Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 klárar tað sum spælari, kann fáa ein annan týdningarmiklan leiklut í felagnum. – Vit ynskja minst møguligt at velja nakran frá í HB. Tú hevur spælarar, sum menna seg seint og aðrar, sum brádliga taka av, tá teir blíva eldri. Uppaftur aðrir spælarar kunnu blíva hjálparfólk, venjarar, dómarar ella viðhaldsfólk hjá felag­ num. Teimum hava vit eisini brúk fyri, sigur Milan Cimburovic. Her vísur hann eisini á, at á ung­ um árum kann verða stórur munur á hvussu skjótt spælarar búnast kropsliga. Tí er vandamikið at velja ein spælara frá, bara tí hann er lítil og klænur í mun til hinar. Tað kann jú koma seinni. – Vit hava í ár tvey U18 lið. Eg veit ikki um tað er hent fyrr, men tað gevur okkum møguleikar at flyta spælarar millum árgangirnar, so tað gagnar teimum best, sigur Milan Cimburovic. Hann leggur tó dent á, at veg­ urin fram fyri at menna elituna, er at velja bestu spælararnar og venja teir fyri seg. Stórsigrar geva einki Ein kritikkur av HB hevur verið, at felagið leggur ov stóran dent á at vinna. Tað er einki galið við at vinna, men tá eitt FM vinnandi A-lið hjá HB vinnur við tveimum siffrum, vinnur ongin. Spælararnir hjá HB verða ikki mentir, men mótstøðuliðið fær heldur einki bruturúr. Milan Cimburovic hevur ikki tikið støðu til uppskotið, um at hava smidligari mørk millum ár­ gangirnar, har tey smærru feløgini eitt nú kunnu brúka eldri spælarar, heldur enn at liðið verður avtikið. Hann skjýtur upp nakrar broyt­ ing­ar til núverandi kapping, og heldur annars fyri, at tað er upp til HB at útjavna munin við at flyta spælarar upp. Í eitt nú U16 og U18 eru tað nøkur lið, sum skilja seg burturúr, og vinna javnan stórt á hinum. – Eitt gott boð kundi verið, at seinna hálva av kappingini verður skipað sum ein meistarabólkur. Tá spæla bestu liðini móti hvørjum øðrum, sigur Milan Cimburovic. Her heldur hann, at teir spæl­ ar­arnir mennast mest. Hann er eis­ini samdur við uppskotunum hjá Jógvani Martin Olsen, Thomas Thinggaard og Anders Gerber. Hann heldur, at lykilin er at samla bestu spælararnar, sum vilja full­ tíðar­fótbólt mest. Tað skapar eitt betri menningarumhvørvi. – Eg hevði fegin latið mínar bestu spælarar til landsliðsvenjing, sigur Milan Cimburovic, ið eisini heldur at vit í Føroyum skulu tora betri at velja elituna. Vilja skapa eitt gott venjaraumhvørvi Havnar Bóltfelag hevur sum mál, at allir høvðusvenjararnir hjá A-lið­unum frá U14 skulu hava A-venjaraprógv. Hetta fyri at styrkja um fakliga grundarlagið, men eins og við øllum øðrum feløgum í Før­ oyum, eru foreldravenjarar ein part­ur grundarlagnum. – Allir okkara høvðusvenjarar skulu hava venjaraprógv. Vit hava eisini fleiri pápavenjarar, sum er ein gamal trupulleiki í Føroyum, men tað hevði ikki riggað uttan teir, sigur Milan Cimburovic, sum eisini heldur, at ov nógvir góðir venjarar við prógvi ikki eru virkandi venj­ arar. Í HB bjóðar felagið øllum venj­ arunum at taka venjaraprógv, og felagið roynir at skapa eitt venj­ ara­umhvørvi, har allir venjararnir trívast saman og tosa saman. – Vit hava ikki stóra útskifting av venjarum. Eg haldi teir trívast væl og tað sæst aftur, at teir hava verið í longri tíð, sigur Milan Cimburo­vic. Áleið helmingurin av venj­arunum eru venjarar av berum áhuga. HB satsar upp á ungdómin Hóast HB fær skotið í skógvarnar, at felagið ikki leggur dent á at brúka egnar spælarar, er vónin at tað verður broytt komandi árini. – Havandi í huga, at vit missa flestu av okkara bestu spælarum, haldi eg ikki at tað stendur so illa til. Hygg eftir hópinum í dag, og tú sær