hósdagur 14. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 196 - 14. oktober 2004
Nr. 196 - 14. oktober 2004
5
Norðmenn og russar-
ar frøast um óvæntað
stórar mongdir av
yngli, serliga hýsu,
sild og svartkjafti;
samstundis spáar
Fiskirannsóknarstova
n framgongd í tí
føroyska toska-
stovninum.
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Norskir miðlar siga frá
óvæntaðum og dramatisk-
um vøkstri av fiskayngli í
Barentshavinum við ávís-
ing til norska og russiska
havgransking. Sum skilst er
talan um eitt metár hjá
hýsuni sum ongantíð áður
er skrásett við so nógvum
yngli; samstundis bendir alt
á at sildastovnurin av álvara
er á veg upp, meðan svart-
kjafturin stendur í stórum
mongdum í vestara parti av
Barentshavinum.
»Norskir og russiskir
havgranskarar hava funnið
sensationellar mongdir av
yngli av fleiri fiskasløgum í
Barentshavinum,« skrivaði
blaðið Fiskaren fríggjadag-
in. »Tann størsta sensa-
tiónin er hýsa sum setir met
fyri allar tíðir. Men sildin
og
svartkjafturin
rópa
somuleiðis eftir yvirskrift-
um...«
Talan er um fýra rann-
sóknarskip ið hava kannað
ársins yngul yvir tveir
mánaðir.
»Tað mest avgerandi er
sannlíkt at vit í nullbólka
stignum av norskari vár-
gýtandi sild hava sæð eina
gýting sum liggur á linju
við stórár,« segði Harald
Gjøsæter við Fiskaren aftan
á
ein
norsk-russiskan
granskarafund í Kirkenes í
farnu viku, »samstundis
sum 2002 árgangurin hevur
møguleika at gerast líka
stórur sum 1950 árgang-
urin, um so er at tøkan av
sild í Norskahavinum í
næsta ár vísir at ungsildin
eisini har hevur ment seg
víðari.«
Men
hýsan
vekir
mest ans av øllum.
»Granskararnir hava aldri
fyrr skrásett so nógvan
hýsu yngul sum aftan á
gýtingina í ár,« segði
Gjøsæter. »Tað er so nógv
sum kann henda millum
ársyngul og fullvaksnan
fisk. Men tá tað snýr seg
um hýsu so hevur hon nú
havt fimm góð ár á rað av
rekrutering. Tað sum so
leingi hevur verið vanligt
fyri hýsu er at hon av og á
hevur einstøk framúrskar-
andi ár, og so annars bara
moderat. Nú hava vit havt
fýra-fimm góð ár á rað, og
so kemur hetta árið ið setir
met fyri allar tíðir.«
Svartkjafturin hevur eis-
ini klárað seg væl, skrivar
Fiskaren.
»Hóast eitt enormt veiði-
trýst tey seinnu árini, so
standa stórar nøgdir av
bæði stórum og smáum
svartkjafti í bakkanum upp
móti Bjarnoynni har vesturi
í Barentshavinum.«
Sum skilst vekir toska-
yngilin ikki sama ans, hóast
eisini her er talan um eitt ár
sum liggur oman fyri mið-
al. Harafturin hevur fitt av
upsa yngli verið at sæð í
Barentshavinum.
»Vanliga hava vit ikki
sæð nógvan yngul av upsa í
Barentshavinum burtursæð
frá
einstøkum
førum,«
segði granskarin. »Men í ár
hava vit sæð so nógv av
upsa nullbólki at vit fyri
fyrstu ferð hava gjørt index
útrokningar fyri upsa yngul
í Barentshavinum.«
Hinvegin vísir tað seg at
standa verri til við lodnuni.
Men kemur 2004 yngulin
av sild at klára seg væl so
kann roknast við at lodnan
kemur seg aftan á nøkur ár.
Men hetta er teori, tí í
veruleikanum
er
tað
ómøguligt at gera brúk-
barar spádómar einans við
støði í nullbólkinum.
Kuldin kom ongantíð
Ikki óvæntað, frøddust fel-
øgini hjá bæði fiskarum og
framleiðarum yvir tíðindini
um tann góða vøksturin av
yngli í Barentshavinum.
»Hetta er bara positivt,«
segði Reidar Nilsen, for-
maður í Norges Fiskarlag.
