Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 19. JUNI 2017 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Sigrun kennir menningartarn á egnan kropp – Arbeiðið hevur ligið mær nær hjartanum – Nógv av tí, sum nú er komið á økinum, eru viðurskifti, sum vit hava arbeitt við í nógv ár. Tað tekur jú ofta langa tíð at fáa nakað í gjøngnum. Tì krevur tað, at man er áhaldandi, sigur Sigrun Wardum, sum sjey tey seinastu árini hevur stríðs fyri rættindunum hjá teimum, sum hava menningartarn Sólvit Nolsøe Seinast í mai mánaði fór Sigrun Wardum frá sum nevndarforkvinna í Javna. Javni er felag hjá fólki við menningartarni. Tá Sigrun Wardum fór frá hevði hon sitið sum forkvinna í sjey ár. Hon sigur, at í einum starvi sum at verða forkvinna í Javna, skal ein hava gott tol. – Nógv av tí, sum nú er komið, eru viður­ skiftir, sum vit hava arbeitt við í nógv ár. Tað tekur ofta langa tíð at fáa nakað ígjøgnum. Tí krevur tað, at mann er áhaldandi, sigur Sigrun Wardum. Hon sigur, at hon fór uppí arbeiðið tí tað hevur ligið henni á hjarta at arbeiða á hesum øki, tí hon eigur ein son við menningartarni. Hesi árini, ið hon hevur sitið sum forkvinna hava verið gevandi og tað hevur verið nógv frambrot. Serliga tekur hon tvey framstig sum dømi – Tað er komið gongd á íbúðarbygging til fólk við meningartarni og eisini mið­náms­ skúlaútbúgvingar. Tað síggi eg sum nakað stórt, sigur Sigrun Wardum Hon sigur tó víðari, at hóast tað er gott, at fólk við menningartarni fáa íbúðir at búgva í, so harmast hon um, at tað sær út sum tey ætla at byggja stór hús, har nógv fólk koma at búgva saman. Sambært gransking, sum hevur við trivnað at gera, er ikki skilagott at samla nógv fólk við fráviki frá tí sum vanliga verður sæð sum normalt á sama stað. – Tað, at tey byggja stórt ger, at tað verða ov nógv fólk saman og tað kann ganga út yvir trivnaðin. Tað skulu helst ikki verða meir enn millum fýra og seks fólk saman. Í tí sum gongur fyri seg nú eru tó onnur viðurskiftir tikin framum, sigur Sigrun Wardum. Ó støðug barnaár við ikki færri enn átta skúlaskiftum. Sangarin René Dif veit, hvussu tað er at vera ungur, hava lítið sjálvsálit og at kenna seg einsamallan í heiminum. So tá fyrrverandi danski forsætisráðharrin og protektor fyri Det Sociale Netværk og ungdómsráðgevingina head­space, Poul Nyrup Rasmussen, spurdi, um Dif hevði hug at skriva ein sang til headspace, hugs­aði René Dif seg ikki leingi um, áðrenn hann játtaði. Tað bleiv til sangin ”Vinterbarn”, sum handlar um, at mann er nóg góður, sum mann er, uttan mun til hvat onnur halda. René Dif ber nógv fyri brósti, tá talan er um ung, sum stríðast við alt frá hjartasorg til sálarligt viðbrekni. Hann hevur sjálvur upplivað at skula skifta skúla átta ferðir, tá hann var barn. Hann fekk ikki 9. floks prógv, og hann hevði ynskt, at hann hevði havt eitt headspace, tá hann var barn og ungur. – Um headspace hevði verið til, har mann bara kann koma beint inn av vegnum uttan at skula mátast og vigast, og uttan at skula bíða í 2 ½ mánað, so hevði eg verið glaður. Tað, at mann kann koma uttan at skula vísa á alt møguligt, merkir, at mann kann koma við teimum trupulleikunum, mann hevur, nú og her. Tað eru øll tey stóru tingini, sum mann er heilt einsamallur um. Tær stóru avgerðirnar, kenslan av ikki at vera nóg góður, at mann ikki veit, hvar mann skal fara, hvønn mann skal venda sær til, hvat mann skal gera, sigur René Dif. Føroyskt headspace

