mánadagur 19. juni 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge /
Símun Christian Olsen
Sandoyggin hevur seinastu 30 árini
verið fyri eini ógvusligari fólka
fráflyting. Í 1985 búðu 1682 fólk í
oynni, men nú, bert 32 ár seinni,
er fólkatalið minkað niður í 1274.
Hetta hevur sjálvandi avleiðingar
fyri alskyns virksemi á oynni, og
fótbóltsfelagið B71 hevur eisini
merkt sviðan av hesum. Meðan
stórfeløgini stríðast við at fáa
venjingartíðir og vallarpláss til
øll liðini, er støðan øðrvísi hjá
sandoyingum, har tað mangan er
trupult at manna liðini, serliga
tey eldru ungdómsliðini. – Tú
kanst siga, at tey síðstu árini hev
ur minkandi fólkatalið skapt nak
rar avbjóðingar, tí tá spælarar
koma í aldurin, sum liggur beint
undir vaksnamannaaldur, er ikki
nóg mikið av fólki til liðini, sig
ur Eli Hentze, sum er ein av fýra
fótbóltsmennarum, ið Fótbólts
sambandið setti í starv við árs
byrjan. Hendan dagin hevur hann
verið uppi í Hoyvík hjá Giza Hoyvík
í arbeiðsørindum, og nú situr hann
í gamla FSF-húsinum og greiðir frá,
meðan hann bítur av eini tvíflís. Eli
Hentze er uppvaksin í eyðkendu
gulu og bláu klæðunum hjá B71,
og síðan hann gavst sum spælari,
hevur hann verið bæði høvuðs-
og ungdómsvenjari í felagnum.
Tað er ikki óvanligt í smærru fót
bóltsfeløgunum kring landið, at
venjarar verða noyddir at brúka
yngri spælarar fyri at fáa mannað
liðini, ikki minst, tá liðini skulu
spæla 11 móti 11 á heilum vølli. Eli
Hentze greiðir frá, at ungdómslið
hjá B71 okkurt av undanfarnu
árunum hevur fingið loyvi at spælt
við ‘ov gomlum’ spælarum fyri at
fáa mannað liðið.
Fleksibilitetur er lyklaorðið
Í fyrsta parti av greinarøðini um
spælaramenning
í
føroyskum
ungdómsfótbólti, sigur Thomas
Thinggaard, sum eisini er í starvi
sum fótbóltsmennari hjá FSF, at
tørvur er á at hugsa øðrvísi um ár
gangirnar, sum í løtuni eru býttir
upp í U12, U14, U16 og U18.
– Tey feløgini, sum hava torført
at manna lið, skulu kunna brúka
onkrar eldri spælarar. Tað hevði
eisini gjørt, at onkur av teimum
betru liðunum fingu meiri mót
støðu, sigur danin. Hann tekur U16
árgangin sum dømi.
– U16 spælarar fáa einki burtur
úr at vinna 10-0 … tí kundi ein
góð mótvekt verið, at lítla liðið
hevur loyvi at brúka tríggjar U18
spælarar. So fáa bæði stóra liðið og
lítla liðið eina eyka motivatión at
spæla, segði Thomas Thinggaard.
Eli Hentze tekur undir við danska
starvsfelaga sínum, og lyklaorðið er
fleksibilitetur.
– Úti á bygd eru árgangirnir
nokkso svingandi, so tað er torført
at gera eina skipan, sum er æviga
galdandi. Tí er tað øgiliga týdn
ingarmikið, at vit eru fleksibul í
skipanini av barna- og ungdóms
fótbólti, sigur Eli Hentze og heldur
fram:
– At vit fyrst og fremst leggja
okkum eftir, at øll, sum vilja spæla
fótbólt, sleppa tað, og øll pláss í
landinum, í tann mun, tað ber til,
hava lið, soleiðis at ungdómurin
kann spæla. Um tað merkir, at
undantaksloyvi viðvíkjandi aldri
er neyðugt, haldi eg, at mann
kann brúka tað. Eisini tað at
blanda gentur og dreingir, sigur Eli
Hentze. Fótbóltsmennarin heldur
eisini, at tað ikki neyðturrviliga er
best fyri eina unga gentu ella ein
ungan drong at spæla í sínum egna
aldursbólki. Í U14 aldursbólkinum
kann tað til dømis koma fyri, at
ein spælari, ið enn ikki er komin í
kynsbúningaraldur, spælir móti
einum, sum longu er komin ígjøg
num ta menningina. Tað kann
vera stórur munur á relativa fót
bóltsaldrinum, og tískil kann tað
vera skilagott, at mørkini millum
aldursbólkarnar ikki eru knív
skorin, men at mann hyggur at
tørvinum hjá feløgunum og ein
staka
spælaranum,
heldur
Eli
Hentze.