»Hetta er góð tekin ið
byggja víðari á ta positivu
gongdina sum vit tey
seinnu árini hava sæð fyri
fleiri fiskasløg.
»Í uppisjóvar vinnuni
mugu vit helst framhald-
andi liva við útsvingum í
sesongunum,« segði stórin
í einari fiskivinnu fyritøku,
»men innan botnfiskin er
nógv at heinta.«
Tað verður spekulerað
nógv um orsøkirnar til
hetta óvanliga ár í Barents-
havinum, og sum ein
møgulig frágreiðing vilja
summi peika á tann hækk-
andi temperaturin í sjónum,
nakað sum fólk hava fest
seg við í ár, í og við at ísur-
in er ikki komin líka langt
suður sum hann plagar.
»Tað nervar meg ikki at
yngulvøksturin í havinum
kann standast av klima-
broytingum,« segði Geir-
Olaf
Sørensen,
Norges
Kystfiskarlag. »Í 1930’
unum var tað líka heitt í
havinum sum tað er nú.
Hetta kann líka so væl vera
natúrligar svingingar sum
nakað menniskjaskapt.«
Sørensen vildi halda seg
aftur frá at harta havgransk-
ararnar, men samstundis
minti hann á at somu
granskarar fyri fáum árum
síðani spáddu niðurgongd í
temperaturinum og ringar
tíðir fyri tilgongdina av
fiski í Barentshavinum.
Fitnandi føroyskur
toskur?
Á okkara leiðum hevur ikki
ljóðað við sensatiónum av
sama slag sum nú hoyrist
av Barentshavinum, men
Fiskirannsóknarstovan
roknar við vaksandi toski
her.
»Tær føroysku havleið-
irnar svinga í einari aðrari
takt enn Barentshavið,«
segði Eilif Gaard, lívfrøð-
ingur á Fiskirannsóknar-
stovuni.
»Vit gera metingar av
gróðri so væl sum yngli og
vit hava ábendingar um at
toskurin er á veg upp. Tosk-
urin vísir seg nevniliga í
rættiliga stóran mun at
fylgja gróðrinum, og skulu
vit ganga eftir hesum so
kunnu vit rokna við feitari
toski og størri nøgdum.«
Sum fyrsta lið í føðiket-
uni, ávirkar gróðurin bæði
tilgongd og vøkstur; hetta
vísir seg at serliga endur-
speglast í menningini av
toskinum.
»Gróðurin í 2000 og
2001 var sera góður, men
so var hann heilt niðri
ígjøgnum í 2002.
Men síðani tá er gingið
spakuliga og stútt uppeftir.
Tí rokna vit við at í øllum
førum toskurin er í ferð við
at menna seg aftur.«
Rokna við framgongd fyri toskin
Toskurin vísir seg at fylgja gróðrinum, siga serfrøðingar, sum nú spáa framgongd fyri tann føroyska toskastovnin.
Savnsmynd
Hóast landsstýris-
maðurin í skúlamál-
um hevur sett seks
milliónir av á kom-
andi fíggjarlóg til ein
miðnámsdepil í
Marknagili, so er ikki
politisk undirtøka
fyri ætlanini. Eitt nú
hevur Kristian Magn-
ussen í Javnaðar-
flokkinum at ætlanini
MIÐNÁMSDEPIL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Miðnámsdeplin í Markna-
gili er nógv frammi fyri tíð-
ina. Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, sigur seg
hava kunnað allar flokkar á
tingi um ætlanina, og at
ætlanin er til politiska við-
gerð enn.
Samstundis er greitt, at
semja ikki er í samgonguni
um, at júst hendan ætlanin
skal setast í verk.
Kristian Magnussen, for-
maður í tingbólkinum hjá
Javnaðarflokkinum, sigur,
at hann ikki dugdi at síggja
tað fantastiska í hesari ætl-
anini, tí henni vantar ítøk-
iligar upplýsingar.
Jógvan á Lakjuni hevur
gjørt av at seta seks milli-
ónir av til ætlanina á kom-
andi fíggjarlóg og 22 milli-
ónir á einari langtíðarætlan
fyri 2006.
– Málið er ikki liðugt
polititiskt viðgjørt enn, og
eg ætli eisini at viðgera tað
meira í samgonguni, áðr-
enn eg fari í tingið við tí.
