mánadagur 19. juni 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MENNING
Eli Hentze
47 ára gamli Eli Hentze er í stóran mun ímyndin
av B71, og hevur brúkt meginpartin av sínum
fótbóltslívi í felagnum á Sandoynni. Hann spældi
yvir 400 dystir í gulum og bláum árini frá 1986
til 2010, og síðani hevur hann verið bæði
spælandi venjari og venjari hjá felagnum í
øllum hugsandi deildum.
Hann tók A-venjaraprógv í 1999 og
hevur eisini arbeitt nógv sum venjari hjá
Fótbóltssambandinum. Millum annað hevur
hann undirvíst á venjaraútbúgvingini hjá FSF
síðan 1999 og verið venjari á leikaramenningini
hjá FSF árini 2009-14. Í løtuni er hann
fótbóltsmennari og venjari hjá U21 landsliðnum.
Eli Hentze er í parlagi og hevur trý børn.
Yrkisleið sum venjari:
1994: Spælandi venjari hjá Kaldbaks Bóltfelag
1997: Spælandi venjari hjá B71
2007: Spælandi venjari hjá B71
2008: Venjari hjá B71
2002-16: U15 landsliðsvenjari/hjálparvenjari
2009-11: U19 landsliðsvenjari/hjálparvenjari
2015- : U21 landsliðsvenjari/hjálparvenjari
Eli heldur eisini:
Um ræðandi peninganýtsluna í
mun til spælaraframleiðslu
– Lat okkum siga, at um hvørt felag í effodeildini brúkar tvær
milliónir um árið - helst er tað meir - verða millum 200 og
250 milliónir brúktar tilsamans upp á eitt tíggjuáraskeið. Nú
hava vit gamaní flutt nakrar spælarar út í síðstuni, sum eru
blivnir yrkisspælarar, men tá vit brúka so nógvan pening,
kann spurnartekin setast við, hví vit ikki hava fingið enn fleiri
spælarar av landinum at spæla. Eg sigi ikki, at tað er endamálið
í sjálvum sær, men tá mann hugsar um upphæddina, er hon
ræðandi í mun til tað, sum vit hava framleitt.
Um fysisku umstøðurnar í B71
– Við undantakið av, at vøllurin liggur eitt sindur langt frá
bygdum øki, eru umstøðurnar framúr góðar til at íðka ítrótt.
Vøllurin er frálíkur, og ein sera væl egnað høll er komin afturat.
So fasilitetirnir eru framúr góðir. Tíverri hava mynduleikarnir
og B71 onkursvegna ikki tosað nøktandi saman um brúk av
høllini, tí hon skuldi verið gagnnýtt í nógv størri mun av
ítróttinum.
Um sosiala týdningin hjá B71 í Sandoynni
– Tað hevur verið nátúrligt at koma við ungdóminum til
fótbóltsvenjing í B71. Áðrenn høllin kom, var fótbólturin at kalla
tað einasta ítróttartilboðið. Síðan er vetrarítrótturin komin
afturat. Men ítróttarfelagsskapurin hevur og kemur at hava
ótrúliga stóran sosialan týdning fyri sandoyingar.
Um at vera eitt ‘fóðurfelag’
– Mann má viðurkenna, at soleiðis er tað fyribils. Tað verður
helst torført at fáa fólk at ganga við til, at mann arbeiðir í einum
felagi, sum bara skal avlevera til onnur, serliga tí afturberingin
er so lítil og stendur ikki mát við arbeiðið, sum verður lagt í. Men
tað liggur eisini eitt virði í at taka lut á henda hátt, og B71 hevði
lið í steypafinalunum í fjør, og hevur eitt gentulið við manning
frá B71 og AB við í ár.
Um ‘parallelu tilveruna’
– Sandoyggin og B71 hava ongan kjans at kappast við kappast
við krónum og oyrum, tí tað er at kalla einki vinnulív á oynni, og
sostatt eingin sponsorpeningur. Tí hevur tú ikki ein livandi kjans
at løna fólki í eins stóran mun, sum onnur føroysk feløg kunna.
Hetta ger, at B71 livir eina aðra tilveru.
– B71 hevur raðfest ungdóms
fótbóltin øgiliga høgt í langa tíð.