 Ungdómsráðgevingin headspace hevur nú 16 miðstøðir í Danmark og hevur eisini ætlan um at lata ráðgeving upp í Føroyum. Ung kunnu koma til headspace anonymt og fáa hjálp til alt frá hjartasorg og einsemi til vantandi sjálvsálit og sálarligt viðbrekni. Í løtuni verður kannað, um til ber at finna fígging til at lata eina headspacemiðstøð upp, sum í fyrstu atløgu verður í Tórshavn. Sam­ starvið um eina føroyska headspacemiðstøð er ímillum Det Sociale Netværk og Sinnisbata, áhuga­ felag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarð­andi teirra. René Dif og poppbólkurin Aqua seldu í sínum bestu døgum í 90’unum meira enn 36 milliónir fløgur, so vantandi sjálvsálit og einsemi er nokk ikki tað, sum heimurin setur í samband við René Dif. Men hansara egnu avbjóðingar sum barn og ungur gera, at hann væl skilir tey ungu, sum hava trupult við at finna fótafesti í tilveruni. Til tey ungu, sum hava tað trupult í dag, hevur hann hesa áheitan, sum eisini er kjarnan í nýggja staklagnum, “Vinterbarn”: ”Eg tori væl sjálvur at kalla meg størsta mynsturbrótaran í Danmark. Men øll ung hava tað í sær. Tað er bara ein spurningur um at halda á og ikki geva tí, sum onnur halda, gætur. Tað er ringt, tá mann er ungur og ikki hevur stórt sjálvsálit, men trúgv uppá tað! Um tú kanst droyma tað, so kanst tú gera tað. At hava tamarhald á egnum lívi er ein sigur. Og mann skal ongantíð vera bangin fyri at biðja um hjálp. Tað havi eg altíð gjørt, og tað fari eg altíð at gera. Um eg byrji uppá okkurt nýtt, sum til dømis nú, har eg sum 48 ára gamal havi fingið eina kokkaútbúgving, so eri eg jú noyddur at spyrja onnur, sum hava royndir. Og tað eru tey fæstu sum siga, at tey ikki vilja hjálpa tær”, sigur René Dif. René Dif er sera glaður fyri samstarvið við framleiðaran Kristoffer Mørkøre, sum eigur Kris- Stuff Studio í Tórshavn. Sangurin, ”Vinterbarn”, er skrivaður á eini ferð til Føroya í samstarvi við framleiðaran og tónleikaran, Kristoffer Mørkøre, sum René Dif bert kann bera rós. – Kristoffer er ein ótrúligur framleiðari. Hann dugir framúr væl at lesa tey listafólkini, sum hann arbeiðir saman við. Hann hevur eina einastandandi tónleikafatan, og hann er tann besti at samstarva við í tí tónleikaligu til­ gongdini og undir menningini av einum sangi. Kristoffer er bara sum heild ein góður tónleikari. Vit hava arbeitt saman fleiri ferðir, eg havi verið í Føroyum meira enn 10 ferðir nú. Vit arbeiða so væl saman, at tá vit skrivaðu ”Vinterbarn”, gjørdu vit líka nakrar sangir afturat, nú tá vit vóru í gongd, sum vit skjótt fara í studio at spæla inn, sigur René Dif. Føroyingur framleiðir sang við René Dif og Nyrup Ung, sum hava tørv á onkrum at tosa við, fáa teirra heilt egna sang við nýggja staklagnum, »Vinterbarn«, hjá Aqua- stjørnuni René Dif. Hann hevur skrivað og framleitt sangin saman við viðurkenda føroyska framleiðararnum Kristoffer Mørkøre »Eg tori væl sjálvur at kalla meg størsta mynsturbrótaran í Danmark. Men øll ung hava tað í sær. Tað er bara ein spurningur um at halda á og ikki geva tí, sum onnur halda, gætur. Tað er ringt, tá mann er ungur og ikki hevur stórt sjálvsálit, men trúgv uppá tað! Um tú kanst droyma tað, so kanst tú gera tað. At hava tamarhald á egnum lívi er ein sigur« René Dif