Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 JARÐSKJÁLVTI Í VESTURGRØNLANDI – Beint tá teir leggja at, og skulu fara á land, komu boðini um, at øll fólkini skuldu flytast úr bygdini – Mett verður, at tað framhaldandi er vandi fyri fleiri omanlopum í økinum nærhendis Uummannaq –Tað er eitt lítið ljós í myrkrinum, at so nógv fólk eru til staðar. Vit senda okkara samkenslu til teir borgarar, ið eru raktir í Nuugaatsiaq, Illorsuisut og Uummannaq mest neyðuga við tykkum, skrivaði í løgreglan í almennari fráboðan til íbúgvarnar í gjárkvøldið. Samstundis bleiv boðað frá, at myndugleikarnir halda eyga við støðuni í fleiri øðrum bygdum. Í løtuni verður ikki mett, at neyð­ ugt er at tøma bygdirnar fyri íbúgvar, men kortini heitt verður á íbúgvarnar, um at halda eyga við støðuni og broytingum í vatn­ støðuni. – Íbúgvarnir í Saattut, Ukku­ sissat og Qaarsut skulu halda eyga við vatnstøðuna. Um tað byrjar at fløða ella ávaringin ljóðar, er neyð­ ugt at fara niðan á fjallið, skrivar løgreglan í fráboðanini. Føroyskt línuskip mitt í rokanum Føroyska frystilínuskipið Ågot, sum í løtuni virkar sum eitt virki og innhandlar tosk og svartkalva í økinum har flóðaldan rakti, var á veg til Illorsuit, tá skipið brád­ liga gjørdist ein partur av burtur­ flytingini av fólkum. – Seint leygarkvøldið var Ågot á veg norður frá Ilulissat, tá manngingin fekk boð um flóð­ald­ una. Tá vóru teir á veg til Illorsuit við útgerð av øllum møguligum slag til bygdirnar í økinum, sigur Eyðstein Poulsen, reiðari á Ågot við Sosialin. Halibut Greenland eigur eitt virkið í Illorsuit, ið skuldi hava vøru, og legði skipið at bryggju í bygdini stutt eftir, at flóðaldan hevði rakt vesturstrondina. – Beint tá teir leggja at, og skulu fara á land, komu boðini um, at øll fólkini skuldu flytast úr bygdini. Tyrlan kom og flutti fólk út á Vædd­eren. Ågot fekk einar fýra jollur á sleip og tveir mans komu um­borð, meðan restin fór umborð á Vædderen, greiðir Eyðstein Poulsen frá. Ågot setti síðan kós móti Uum­ mannaq, har skipið nú liggur og bíða eftir nærri kunning um støð­ una, greiðir reiðarin frá. Ósikkur uppruni Enn er tað óvist hvat orsøkin er til flóðalduna, ið skolaði yvir vestur­strondina. Upprunaliga varð boðað frá, at talan var um ein jarðskjálvta, ið varð máldur til styrki fýra á Richter-skálanum, ið elvdi til flóðalduna, men í gjár upplýsti GEUS, ið er ein stytting fyri De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grøn­land, at eitt omanlop eisini kundi vera orsøkin til flóðalduna. – Vit hava útslag á okkara jarð­ skjálvtatólum, ið kunnu benda á ein jarðskjálvta, men tað kann eisini benda á, at tað hevur verið eitt omanlop, sigur Peter Voss, jarð­skjálvtafrøðingur hjá GEUS, við grønlendska kringvarpið KNR. Tað er tó serstaklig torført at stað­festa, at eitt omanlop er or­ søkin til flóðalduna, tí slíkt kann ikki mátast við tólum, men má stað­ festast av eygna­vitn­um, sambært jarðskjálvta­ser­frøð­ing­inum. Hóast tólini hjá GEUS máldu jarðskjálvtan átta minuttir áðrenn flóðaldan rakti Nuugaatsiaq, so er fleiri orsøkir til, at eingin ávaring varð send um eina møguliga flóð­ aldu. – Vit hava onga tilbúgving, so fólk høvdu frí – hetta var um nátt­ina danska tíð. Vit høvdu als ongar upplýsingar um, at nakað slíkt var í fer við at henda. Tað var fyrst í sunnumorgun, at vit fingu fyrstu upplýsingarnar um, at ein náttúruvanlukka var hend, greiðir Peter Voss frá. Vædderen er á varðhaldi Hóast tað enn er óvist hvat orsøkin er til flóðalduna, so hevur danska verjuskipið Vædderen, ið saman við verjuskipinum Einar Mikkelsen, hevur tikið lut í burturflytingini av fólkum úr bygdunum, fingið til uppgáva at halda eyga við møgu­lig­ um omanlopum. Grønlendskir miðlar skriva, at tá verjuskipið hevur sett tey síðstu fólkini á land í Uummannaq, setir skipið kós móti Nuugaatsiaq, har verjuskipið skal halda eyga við einum bergi, ið myndugleikarnir bera ótta fyri kann skriða og út­ loysa eina nýggja flóðaldu. Grønlendski miðilin Sermitsiaq veit eisini at siga, at Vædderen skal taka lut í endurbyggingini av bygd­ un­um, ið fingu skaða í náttúru­van­ lukkuni. Vístu samkenslu í Nuuk Náttúruvanlukkan hevur skelkað lítla grønlendska samfelagið og í gjárkvøldið varð skipað fyri ein­ um stuðulstiltakið miðskeiðis í høvuðsstaðnum Nuuk, har hundrað­tals av grønlendingum møtt­ust fyri at vísa stuðul til teir borgararnar, ið eru raktir av syndar­ligu vanlukkuni, skrivar grøn­lendska kringvarpið KNR. Millum teirra, ið flutti fram røðu í gjár, var grønlendski ráðharrin Sara Olsvig. – Tað er eitt lítið ljós í myrkri­ num, at so nógv fólk eru til staðar. Vit senda okkara samkenslu til teir borgarar, ið eru raktir í Nuugaat­ siaq, Illorsuisut og Uum­mannaq, segði Sara Olsvig við KNR eftir stuðulstiltakið. Umframt at lurta eftir røðum, so tendraði mannamúgvan ljós og sungu sangir fyri teimum, ið eru rakt av vanlukkuni.