fleiri av okkara egnu. Tað er torført at koma á liðið hjá HB, men nú skulu vit finna eina loysn, sum ger at vit fáa fleiri spælarar ígjøgnum. Eg vænti tað kemur at síggjast komandi árini, sigur Milan Cimburovic. Hann avvísir ikki, at teir spæl­ ararnir, sum ikki sláa ígjøgnum beinanvegin, kunnu fáa sínar roynd­ir í bestu deildini í øðrum feløg­um. – Vit hava sæð spælarar spælt við AB og í fjør útleigaðu vit eisini Hera H. Mohr og Jákup Paula Breck­mann til TB. Tað lótu tvøra­ menn væl at, sigur Milan Cimbur­ ovic. Avbjóðingar í HB eru ikki tær somu, sum í eitt nú B71. Men avbjóðingarnar eru kortini har. Nú hevur HB varpað ljós á avbjóð­ing­ ina og vónin er, at felagið í fram­ tíðini mennir enn fleiri spælarar. trondur@sosialurin.fo MENNING Milan heldur eisini: Um spælarar, ið fara av landinum “Tað er týdningarmikið fyri okkum at ungir spælararnir, sum fara av landinum, hava tað gott og koma til eitt umhvørvi, har teir mennast. Feløg í Evropa síggja nú okkum, sum tey sóu Ísland fyrr. Eitt stað, har tú kanst finna góðar ungar spælarar.” Um at koma á besta liðið “Tað er týdningarmikið, at ungu spælararnir verða brúktir rætt, tá teir koma upp á besta liðið. Teir mugu ikki spæla ov nógv, tí so blíva teir móðir og møguliga skaddir. Tá mennast teir ikki. Tú kanst eitt nú hyggja eftir Stefan Radosavljevic hjá suðuroyingum. Hann spælir nógv, men tað kann eisini blíva ov nógv.” Um at velja elituna til “Vit mugu tora at arbeiða við teimum bestu og velja spælarar út. Vit mugu tora at brúka orkuna upp á teir bestu spælararnar. Vit síggja eisini U-landsliðið arbeiða leingi við einum brutto-hópi. Tað er ikki altíð neyðugt.” Um vantandi U-landsliðsvenjing “Eg haldi eisini, at kappingin kundi verið skipað betri, so U-landsliðini kunnu hava fleiri samlingar. Í løtuni sært tú mangan, at U-landsliðini venja sunnumorgunin, eftir at spælararnir hava spælt dyst leygardag. Her kundi verið skipað soleiðis fyri, at tað verða sett heil vikuskifti av til U-landsliðsvenjing. Eisini liggur kappingin still frá 17. juni til eina ferð í august. Tað eru tveir teir bestu mánaðirnir at spæla fótbólt í. Tá sita vit heima og spæla ikki.“ Um fótbóltsskúlan “Fótbóltsskúlin í Havn kom í gongd í 2012. Eg var biðin at verða venjari saman við Jan Dam. Tá vóru spælarar úr øllum landinum, men síðani fóru økini í holt við sínar egnu fótbóltsskúlar, men av tí sama blívur støðið eisini lægri. Frá skúlanum, sum vit høvdu í 2012, eru næstan allir komnir víðari. At kalla allir spælararnir endaðu í Effo-deildini ella uttanlands. Mær dámdi ikki, at spælararnir ikki fingu døgurða og hvíld aftaná venjingina. Nú er tað ein “fólkaskúli”, har øll skulu kunna vera við. Tað hevur eisini gjørt, at venjingin er á lægri stigi. Tað er av stórum týdningi, at teir spælararnir, sum vilja fótbóltslívið eru saman.” Milan Cimburovic 49 ára gamli Milan Cimburovic hevur verið partur av føroyskum fótbólti síðani 1998, tá hann kom til Royn sum spælari. Hann spældi síðani við NSÍ, Sumba og TB. Hann hevur verið venjarin og ungdómsvenjari í TB, og høvðusungdómsvenjari hjá B36 og HB. Hann fekk A-venjaraprógv í 2006 og er høvðusungdómsvenjari hjá HB á sætta ári. Sum spælari spældi hann yrkisfótbólt í bæði Serbia og Ungarn. Umframt serbiskt, so tosar hann eisini, føroyskt, enskt, russiskt og ungarskt. Milan Cimburovic er giftur og eigur trý børn. Yrkisleið sum venjari: 1998: Spælandi venjari hjá Royn 1999: Spælandi venjari hjá NSÍ 2000: Høvðusvenjari hjá Sumba 2001-2006: Samskipari og ungdómsvenjari í TB 2008-2011: Samskipari og ungdómsvenjari í B36 2012-: Høvðuungdómsvenjari hjá HB