– Eg hevði ynskt, at mann var
eitt sindur smidligari á hasum
økinum, og at mann sá eitt sindur
millum fingrarnar við júst hasum,
heldur hann fyri.
B71 hevur raðfest
ungdómsfótbóltin
Hóast B71 telist millum smæstu
fótbóltsfeløgini í landinum, eru
fleiri
spælarar
komnir
undan
síðstu
nógvu
árini.
Brandur
Hendriksson Olsen, sum fór til
Keypmannahavnar og FCK sum
bert 15 ára gamal, og hevur verið
millum berandi kreftirnar á ‘nýggja
landsliðnum’ hjá Lars Olsen síðstu
árini, er upplagda dømið, men hann
er ikki hin einasti. Millum aðrar, ið
hava fingið sín fótbóltsuppvøkstur
á Sandoynni, kunnu nevnast Símun
Rógvi Hansen (NSÍ), Dan í Soylu
(EB/Streymur), Magnus H. Olsen
(NSÍ), Mikkjal Hentze (AB), Aron
Clementsen (HB) og Kári Nielsen
og Gudmund Nielsen, ið ikki longur
spæla á hægsta stigi, men sum á
hvør sín hátt hava verið við til at
mynda føroyskan fótbólt. Felags
fyri fleiri av hesum spælarunum
er, at teir eru góðir við bóltinum, og
sterkir á fótbóltstekniska økinum.
Hendan lutfalsliga stóra spælara
framleiðslan kemur ikki av tilvild,
heldur Eli Hentze.
MENNING
Fakta um B71:
Høvuðsungdómsvenjari: Bakary Bojang
Limir (merkir í hesum førum íðkandi spælarar): 140
Lið: 12 (U14 og U17 við gentum er samstarv við AB)
Venjarar: Átta fastir venjarar umframt hjálparfólk
OV FÁIR SPÆLARAR
AT MANNA LIÐINI
Spælaramenning í B71:
Thomas Thinggaard (Sosialurin 12.06.17)
Fótbóltsmennarin sigur, at vit skulu vera smidligari, tá vit býta spælarar
upp í árgangir. Tildømis skulu smærru feløgini sleppa at brúka ‘ov
gamlar’ spælarar fyri at manna liðini, og betra um kappingina. Vit skulu
venja meir undir trýsti, so at spælararnir gerast betri við bóltinum. Eisini
skulu feløgini seta einstaka spælaran í miðdepilin og tryggja sær, at
ungir spælarar ikki verða niðurpíndir av ov stórari dystarbyrðu.
Harumframt skulu feløgini betra um góðu venjararnir, og FSF skal
átaka sær ein størri leiklut í spælaramenningini.
Anders Gerber (Sosialurin 12.06.17)
Venjarin hjá NSÍ heldur, at Føroyar og Fótbóltssambandið skulu tora at
hugsa í elitufótbólti og skipa ein fótbóltsskúla, har 20 teir bestu spælararnir
í hvørjum árgangi venja saman um morgunin. Hetta fyri at fáa fleiri
venjarar á høgum stigi til teir bestu. Hann leggur dent á, at føroyski
fótbóltsspælarin venur bara helmingin av tí, sum ein danskur
ungdómsspælari ger. Hartil er venjingin á alt ov lágum stigi. Hann
saknar eisini eitt menningarumhvørvi, har nógv størri ljós verður
varpað á einstaka fótbóltsspælaran.
Størsti trupulleikin hjá B71 seinastu nógvu árini hevur verið
fráflytingin, men hóast fólkatalið í Sandoynni er minkað
við einum fjórðingi síðan 1985, hevur lítla felagið megnað
at ment fleiri spælarar, sum onnur feløg – bæði føroysk
og útlendsk – hava fingið og fáa ágóðan av. B71 hevur
raðfest ungdómin, sigur Eli Hentze, fótbóltsmennari hjá
FSF, sum hevur verið venjari í felagnum í fleiri umførum