Men viðgerðin skal helst
verða liðug, áðrenn fíggjar-
lógin verður samtykt, sigur
hann.
Jógvan á Lakjuni sær
sjálvur nógvar møguleikar í
miðnámsdeplinum. Hann
vísir á, at tá fer so at bera til
at nýta felagshentleikar so
sum serstovur, kantinu,
bókasavn og annað.
Landsstýrismaðurin vísir
eisini á, at rákið allastaðni
er,
at
miðnámsskúlaskipaninar
verða endurskoðaðar, og
heldur hann, at jú fleiri fólk
eru savnað í einum depli, jú
fleiri møguleikar verða til
tey ungu.
Hóast politisk undirtøka
ikki er fyri ætlanini, so
hevur landsstýrismaðurin
sum sagt sett seks milliónir
av til hana. Hann væntar, at
um so ætlanin ikki vinnur
frama í løgtinginum, so
verða pengarnir standandi
kortini.
— Øll vita, at tekniski
skúli og studentaskúlin í
Hoydølum treingja til betri
karmar, og tað eru øll eisini
samd um. Men tað er rætt,
at ikki øll eru samd um
hesa ætlanina at lata ein
miðnámsdepil byggja í
Marknagili, sigur Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í
skúlamálum.
Heidi Petersen, fram-
søgukvinna hjá Tjóð-
veldisflokkinum sigur
í einum tíðindaskrivi,
at Tjóðveldisflokk-
urin tekur undir við
ætlanini um at gera
ein miðnámsdepil í
Marknagili. Hon legg-
ur dent á, at tað ræð-
ur um at hyggja fram-
eftir
MIÐNÁMSDEPIL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Vit hava sent hatta
tíðindaskrivið út fyri at
gera vart við okkara støðu,
sigur Heidi Petersen.
Hon vísir á, at hetta ar-
beiðið
byrjaði,
meðan
Tjóðveldisflokkurin umsat
mentamál, og ræður tað um
at fáa málið at koyra víðari,
sigur hon.
Hon heldur fram, at
flokkurin
sær
nógvar
møguleikar í einum mið-
námsdepli, har alt møtist.
– Tað ræður fyri alt í
verðini um at hyggja fram-
eftir, tá tað kemur til mið-
námsskúlarnar, sigur Heidi
Petersen.
Ætlanin um at gera mið-
námsdepilin í Havn kemur
at hava við sær, at eini
1.500 fólk verða savnað á
einum staði. Men sam-
stundis er greitt, at fiski-
vinnuskúlin í Vestmanna
ikki verður ein partur av
deplinum.
Tað
undrast
Kristian
Magnussen, formaður í
tingbólkinum hjá Javnaðar-
flokkinum stórliga á. Hann
spyr, hvussu tað ber til, at
man vil byggja eina so lítla
eind, meðan tað samstundis
er so umráðandi, at allir
skúlarnir í Havn verða
kroystir saman í Markna-
gili, sum hann tekur til.
Til hetta sigur Heidi
Petersen, at hendan ætlanin
er við atliti til teir skúlar-
nar, sum eru í Havn. Har
skal ongin skúli flytast úr
einari bygd til Havnar. Hon
dugir somuleiðis heldur
ikki at síggja nakað til
hindurs fyri, at Fiskivinnu-
skúlin kann koma við í
hetta samstarv í framtíðini.
— Um so næmingar, sum
ganga tað fyrsta árið á
Fiskivinnuskúlanum, finna
útav, at tey heldur vilja okk-
urt annað, so kunnu tey
biðja um at verða flutt til
Havnar. Og øvugt, sigur
hon.
Ætlanin opnar nógvar
dyr, heldur Heidi Petersen,
og leggur dent á, at tað er
umráðandi at hugsa um tað
fakliga støðið.
- Vit hava hug at læsa
okkum fast í, at tað er bara
ein máti at taka miðnáms-
útbúgving uppá. Men tað er
umráðandi, at vit kunnu
tryggja fakliga støðið so-
leiðis, at tað lýkur fakligu
krøvini, sum allur heimurin
setur. Ikki bara donsku
skúlarnir.
Heidi Petersen sigur seg
annars hava skilt, at tað ikki
eru allir limir í Javnaðar-
flokkinum, sum taka undir
við sjónarmiðunum hjá
Kristiani Magnussen.
