Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JARÐSKJÁLVTI Hallur av Rana Ein syrgiliga náttúruvanlukka rakti seint leygarkvøldið Grønland, tá ein ógvusliga flóðaldu skolaði inn yvir grønlendsku vesturstrondina. Flóðaldan legði fleiri hús í oyðu í lítlu grønlendsku bygdini Nuu­ gaat­siaq, ið er norðasta bygd í Uum­ mannaq økinum. Myndug­leik­ar­nir stúra eisini fyri,at fýra fólk, ið enn eru saknað, hava latið lív í flóð­ alduni. Ábendingar um ein jarðskjálvta komu á mátitólini áleið klokkan 21.40 leygarkvøldið, og átta minuttir seinni rakti flóðaldan bygd­ina. Bjargingartiltakið bleiv sett í verk, tá løgreglan klokkan 22.00 fekk eina fráboðan frá einum borg­ara um flóðalduna, veit Ritzau tíðinda­ stovan at siga. Myndugleikarnir brúktu allan sunnudagin at fáa greiðu á støðuna hjá teimum 101 íbúgvunum í Nuugaatsiaq. Tað hevur eydnast at fingið váttan fyri hvar 97 av íbúgvunum eru, men enn eru fýra fólk saknað, og óttast verður fyri, at hesi hava latið lív í flóðalduni. Mett verður, at ellivu av teimum umleið hundrað bygningum í bygd­ ini eru lagdir í oyði av flóð­alduni. Tøma bygdir Í kjalarvørrinum av vanlukkuni góvu grønlendskir myndugleikar boð um, at allir íbúgvar í Nuugaat­ siaq og Illorsuit skuldu flytast úr bygdunum, tí vandi er fyri fleiri flóðaldum. Danska verjuskipið Vædd­eren er í løtuni í holt við at flyta fólk úr Nuugaatsiaq til Uum­ mannaq, meðan danska verjuskipið Einar Mikkelsen flytur íbúgvarnar úr Illorsuit til lítlu oynna Aasiaat. Seint í gjárkvøldið komu so eisini boð frá grønlendsku løg­ regluni, at farið verður undir at flyta allar íbúgvar í Niaqornat úr bygd­ini. – Mett verður, at tað fram­hald­ andi er vandi fyri fleiri omanlopum í økinum nærhendis Uummannaq. Ein avgerð er tikin um, at flyta íbúgvarnar úr Niaqornat. Íbúgv­ar­ nir í Niaqornat skulu gera seg klár til at flytast burtur. Einans takið tað Myndugleikarnir hava evakuera allar íbúgvar í trimum bygdum á vesturstrondini í Grønlandi eftir, at ein flóðalda seint leygarkvøldið skolaði inn yvir grønlendsku vesturstrondini og gjørdi stóran skaða á bygdina Nuugaatsiaq. Sambært upplýsingum hjá myndugleikunum, so eru fýra fólk enn saknað eftir vanlukkuna UNDANTAKSSTØÐA Í