Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað var dramatikkur, tá ið NSÍ í Sarpugerði tryggjaði sær 2-1 sigur og harvið lyfti seg at vera bara tvey stig aft­ an­fyri toppin. Undan hesum umfarinum vóru KÍ og Víkingur einastu lið­ini, sum ikki høvdu tapt. KÍ varð ímóti B36 hølvað av 5-1 á heimavølli, og Vík­ing­ ur legði rygg til 2-1 heima­tap ímóti NSÍ. Síðsta kort­er­ið vóru víkingarnir und­ir­mann­ að­ir, tí Andreas Lava Olsen eft­ir lítlari løtu sá gult tvær ferð­ir. Fyrstu løtuna sá tað einki út hjá NSÍ. Adeshina Lawal setti hol á fyri heimaliðið, og hann hevði risa møguleika at økja um leiðsluna, tá ið ein stór­ur hálvur tími var farin. Skot­ið var ikki gott, og Símun Rógvi Hansen í NSÍ málinum bjarg­aði meistarliga. Stutt eftir steðgin stút­aði Klæmint A. Olsen við hand­ ara stólpa og eftir inn­legg úr vinstru frá Einari Trónd­ ar­gjógv til 1-1, og so var tað, at Árni Frederiksberg í evstu løtu sneiddi inn úr høgru og úr 21 metrum sendi bólt­in flatt og undir Víkinga mál­ verj­an og dygst inn við nærra stólpa. Sera stórur rómi er í leg­ uni hjá NSÍ, sum nú kennir gull­ráka. – Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist, tí í fyrra hálv­leiki høvdu vit stór­an møgu­leika at økja um leiðsl­una, men NSÍ vann, og harvið loyvdu vit mótstøðumonnunum aft­ ur at verða partur av FM stríð­num. Sum dysturin leið, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað riggaði betri hjá NSÍ, enn tað gjørdi hjá okk­um, stað­festir Vík­inga lið­for­mað­urin Atli Greg­er­ sen. Árni Frederiksberg fegn­ ast um sigurin, og at tað lag­ aði seg soleiðis, at NSÍ nú er tætt­ari at toppinum: – Vit vóru tolnir og varð­ veittu bóltin við at spæla okk­ara millum og aftur í verj­ una, og tíbetur eydnaðist tað, sum vit vónaðu og ætlaðu. Vit høvdu ikki ímyndað okk­ um, at tað skuldi laga seg so væl fyri okkum, sum tað nú vísti seg at gera. Nú ræður um at vinna fulla úrtøku á Skála fríggjakvøldið. Tá ið vit fyrr í ár spældu á heima­ vølli ímóti Skála, endaði tað javnt, staðfestir Árni Frede­ riks­berg. Suðringar fegnast í tí stilla Lagið er gott, og hugburðurin er framúr millum Suðringar. Miku­kvøldið eydnaðist tað at vinna eitt stig á Skála, hóast tað vóru níggju suðringar ímóti ellivu skálamonnum. Lykla­spælararnir Mats Wal­ berg og Poul Ingason vóru leik­bannaðir, tá ið 07 Vestur í gjár var í Trongisvági. Superveteranurin Tór- Ing­ar Akselsen legði und­an lotinum gestirnar á sig­urs­ kós, men dygst undan steðg­ in­um umsetti Jón Krosslá Poul­sen brotsspark til mál. Tað var Búi Egilsson, sum vann brotssparkið, og eftir steðg­in vísti Búi Egilsson, at hann er ógvuliga væl fyri. Beinanvegin eftir steðgin legði hann heimaliðið fram­ um við langskoti, og fram ímóti dystarenda, tá ið 07 Vest­ur spenti álopsbogan, rann Búi Egilsson frá verjuni og staðfesti sigurin, sum ber við sær, at Suðringar nú eru á fjórða plássi. – Vit mugu taka í egnan barm, tí við vóru alt ov lítið fok­us­er­að­ir kring steðgin, tá ið teir bæði javna og so leggja seg fram­um, sigur 07 Vestur