–Tá man hevur tosað við
aðrar limir í flokkinum, so
er tað í øllum førum ikki
tann fatanin, ein fær. So
tískil er tað stórt spell, um
ein einkultpersónur fer inn
og setur seg ímóti hesi
ætlanini, sigur Heidi Peter-
sen.
Kristian Magnussen,
formaður í tingbólk-
inum hjá Javnaðar-
flokkinum, sigur seg
als ikki kunna taka
undir við ætlanini um
at gera miðnámsdepil
í Marknagili. Hann
eftirlýsir eina ítøk-
iliga lýsing av ætlan-
ini og fer at krevja, at
allir partar sleppa til
orðanna í hesum mál-
inum
MIÐNÁMSDEPIL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Hatta málið er ikki til
nakra politiska viðgerð.
Tað einasta, vit hava sæð,
eru nakrar leysar skitsur
yvir, hvussu tað møguliga
kann koma at síggja út.
Onki um innihald, pláss og
so framvegis, sigur Kristian
Magnussen.
Hann sigur, at hann fer at
krevja av landsstýrismann-
inum, at málið verður lýst
betur, og so vil hann hava
eina hoyring um hetta mál-
ið, har allir partar sleppa til
orðanna.
- Eg havi serliga saknað,
at fakfólk sleppa at siga
teirra hugsan, og at byggi-
nevndin kemur við einari
ítøkiligari frágreiðing um
ætlanina, sigur Kristian
Magnussen.
Hann vísir á, at pappír er
takksamt, og at tað er lætt
og einfalt at fáa ting at
síggja gott út á pappírinum,
men samstundis leggur
hann eina við, at tá 1.300
fólk skulu koyrast saman í
einum skúladepli, at tá má
man hugsa seg um.
Kristian
Magnussen
heldur, at ein hoyring hevði
gjørt tað, at man fær kon-
fronterað ymsar meiningar
við hvørja aðra og fingið
eitt kjak burturúr, har allir
partar í hesum sluppu fram-
at.
Formaðurin í tingbólki
Javnaðarfloksins
heldur
longu sum er, at studenta-
skúlin í Hoydølum við sín-
um 600 næmingum er ein
nóg stór eind. Tá heldur
hann, at tað kanska hevði
verið eitt betri hugskot at
sett
fleiri
av
teimum
smærru eindunum saman.
- Um tey mugu vera sam-
an á einum staði í Havn,
fyri at fáa tað rætta um-
hvørvið, hví so byggja ein
fiskivinnuskúla
í Vest-
manna,
spyr
Kristian
Magnussen.
Til tosið um at endur-
skoða miðnámsskúlaskip-
anina, sigur Kristian, at um
hon skal endurskoðast, so
má tað verða frá grundini
av.
- Tað má tilrættisleggjast
ordiligt, soleiðis at tað ikki
endar við, at føroyskir mið-
námsskúlanæmingar standa
við einum prógvi, sum ikki
lýkur krøvini aðrastaðni.
Her tosa vit um álvarsmál,
og tískil skilji eg ikki, at ein
rektari, ( Sámal í Skoruni,
blaðkv) kann úttala seg til
útvarpið um, at miðnáms-
depilin kann verða ein
roynd av onkrum slagi.
Men alt í alt, so haldi eg, at
hesari ætlanini vantar nógv.
Hon er ikki gjøgnum hugs-
að ella lýst nóg væl, stað-
festir Kristian Magnussen
at enda.
Saknar fakliga sjónarmiðið
Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins,
sigur seg als ikki kunna taka undir við ætlanini um ein
miðnámsdepil í Marknagili. Tað vanta ítøkiligir upplýsingar í
uppskotinum, sigur hann
Mugu hyggja frameftir
Tjóðveldisflokkurin tekur fult undir við ætlanini um ein mið-
námsdepil í Marknagili. Í tíðindaskrivi heitir flokkurin á
landsstýrismannin um at fara í tingið við uppskotinum
Vantandi politisk undirtøka
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður, fer ikki í tingið
við ætlanini um miðnáms-
depil í Marknagili rættiliga
enn. Hann ætlar at brúka
meira tíð upp á at viðgera
hana í samgonguni
C
M
Y
K
5
4