mánadagur 19. juni 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Kaj Leo í Bartalsstovu varð
rikin av vøllinum, tá ið hann
og liðfelagarnir í ÍBV Vest
mannaeyjar í gjár taptu 3-1
á útivølli ímóti Grindavík.
Føroyski
landsliðsleikarin
byrjaði á vøllinum, men
fekk seinna gula og harvið
reyða tá ið ein minuttur
var spældur av yvirtíðini.
Orsøkin var eftir øllum at
døma, at hann royndi at gera
sjónleik. Eftir tapið í gjár er
ÍBV Vestmannaeyjar nú á
sjeynda plássi við 10 stigum.
Oddaliðið, Valur, hevur 19
stig.
Gunnar Nielsen og teir
í FH Hafnarfirði hava ikki
spælt um vikuskiftið. Teir
skulu nevniliga spæla í kvøld.
Hetta verður heima á Kapla
krika, har Víkingur Reykja
vík kemur á vitjan. FH og
Víkingur eru nummar fimm
og seks við sama stigatali,
nevniliga 10, og um úrslitini
laga seg, so kann vinnandi
liðið í kvøld lyfta seg upp á
triðja pláss. Dysturin byrjar
kl.20.15 føroyska tíð.
Síðst í februar varð stað
fest, at føroyski landsliðs
miðverjin,
Sonni
Ragnar
Nattestad, hevði slitið hæl
sinuna og mátti sita uttan
fyri í nakrar mánaðir. Hetta
var
eingin
ynskibyrjan
upp á ævintýrið í norska
Molde, men eftir drúgva
endurvenjing
var
hann
aftur á vøllinum og vandi
fríggjadagin. Tað bendir á,
at hann heilt skjótt er tøkur
at spæla aftur. Liðfelagar
hansara vunnu annars 3-0 á
heimavølli í gjár ímóti Trom
sø. Hetta var triði sigurin í
fýra dystum, og er Molde nú
nummar fimm í Elitserien.
Gilli Rólantsson og teir
í Brann hava ikki spælt um
vikuskiftið. Heldur skulu
teir spæla í kvøld, tá ið tað
umræður heimadyst ímóti
Stabæk. Oddaliðið, Rosen
borg, tapti heldur óvæntað
1-0 í gjár ímóti FK Hauge
sund, og tað merkir, at Brann
við einum sigri ímóti Stabæk
í kvøld leggur seg einsamalt
á odda í Elitserien. Dysturin
ímillum Brann og Stabæk
byrjar kl.19.00.
FLOGBÓLTUR
Saaremaa er púrasta sann
førandi í flogbólti í oyggja
leikahøpi, og tað er tað ein
heilt serlig geografisk orsøk
til. Oyggin uttanfyri Estland
hevur á manssíðuni vunnið
gull seinastu sjey oyggjaleik
irnar, og ein av bestu avbjóð
arunum eru Føroyar. Tað
verður ikki lætt at koppa
Saaremaa av trónini, men
royndasti leikarin á føroyska
flogbóltslandsliðnum sigur,
at Føroyar nú hava eitt tað
mest spennandi liðið teir
hava havt í mong ár, og
at uppgávan tískil ikki er
ómøgulig. Les meiri um fyri
reikingarnar og mangt ann
að í oyggjaleikablaðnum,
sum kemur út í ovurmorgin.
GOLF
Fimm golfspælarar skulu
umboða Føroyar á oyggja
leikunum í Gotlandi. Tey
eru Janus Norðberg, Ragnar
Isaksen,
Rógvi
Mikkel
sen, Líggjas Jógvansson og
Finngerð
Sólbjørg
Clark.
Hetta
er
fyrstuferð,
at
Rógvi Mikkelsen og Líggj
as Jógvansson skulu við til
oyggjaleikirnar. Hvat málið
hjá føroysku golfspælarun
um er ber til at lesa meira um
í oyggjaleikablaðnum.
KURVA-
BÓLTUR
Teir vóru djarvir, føroysku
kurvabóltsspælararnir, sum
seinastu oyggjaleikir á Jersey
í 2015 fyri fyrstu ferð í søguni
luttóku á oyggjaleikum, og
eisini máttu rinda ein prís
hareftir. Teir runnu seg inn í
eitt satt ódnarveður og fingu
nøkur stórtap, men síðani
hevur
føroyskur
kurva
bóltur ment seg nógv, mest
takkað verið einari skipað
ari landskapping her heima,
og hesaferð eru vónirnar
nakrar heilt aðrar. Eitt betur
samanspælt lið við trimum
útisetum,
har
tann
eini
kemur heilt úr USA, skal
leiða liðið fram á leið í Got
landi. Les meiri um spenn
andi gongdina í oyggjaleika
blaðnum í ovurmorgin.
SÚKKLING
Føroyski súkklarin, Torkil
Veyhe, fer seinni í vikuni at
kappast um danska meist
araheitið. Hósdagin verður
einkultstartur á skránni, og
sunnudagin er tað landa
vegsúkkling.
Torkil,
sum
súkklar við danska liðnum
ColoQuick-CULT, skal dagin
eftir DM í landavegsúkkling
luttaka á oyggjaleikunum í
Gotlandi, men hann nær tað
so dánt. – Eg flúgvi til Stokk
hólm sunnukvøldið og víðari
til Gotlands mánamorgun.
Eg lendi kl.10.20 og skal koyra
einkultstart kl.13.00, sigur
Torkil Veyhe, sum altso – um
alt gongur væl – nær fram til
oyggjaleikirnar í evstu løtu.
Í samrøðu við oyggja
leikablaðið hjá Sosialinum,
sum kemur út mikudagin,
avdúkar Torkil Veyhe, at
hann ongantíð hevur verið
so væl fyri, sum hann er júst
nú, og at hann og føroysku
liðfelagarnir á landsliðnum
hava sett sær stór mál í
Gotlandi. Serliga ein annar
føroyskur súkklari er eisini
ógvuliga væl koyrandi – tað
skal gagnnýtast, sigur Torkil.
Meira um tað verður at lesa í
blaðnum, sum kemur út í ov
urmorgin.
TRIATHLON
Tey, sum skulu umboðað
Føroyar á oyggjaleikunum í
Gotlandi, eru Gunnar Dahl-
Olsen, Andrass Joensen, Kári
Davidsen, Hanus Joensen,
Karina Ottosen og Annelisa
Jústadóttir Møss. Teinurin,
ið íðkararnir í triathlon skulu
ígjøgnum, er 1.500 metrar
svimjing,
40
kilometrar
súkkling og at enda 10 kilo
metrar renning. Hetta er ein
teinur, ið eisini er kendur
sum OL-teinurin. Vónir eru
fyri, at okkurt gott úrslit
kemur burturúr, nú serliga
einir tveir føroyingar eru í
sera góðari venjing. Drúgvari
grein um triathlon kann les
ast í oyggjaleikablaðnum,
sum Sosialurin gevur út í ov
urmorgin.
OYGGJALEIKIR NÆRKAST
Um fimm dagar seta tvey full flogfør av føroyskum ítróttarfólki kósina ímóti Gotlandi, har oyggjaleikir
eru í ár. Niðanfyri eru nakrir brellbitar til oyggjaleikablaðið, sum Sosialurin gevur út í ovurmorgin.
Ragnar Isaksen er við aftur hesaferð
Mynd: Signar Mørkøre
Kurvabóltsliðið á Jersey í 2015 Mynd: Signar Mørkøre
Gunnar Dahl-Olsen er við í triathlon Mynd: Signar Mørkøre