mánadagur 19. juni 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Føroyska hondbóltslandslið
ið vann sunnukvøldið final
una í Emerging Nations Cup,
tá teir í finaludystinum móti
Turkalandi vunnu 26-25 eftir
hálvleiksstøðuna 13-11. Hetta
er onnur ferðin at føroyska
landsliðið vinnur hesa somu
kappingina, tí fyri tveim
um árum síðani eydnaðist
tað eisini Føroyum at vinna
Emerging Nations Cup, sum
tá var spæld í Kosovo.
Hava arbeitt miðvíst
Ein av profilunum á før
oyska liðnum er Høgni Klein
Olsen. Hann var næst besti
føroyski toppskjútti í final
uni við sjey málum. Høgni
Klein Olsen greiðir frá, at
føroyska liðið hevur arbeitt
hart fyri at fyrireika seg til
kappingina í Bulgaria, og at
tað nú er alt stríðið vert.
– Talan er um serstakliga
góða kenslu. Vit fóru í gongd
so skjótt tann heimliga kapp
ingin endaði, so hetta er alt
stríðið vert, eingin ivi um tað.
Gagnnýttu at hava
størri orku
Sum heild hevur føroyska
liðið vunnið rímiliga sann
førandi í øllum dystunum í
kappingini, men í finaluni
sunnukvøldið stóð á hjá før
oyska liðnum. Hóast Før
oyar var á odda mestsum
gjøgnum allan dystin, hingu
turkar í nærum allan dystin.
Eitt skiftið í seinna hálvleiki
vóru turkar enntá eisini á
odda, men so megnaði før
oyska liðið at draga frá aft
ur, soleiðis at teir fingu hála
sigurin í land. Høgni Klein
Olsen sigur, at orkan á før
oyska liðnum var høvuðsor
søkin til at finalan koppaði
til Føroyar.
– Undan dystinum vistu
vit at teir vóru moyrir, eftir
at teir høvdu spælt umdyst í
hálvfinaluni. Men vit sluppu
ikki frá teimum, sjálvt um vit
høvdu kjansin fleiri ferðir. Tó
eru vit glaðir fyri at vit hildu
konsentratiónini, tá tað stóð
á, og koyrdu finaluna heim.
Vit høvdu meira orku enn
teir, og tað gagnnýttu vit til
okkara fyrimun.
Sigurin tryggjar
framhaldni í
landsliðsarbeiðinum
Seinastu árini hevur føroyski
landsliðshondbólturin verið
í rúkandi menning, og gull
heiðursmerki til Emerging
Nations
Cup
kappingina
í Bulgaria var fimta gull
heiðursmerki hjá Føroyum
í altjóða hondbólti í trý ár.
Høgni Klein Olsen sigur, at
sigurin til Emerging Nations
Cup tryggjar framhaldni í
føroyska
landsliðsarbeið
num.
– Fyri føroyskan hondbólt
hevur sigurin sjálvsagt nógv
at siga. Við at vinna Emer
ging Nations Cup, hava vit
tryggja okkum pláss í EM-
undankappingini,
og
tað
plássið tryggjar framhaldni
í føroyska landsliðsarbeið
inum. Vit skulu nú spæla
HM-undankapping í nov
ember og januar, og EM und
ankapping í oktober, mars,
apríl og mai 2018, so ein slíkur
sigur hevur stóran týdning
fyri
føroyskan
landsliðs
hondbólt, greiðir Høgni Klein
Olsen at enda frá.
Peter Krogh var
dagsins leikari
Til Emerging Nations Cup
kappingina í Bulgaria, var
Peter Krogh toppskjútti á
føroyska liðnum samanlagt,
og hann var eisini topp
skjútti í finaluni móti Turka
landi sunnukvøldið. Har
afturat var hann eisini eftir
finaludystin valdur til dags
ins leikara í finaluni.
– HETTA ER ALT
STRÍÐIÐ VERT
Tað sigur ein av mest eyðsýndu
føroysku leikarunum í finaluni
av Emerging Nations Cup, Høgni
Klein Olsen, sum fegnast yvir
sigurin hjá føroyska liðnum.
Føroyska liðið hevur arbeitt
miðvíst móti kappingini, síðani
føroyska landskappingin endaði.
Føroysku málskjúttarnir vóru
annars hesir í kappingini:
Peter Krogh 36
Hans Eli Sigurbjørnsson 33
Høgni Klein Olsen 27
Hanus Christophersen 17
Allan Norðberg 17
Tróndur Kragesteen 14
Rókur Akralíð 13
Rógvi Dal-Christiansen 11
Frank Brynleifsson Askildsen 10
Tróndur Arge 9
Torstein Balle 8
Eirikur Simonsen 8
Úrslit hjá føroyska hondbóltslandsliðnum
til Emerging Nations Cup:
Finalan: Føroyar – Turkaland 26-25
Hálvfinalan: Føroyar – Kosovo 33-30
Fjórðingsfinalan: Føroyar – Bulgaria 30-24
Bólkaspælið: Føroyar – Armenia 44-6
Bólkaspælið: Føroyar – Moldova 40-30
Bólkaspælið: Føroyar – Kina 30-23
Fegnir føroyskir leikarar aftaná fjórðingsfinaludystin
móti vertstjóðini Bulgaria fríggjakvøldið.
Høgni Klein Olsen (17) og
Rógvi Dal Christiansen
(15). Í greinini er samrøða
við Høgna Klein Olsen, ið
var næst besti føroyski
toppskjútti í finaluni.