hósdagur 14. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 196 - 14. oktober 2004
Nr. 196 - 14. oktober 2004
7
Heystið er ein hugna-
lig tíð hjá teimum,
sum fáast við seyð og
fjallgongu. Men líka
so hugnalig, sum
hendan tíðin er, kann
hon eisini vera
strævin, bæði á fjalli
og tá ið flettast skal.
Tað krevur sín mann
ein langan dag í
skurvutum haga og
brattari skor, og tað
krevur eisini sín
mann, tá ið seyðurin
er fingin til húsa, og
flettingin er fyri
FJALL OG FLETTING
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í smáu bygdunum kring
landið er aftur ljós í næstan
hvørjum húsi, nú fjøllini
verða gingin.
Hetta er ein livandi tíð í
bygdum og oyggjum, har
ungdómurin er fluttur burt-
ur, og fá fólk eru í arbeiðs-
førum aldri.
Hendan tíðin setir sín
serliga dám á bygdarlívið
hesa ársins tíð.
Í størru bygdunum, sum
ikki eru tilafturkomnar við
fólki, merkist minni til hesa
tíðina, men kortini er hon
líka so hugnalig hjá teim-
um, sum fáast við fjall-
gongu og fletting.
Rakstur
Tíðliga á morgni fara menn
frá húsum, bæði yngri og
eldri, við ryggsekki á baki
og væl skøddir.
Nógv verður prátað og
teir yngru, sum hava gingið
lítið á fjalli, læra av teimum
eldru, ið kenna hagan, sum
sín egna lumma. Her hava
teir gingið, síðan teir vóru
smádreingir, og umráðandi
er hjá yngra ættarliðnum at
læra, hvussu tú leggur
raksturin til rættist, og
hvussu seyðurin skal rek
ast, tá ið byrjað verður at
ganga.
Hvør maður hevur sítt
pláss, og umráðandi er at
geva tekin til hvønn annan,
tá ið túgvur ella bakkar
gera, at tú ikki alla tíðina
sær, hvar næsti maður er.
Verður gingið í brøttum
skorum, er umráðandi at
vera serliga ansin og fylgja
ráðunum hjá teimum, sum
kenna hesar leiðir.
Tá ið seyðurin er fingin í
rættina, fáa menn sær ein
bita og hvíla seg aftur við
einum kaffimunni til næstu
fjallgongu.
Jú, hetta eru hugnaligir
dagar, tá ið veðrið er gott,
og menn eru í góðum hýri.
Men tað er ikki altíð, at
tað gongur so væl. Við-
hvørt er neyðugt at manna
seg um hagan fleiri ferðir,
og tá kann dagurin gerast
langur, áðrenn seyðurin, ið
takast skal, er fingin í rætt-
ina og heim til húsa.
Fletting
Minnist sum smádrongur,
at vit plagdu at ganga hús
úr húsi, har menn flettu og
biðja um bløðrur. Ofta
stóðu fleiri og bíðaðu, og
tað var ikki altíð, tað eydn-
aðist at fáa nakra bløðru.
Men so varð farið til næsta
hús. Kanska fekst fatur á
eini bløðru har!
Vit blástu luft í bløðr-
urnar og hongdu tær yvir
komfýrin í køkinum at
turka. Á nýggjárinum, tá ið
vit heilsaðu nýggja árinum
vælkomnum, skuldu tær
brestast…
Mangt er broytt, hóast tað
ikki eru so mong ár síðan.
Við flettingini er eisini
nógv broytt. Hava menn
nógv at fletta, er vanligt, at
teir fáa aðrar at hjálpa sær.
Fjallgonga og fletting: Ein hugnalig tíð kring landið
Á MBM-Kjøti flettu teir
nógvan seyð fyri bøndur og
onnur, sum hava seyð, men
hetta helt uppat, tá ið virk-
semið hjá MBM í Hósvík
helt uppat.
Teir, sum fingust við
hetta virksemi um heystar-
nar, plaga at fletta fyri fólk,
tá ið heitt verður á teir.
Ein av hesum er Alberg
Gaardlykke á Nesi, sum er
útbúgvin slaktari.
Í fjørheyst og í heyst hava
hann og aðrir, sum hann
hevur at hjálpa sær, flett
fyri fólk.
Teir fletta í Oyrunum á
Toftum, og tað er ikki at
taka munnin ov fullan, um
sagt verður, at tað gongur
skjótt fyri seg.
Ungar og raskar menn
hevur hann aftrat sær.
Ein skjýtur, hongur seyð-
in upp og sker høvdið av,
ein annar tummar skinnið
leyst av beinum, bringu og
búki, ein triðji hálar skinnið
av við talju, ein fjórði tekur
innan úr og skivar, og ein
fimti vigar, hongur upp og
merkir.
Úti á kaiuni syrgja ein og
tvær gentur fyri, at skinnini
verða snøggaði og saltaði í
eini bingju.
Fjøllini gingin
Nógvir bóndir brúka heyst-
frítíðina og dagarnar rund-
an um heystfrítíðina at
ganga fjøllini og fáa slaktið
frá hondini.
Hetta er tíðin, tá ið skúla-
næmingar hava frí og fólk,
sum fáast við seyð og slakt,
leggja sær nakrar frídagar.
Veðrið hevur verið gott
seinastu dagarnar, og nógv
er fingið frá hondini.
Nú kjøtið kemur upp at
hanga, vóna fólk, at tað
ikki verður ov vátt og lýtt í
veðrinum.
Sum heild frættist, at
skurðurin í heyst hevur
verið góður.
Arbeiðsumstøðurnar eru
góðar og væl verður lagt
til rættis
Jóhan Dávur skjýtur og sker høvdið av seyðinum
Ásmund vigar og merkir krovini
Astrid og Beinta snøgga og salta skinnini
Rúni hálar skinnið av seyðinum við talju og ger klárt til næsta
mann
Alt gongur hond úr
hond…
Eyðun tekur innan úr
og skivar
C
M
Y
K
7
6