Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MENNING Tróndur Arge / Símun Christian Olsen Tað er stutt undan grannaupp­ gerðini móti B36 mikukvøldið, tá Milan Cimburovic, høv­uðs­ung­ dómsvenjari hjá HB, bjóðar inn á skrivstovuna í HB-húsinum. Tað er trafikkur inn og út, tí fólk gera klárt til dystin. Á dómaraseðlinum standa nøvn sum Jógvan Rói David­sen, Bartal Wardum, Trónd­ ur Jensen, Rókur av Fløtum Jesper­ sen, Heri Hjalt Mohr og Adri­an Justinussen, sum partvís er upp­ vaksin í HB. Hinir hava allir slitið sínar barna­skógvar í HB, men kortini verð­ur funnist at felagnum, tí tað ikki megnar at umseta góða spæl­ ara­grundalagið til fleiri spælarar á besta liðnum. Undan hesum kappingarárinum keypti HB ikki færri enn fýra danskar spælarar, sum skuldu lyfta felagið, men longu nú er ein teirra farin av landinum aftur, meðan bara ein av teimum er fastur maður – Aleksandar Stankov. Tí hava teir ungu fingið møgu­ leikan og hava í ávísan mun tikið av. HB spælir 2-2 móti B36, men tað eru Sebastian Pingel og Alekandar Stankov, sum skora málini hetta kvøldið. Havnar Bóltfelag er tað felag­ið, sum helst hevur best fólka­grundar­ lag at menna góðar fótbólts­spæl­ arar, men tað gevur eisini avbjóð­ ingar. 100 spælarar á vøllinum Tað kemur javnan fyri, at HB hevur næstan 100 spælarar á vøllinum í senn. Tá er torført at geva teimum eina góða venjing, men tað blívur eisini torført hjá einum venjara ella felagi at fylgja tí einstaka spælaranum. – Tað er ein stórur trupulleiki, tá vit hava so nógv børn á vøllinum í senn. Vit verða noydd at skipa venj­ ingina í smáum økjum. Tað gevur nakrar styrkir, men vandin er at spælararnir ikki sleppa at spæla á størri økjum, og venjararnir hava verri við at fylgja tí einstaka spæl­ aranum, sigur Milan Cimburovic. Trupulleikin við plásstroti er so stórur, at tað ber als ikki til hjá HB at flyta ein dyst. Skráin er á tremur við venjingum og dystum. So nógv, at tað mangan kemur fyri, at besta liðið bara fær ein hálvan vøll. – Eg havi aldrin fyrr upplivað, at eitt Effo-lið venur á hálvum vølli og hálvt hundrað børn venja á hini hálvuni, sigur Milan Cimburovic brosandi. HB, B36, Giza Hoyvík og Undrið brúka øll teir tríggjar vøllirnar, sum eru í Gundadali. Hann heldur eisini, at tað er í tøkum tíma, at vøllurin í Hoyvík er komin. – Tað kemur vónandi at gera umstøðurnar betri, men eg kundi sagt tað soleiðis. Um tað kom ein vøllur afturat í Gundadali, so hevði hann eisini verið fult bookaður. So stórur er trupulleikin, sigur Milan Cimburovic, ið leggur afturat, at fekk HB ikki tíðir á Tórsvølli frá Fótbóltssambandinum. so hevði tað ikki gingið upp. Útlandið fer avstað við teimum bestu Milan Cimburovic er høvuðs­ ung­dómsvenjari hjá HB á sætta ári. Undan tí hevur hann verið ungdómsvenjari hjá TB og B36. Hann ásannar eisini, at HB hevur fingið ov fáar spælarar í gjøgnum, men hevur eisini eina frágreiðing. – Vit uppliva, at fleiri spælarar fara av landinum í lestrarørindum. Tað er ikki nakað, sum vit kunnu gera nakað við, sigur Milan Cimburo­vic og vísur til ein meiri privi­li­geraðan trupulleika. Feløg uttanlands vilja hava fat­ ur á spælarunum hjá HB. Seinnu árini eru spælarar sum René Shaki Joensen (Vendsyssel), Jákup Thom­ sen (FC Midtjylland), Teit Jacobsen (Sønderjyske) og Hanus Sørensen (FC Midtjylland) farnir av landinum í fótbóltsørindum. – Vit royna nú at finna ein loysn, so vit fáa okkurt afturfyri at menna hesar spælararnar, men um hesir vóru verandi í felagnum, høvdu fleiri teirra havt byrjað inn í dag. Tak eitt nú Jákup Thomsen. Um vit høvdu hann, so hevði ikki verið neyðugt at styrkt liðið við einum útlendskum áleypara, heldur Milan Cimburovic fyri. Hann nevnir eisini Hall Hansson og Gunnar Nielsen, sum eru komnir ígjøgnum í HB, men hann viðgongur