venj­arin Trygvi Mortensen: – Vit løgdu okkum fram­ um, og vit høvdu møguleikar at økja um leiðsluna. Í staðin javn­aðu teir dygst undan steðg­inum, og harvið vóru fyri­treytirnar øðrvísi í seinna hálv­leiki, tá ið teir høvdu lot­ið undan og beinanvegin løgdu seg framum, sigur Trygvi Mortensen. Venjarin hjá heima­lið­ num, Maurice Alexander Ross er væl nøgdur: – Tað er ikki ætlanin hjá okk­um aftur og aftur at vera aft­an­fyri, áðrenn vit taka okk­um saman. Hugburðurin er framúr, og spælararnir arb­eiða í felag. Vit fegnast í tí stilla, og gongdin og av­rik­ ið vísa, at tað gongur væl, tí eftir fyrra hálvleik vóru vit hepnir, at tað stóð 1-1. Búi Egilsson skorar nógv mál. Allir arbeiða í fe­lag, men sjálvandi er tað huga­ligt, at tað gongur so væl hjá Búa Egilsson, sum í sein­astu trimum dystunum hev­ur skorað seks mál, sigur venj­ ar­in hjá Suðringum. Skálamenn reistu seg Mikukvøldið var tað stórt vón­brot, tá ið Skála á heima­ vølli misti sigurin ímóti und­ ir­mannaðu Suðr­ing­un­um. Í Gundadali eydn­ aðist tað at vinna fulla úrtøku ímóti HB, sum legði seg framum, tá ið Sebastian Pingel skor­ aði, og HB hevði fleiri aðrar møgu­leikar at økja um leiðsl­una. – Vit løgdu ikki væl fyri, men vit rættaðu í upp­still­ing­ini, og tað kom sera væl við, tá ið Brian Jacobsen javn­aði dygst undan steðg­in­um. Í seinna hálvleiki arb­eiddu vit væl, og tað bar úr­slit við sær, tá ið innskifti Ják­ up Johansen seks min­utt­ir undan dystarloki rann seg leysan og skoraði sig­urs­ mál­ið, greiðir Skála venjarin Pauli Poulsen frá. Úrslitið ber við sær, at Skála lyfti seg tvey stig upp um strikuna. Vónbrotið í HB leguni var øgiliga stórt. Fyrstu løt­una fleyt spælið, og HB hevði Øll útiliðini vunnu í dag - uttan vit! Og nú flóta vit aftur tungt í sjónum. Men vit koma sterkt aftur, og hart arbeiði er loysnin. Stevnudysturin skuldi bara verið fast ímóti Víkingi! Góðir, góðir, góðir!! 3 stig. Tađ eru tey sum telja. Tí spæli var lítiđ at reypa av. Men hvør leggur í? Búi is on fire. SUĐRINGAR! P.S. Dómarin leiddi dystin sera væl! Tillukku við tí fyrsta málinum Niclas í Effodeildini Ein super dystur Saman standa vit sterk Kalt í fuglafyrði 6 stig, nú verður summ­ar­steðg­ ur, so koma stiguni aftaná Koyr á ÍF Altso var hatta so óvæntandi ! Oyje - hvar er tað stuttligt hvar er tað gott B36 spælir so FLOTT FLOTT FLOTT Vit varveita fyrsta plássiđ, tađ er so altíđ nakađ vit kunnu takađ viđ frá hasum dystinum. Nú gloyma vit hattar og hava fult fokus á næstu uppgávu!  Dríviđ á dreingir! WLYV REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN RÓGVI DAM EB/STREYMUR SÆBJØRN LEITI ÍF LISSI MOURITSEN B36 JOHN REID NYBO VÍKINGUR 13. umfar: Víkinga liðformaðurin ásannar, at meistararnir meiri enn gloppaðu FM dyrnar fyri NSÍ, venjarin hjá Suðringum lovprísar sínum spælarum fyri hugburðin, Skála venjarin fegnast um, at hansara reistu seg í Gundadali eftir vónbrotið mikukvøldið, og nú sær heilt svart út hjá fuglfirðingum NÚ ERU TRÍGGIR FM BIÐLAR Løtan tá NSÍ tryggjar sær sigurin  Mynd: Álvur Haraldsen