Felagið hevur havt løntar høvuðs
ungdómsvenjarar í nógv ár, og tað
hevur havt við sær, at hesir, saman
við øðrum dugnaligum venjarum,
hava havt nógva og góða venjing í
eitt drúgt áramál, greiðir Eli Hentze
frá og lýsir hetta við einum dømi:
– Tá eg var venjari í 2008, stóð
valið ímillum at fáa ein miðverja til
fyrsta liðið, sum tá spældi í bestu
deildini, ella at seta ein løntan
høvuðsungdómsvenjara í starv, og
felagið raðfesti venjaran. Fyrsta
liðið flutti niður, men onkur av
teimum spælarunum, ið fingu gagn
av góðari og støðugari venjing,
eru at síggja í rættuliga stórum
samanhangi í dag, so tað vóru væl
givnir pengar tá, eins og tað er nú,
sigur Eli Hentze. Í ár er Bakary
Bojang, sum spældi við B71 í 2011
og 2012, settur í fulltíðarstarv sum
høvuðsungdómsvenjari í felagnum.
Spurdur um at nágreina júst
hvussu gongdin í felagnum er, tá ein
evnaríkur unglingi verður mentur
til ein góðan vaksnamannaspælara,
heldur Eli Hentze, at B71 ikki er so
ólíkt øðrum føroyskum feløgum.
– Tað er ikki bara bara at fáa
venjarar, ið skulu venja fleiri ferðir
um vikuna fyri einki, men B71
hevur megnað at skipað venjing
bæði summar- og vetrarhálvárið.
Men tað nyttar einki, bara at venja
eina hundarúgvu. Tað er rættuliga
avgerandi, at venjingin er góð.
Venjarin skal kenna fótbólt, og
sjálvandi eisini vita nakað um
menniskju, greiðir hann frá.
Sleppa tíðliga framat
Tá fólkagrundarlagið er lítið, er
kappingin um pláss á besta liðnum
í felagnum sjálvsagt ikki líka stór
sum í HB og øðrum stórum føroysk
um feløgum. Hetta ger, at spælarar
fáa kjansin tíðliga, og at tolið við
teimum ungu er lutfalsliga stórt.
– Tú sleppur framat, og tú
sleppur at gera mistak eftir mistak,
sum tú lærir av og gerst dugnaligari
av. Tú fært longri snór, enn tú
hevur í einum felagið, ið ‘skal
vinna’, og har tað eru nógvir um
boðið, greiðir Eli Hentze frá
– Í einum umhvørvi, har tú ikki
hevur eitt lið, sum bert er mannað
við sterkum spælarum, framleiðir
mann kanska fleiri leiðaratýpur
og spælarar, sum taka ábyrgd, tí
hesir mugu berjast fyri hinar, sigur
fótbóltsmennarin, men leggur aftur
at, at hetta er eitt tvíeggjað svørð.
– Vandi kann vera fyri, at um
ein ungur spælari sleppur framat
tíðliga, og vit føra hann fram sum
tað besta í heiminum – tað hava vit
lyndi til at gera – kann hann missa
viljan at arbeiða fyri sakini. Vegurin
er langur, og mann skal stríðast fyri
tí, sigur Eli Hentze, sum viðgongur,
at tað er ein avbjóðing fyri B71, at
besta mansliðið í løtuni ikki spælir
hægri enn í 2. deild.
– Tað er heilt klárt ein trupulleiki
fyri ein felagsskap sum B71, um
teir ungu spælararnir ikki hava
fyrimyndir í felagnum at síggja
upp til, tá teir vaksa til, at teir ikki
hava tað at stremba eftir, endar Eli
Hentze, áðrenn hann fer í bilin og
setir kósina móti Gomlurætt.
Í B71 er tað ivaleyst av plássi á
vøllinum til einhvønn, ið ynskir
at spæla fótbólt, men við aktuella
fólkagrundarlagnum er avbjóð
ingin heldur at manna øll plássini
á liðnum.
sosialurin@sosialurin.fo
Glosur:
Relativur fótbóltsaldur:
Eitt hugtak, sum verður
brúkt í samband við, at
spælarar búnast ymiskt.
Tveir spælarar kunnu verða
javngamlir, men kropsliga
eru teir á hvør sínum
búningarstigi.
Fótbóltsmennari:
Fótbóltssambandið
setti við ársbyrjan fýra
fótbóltsmennarar í starv.
Teir hava til uppgávu at
vegleiða feløgini, koma við
ítróttarligum uppskotum og
annars varða av føroyskum
fótbólti. Teir fýra eru
Jógvan Martin Olsen, Eli
Hentze, Øssur Hansen og
Thomas Thinggaard.