Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Tað hevur verið eitt hend­ ingaríkt fótbóltsviku­skifti. 13. umfar í landskappingini bjóðaði upp á fleiri óvæntaði úrslit, bæði mansliðið og kvinnulið hjá ÍF Føroyum fluttu upp, meðan røringur er í útisetunum, har Sonni Ragnar Nattestad er aftur á vøllinum, meðan Hallur Hans­son hevur verið undir skurð. Ónøgdur HB-venjari Ein av meiri óvæntaðu úrslit­ unum í gjár var í Gundadali, har HB tapti 2-1 fyri einum Skálaliðið, sum mikukvøldið spældi javnt móti níggju suður­oyingum. Í samrøðu við 3-2 sendingina hjá Kring­ varpinum var venjarin alt ann­að enn nøgdur. – Eg eri vónbrotin av, at vit ikki taka meiri ábyrgd. Tað vísir seg, at allir renna undan og ongin vil hava bólt­ in og seta í gongd. Tí verða vit eisini útstillaðir. Orsøkin til at vit tapa er, at vit royna eftir sigrinum og teir fáa eitt mótálop. Tað er hvat tað er, tí vit skulu hava trý stig í dag og ikki eitt, sigur Sigfríður S. Clementsen við 3-2 og leggur afturat: – Hetta er eitt kempi minus, tí eg helt at vit vóru á rættari leið og trý stig høvdu komið væl við. Nú skulu vit ansa eftir, at vit ikki blíva yvirhálaðir. Nú vil eg hava eina reaktión frá spælaranum í hesi vikuni og fríggjadagin hava vit eina óhugnaliga torføra uppgávu í suðri. Vit mugu vaska hetta av okkum, tí hetta var pín­ ligt, sigur Sigfríður S. Cle­ ment­sen. Tað ljóðar, at tað er rør­ ingur í kring HB við spæl­ ar­um. Tað hevur leingi ljóð­ að, at felagið er ónøgt við avrikini hjá Martin Bergvold, meðan liðið Á Skála hava spælararnir næstan ikki vilja sítt seg alment, eftir at suðuroyingar mikukvøldið javnaðu við níggjumonnum. Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacob­ sen, helt fyri, at nú kundu teir vísa seg aftur. Sonni Ragnar aftur á vøllinum Landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er aftur á vøllinum, eftir at hann sleit hælsinuna tíðliga í ár. Hann hevur nú á fyrsta sinni verið á vøllinum aftur og kann spæla við einum bólti. – Eg eri byrjaður at venja úti nú. Renni eitt sindur og spæli eitt sindur bólt. Fyribils klári eg avleveringar og einfaldar venjingar. Eg venji eitt sindur við liðnum mána­dagin, so nú er ikki meir enn fýra til fimm vik­ ur til eg skuldi verið klárur, sigur Sonni Ragnar Natte­ stad úr Molde. Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki verið við tveir teir seinastu landsdystirnar, og hevur enn at spæla sín fyrsta dyst í norsku tippuliguni. Ein annar landsliðsspæl­ ari, sum er ein mánað frá at kunna spæla aft­ur, er Hallur Hansson. Lands­liðs­mið­vall­ arin hevur verið undir skurð og tað gekk væl. – Tað gekk væl. Læknin er væl nøgdur, so tað verð­ ur nokk eini fýra til fimm vikur frá nú av, sigur Hall­ur Hansson, sum hevur sátt­ mála við danska AC Horsens. Landsliðið spælir aftur síðast í august, tá vit spæla á útivølli móti Portugal. Útisetar fluttir upp Bæði besta mansliðið og kvinnu­liðið hjá ÍF Føroyum fluttu um vikuskiftið upp. Mans­liðið hevði tveir dystar­ bóltar fyri at røkka upp­flyt­ ingini. Fyrri møguleikin var móti FC Udfordringen um vikuskiftið og ÍF Føroyar vann 2-1, eftir at hava verið aftan­fyri. Málini hjá ÍF Før­ oyum skoraðu Bogi Løkin og Beinir Ellefsen. Besta mans­ liðið hjá ÍF Føroyum skal komandi kappingarár skal í Keypmannahavns-seriuni. Kvinnuliðið greiddi eisini sín setning við at vinna 1-0 á FB 2. Einasta málið í dyst­ inum skoraði Monika Sam­ uel­sen. trondur@sosialurin.fo Í ÍtróttarSosialinum hesa ferð er annar partur av greinarøðini um spælaramenning í føroyskum fótbólti. Í fyrsta partið tosaðu vit við fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin Olsen og Thomas Thinggaard, umframt NSÍ venjaran, Anders Gerber. Málið var at fáa eitt heldur øðrvísi sjónarhorn á menning av føroyskum fótbólti, har teir sluppu at hugsa leyst av øllum og koma við alskins loysnum. Uppgávan var ikki at finna fígging ella síggja forðingar. Tí vóru fleiri loysnir eisini fíggjarliga avbjóðandi. Fótbóltsskúli, løntir ungdómsvenjarar og eitt menningarumhvørvi, har einstaki venjarin hevur tíð at menna einstaka spælaran. Tað hevði verið tað bestu, sum vit kundu gjørt. Í øðrum parti av greinarøðini tosa vit við tvey feløg, sum umboða tveir ymiskar trupulleikar í føroyskum fótbólti. Havnar Bóltfelag er eitt tað mest útskeldaða felagið, tá tað kemur til spælaramenning. Sannleikin er tó, at felagið mennir spælarar, men ikki nokk, tí fráfallið er stórt. Eisini til onnur feløg eitt nú í Danmark. Ein onnur avbjóðing eru nógvu børnini, ið vilja sleppa at spæla við HB. Tað ger, at tað onkuntíð eru upp til hundrað børn á vøllinum í senn. Tað er eisini ein avbjóðing. Øðrvísi er á Sandoynni, har fólkatalið er minkað ein fjórðing seinastu 30 árini. Hóast avbjóðandi umstøður, so hevur B71 ment mangan fótbóltsspælara. Vit spyrja hvørjar avbjóðingarnar eru og hvussu tað ber til, at felagið alíkavæl megnar at menna so nógvar spælarar. Til lukku hondbóltslandsliðið Manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið Emerging Nations kappingina í Bulgaria. Ikki nokk við tí, talan er um fimta steypið sum føroyskur landsliðshondbóltur vinnur upp á trý ár Tað er ein sólskinssøga og nú er upp til hondbóltsfólkini um at fylgja við framgongdini. Eitt nú skurrar tað, tá sagt verður, at nógvir av bestu spælarunum hjá kvinnunum hava valt landsliðið frá. Vónandi hendir tað ikki aftur. trondur@sosialurin.fo Avbjóðingin úti í feløgunum SIGFRÍÐUR: VIT RENNA UNDAN ÁBYRGD Tað var ein argur venjari hjá HB, sum úttalaði seg eftir 2-1 tapið fyri Skála í Gundadali í gjár. Úrslitini í 13. umfari í landskappingini lagaðu seg soleiðis, at HB við sigri aftur hevði bjóðað av í oddinum, men stendur eftir sum stóri taparin saman við ÍF