eina synopsis, tí eg hevði eitt hugskot um fram­ hald av Lurian, men søgan skrivaði seg næstan víðari sjálv, so eg eri farin undir at skriva bókina. Okkurt annað kemur inn ímillum, men hon liggur har og bíðar eftir at verða skrivað liðug, sigur Andrias Andreasen. Rithøvundin trívist sera væl í Danmark, og hann hev­ ur ongar ætlanir um at flyta heimaftur til Føroya. – Eg havi vitjað regluliga aftur í Føroyum, har mesta av mínari familju býr, og tað fari eg eisini at gera fram­ eftir, men eg verði búgvandi her í Sønderborg, sigur Andrias Andreasen. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión? – So hevði eg gravað hana niður onkrastaðni og fjalt hana fyri unnustuni. Eg dugi illa at brúka pengar, og eg hevði neyvan broytt meg, um eg vann eina millión. Tíbetur dugir unnustan betri at brúka pengar, og saman hava vit eina góða javnvág. Helvtina av milliónini høvdu vit investerað í okkurt. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Tá ið eg slappi av, finni eg mær ein góðan film ella eina góða bók, so eg kann kobla tankarnar frá og bara njóta upplivingina, meðan eg eti kips ella bomm. Undirhald kann eisini njótast við einum glasi av rommi, øl ella kaffi – ella einari góðari pípu. – Tað er øgiliga spennandi at skriva í einum myrkum umhvørvi og royna at skilja, hví onkur fólk kunnu gera nakað so ræðuligt, sum at drepa onnur fólk, sigur Andrias Andreasen Fylgir ísakalda dráps­ manninum Í søguni um Lurian fylgir Andrias Andreasen lívin­ um og framferðini hjá ein­um veruligum seriu- dráps­manni, sum upplivir ein kenslukaldan og mis­ røktaðan uppvøksur í 1970’unum. Vit fylgja hans­ara lívsgongd fram ímóti einum dýpi av blóði, tár­um og einari náði­leysari trongd at drepa. Trongdin verður alt truplari at temja, og dráps­maðurin kemur bara longri út á blóð­ugi leiðini, har líkini liggja spjødd eftir hann. Løgreglan leggur meira og meira fyri at finna dráps­mannin, sum ger um seg kring Dan­mark, og hóast slóð­ir­nir hópa seg upp, hava myndug­leik­ar­ nir ilt við at finna dráps­ mann­in. Í bókini kavar Andrias Andreasen djúpt niður í sinn­ið hjá tí psykopatiska dráps­manninum og leitar eftir hansara motiv fyri at drepa. Bókin er ræðandi lesn­ að­ur og gevur lesarunum eina kenslu av avmakt og and­stygd. Forlagið Mellemgaard hevur givið Lurian út.