samstundis, at tað hevur gingið ov illa at seta við á besta lið­ num. – Vit arbeiða við at fáa fleiri spæl­arar á besta liðið, men tað er torført at koma á besta liðið hjá HB. Tí er tað eisini upp til venjaran, um hann vil brúka teir og geva teimum møguleikan, sigur Milan Cimburovic. Her leggur hann afturat, at tað er stórur eftirspurningur úr eitt nú FC Midtjylland og Sønderjyske, eftir spælarum hjá HB. Onkir ungir spælarar hava longu verið á vitjan og spælt við í onkrum altjóða kapp­ ingum. Høvuðsungdómsvenjarin hevur nógv upp á hjartað og er skjótur at svara, tá hann verður spurdur. HB er nokk tað felagið í landinum, sum tolir best at velja spælarar frá, men tað er ikki taktikkurin í løtuni. Halda fast í breiddini Boðini frá fótbóltsmennarunum, Jógvani Martin Olsen og Thomas Thinggaard, umframt venjaranum hjá NSÍ, Anders Gerber, eru at tað gevur mest til elituna, um tú velur teir betru burturúr. Hetta hava tey eisini hugsað um í HB, men fyribils verður denturin lagdur á breiddina. – Vit hava barnafótbólt upp til U12. Tá snýr tað seg um at hava tað stuttligt og øll skulu sleppa at verða við. Tá vit koma til U14 byrja vit at velja frá eftir styrki, men royna mest møguligt at hava fleiri lið, sigur Milan Cimburovic og vísur á, at ein spælari, ið ikki Greinarøð: (Fyrsti partur Sosialurin 12.06.17) Í fyrsta parti av greinarøð um spælaramenning í føroyskum fótbólti tosaði ÍtróttarSosialurin við fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin Olsen og Thomas Thinggaard, umframt venjaran hjá NSÍ, Anders Gerber. Teir greiða frá, hvørjar avbjóðingar teir síggja í spælaramenningini í Føroyum, og koma við sínum boði upp á, hvussu vit kunnu taka næsta fetið. Allir eru samdir um, at Fótbóltssambandið og Mentamálaráðið skulu á vøllin við einum fótbóltsskúla. Her er nakað av tí, sum teir tríggir søgdu í ÍtróttarSosialinum fyri eini viku síðan. Jógvan Martin Olsen (Sosialurin 12.06.17) Fyrrverandi landsliðsvenjarin heldur, at feløgini skulu fylgja menn­ ingar­átakinum hjá FSF, og venja útfrá teimum fimm átaksøkj­un­um. Hann leggur dent á, at ov lítil partur av peninginum, ið verður brúktur í føroyskum fótbólti, fer til ungdómsmenning. Hví skal ein ungdóms­ venjari við nógvari ábyrgd arbeiða ókeypis, tá ein spælari kanska fær 5000-10000 krónur um mánaðin, spyr hann. Harum­framt skulu vit í størri mun dyrka talentini, betra um javnvágina millum venjing, dyst og hvíld og seta eitt fótbóltsakademi á stovn í Føroyum. Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67 + HAGTØL Føroysk spælaramenning: Fimm síður um spælaramenning í blaðnum í dag Greinarøð um fótbóltsmenning: – SKULU KOLLVELTA FØROYSKAN FÓTBÓLT ...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR SPÆLARAMETINGAR FRÁ LANDSDYSTINUM Á SÍÐU 16-17 FØROYAR-SVEIS: SPÆLDIR AV TÓRSVØLLI TURIÐ A. SAMUELSEN: VIT HØVDU EINA KNASANDI GÓÐA VERJU – HAR VAR EINGIN SLINGUR Í VALSINUM LES UM KVINNULANDSLIÐIÐ Í HONDBÓLTI Á SÍÐU 14-15 TAÐ SIGUR ANDERS GERBER, VENJARI HJÁ NSÍ. SAMAN VIÐ FÓTBÓLTSMENNARUNUM, JÓGVAN MARTIN OLSEN OG THOMAS THINGGAARD, FER ÍTRÓTTARSOSIALURIN AT VARPA LJÓS Á FØROYSKA FÓTBÓLTSMENNING HESIR SKULU TIL HM Í ALGERIA LES UM U21 LANDSLIÐIÐ Á SÍÐU 23 LES FYRSTA PARTIN AV GREINARØÐINI Á SÍÐU Á SÍÐU 18-22 U21 LANDSLIÐIÐ : Havnar Bóltfelag er upp á fleiri mátar størsta fótbóltsfelagið í Føroyum. Felagið hevur vunnið flest meistaraheiti og flest steypasigrar, hevur flest lið tilmeldaði í ár og hevur helst hægsta limatalið í Føroyum. Kortini stendur felagið seg lutfalsliga illa, tá tað kemur til spælaramenning. Plásstrot er ein av størstu avbjóðinginum. Onkuntíð eru 100 børn á vøllinum í senn Spælaramenning í HB: VILJA TEIR UNGU – MEN UMSTØÐURNAR ERU AVBJÓÐANDI Fakta um HB: 600 limir (mest í landinum) 56 lið (mest í landinum) 32 (venjarar)