hósdagur 14. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 196 - 14. oktober 2004
Nr. 196 - 14. oktober 2004
11
Tað er ikki meira enn ein vika síðan, at vit á hes-
um teigi gjørdu vart við, at eitt hittt mest mar-
kanta vallyftið var goymt og gloymt. Vit hugsaðu
um lyfti javnaðarfloksins um ókeypis mjólk og
heilsugóðan skúlamat. Men vit gjørdu landsstýr-
inum órætt, tí nú frættist, at ein fólkaheilsuætlan
nú er veg. Sambært hesi ætlan, ið fevnir um
skeiðið 2005-2015, skulu øll føroysk skúlabørn
fáa ókeypis mjólk og frukt í skúlanum longu frá
1. januar 2005. Peningur er settur av á fíggjar-
lógini til skipanina. Hetta eru sera góð tíðindi og
vit skylda landsstýrismanninum í almanna- og
heilsumálum eina umbering, tí vit hava gjørt
honum og landsstýrinum órætt.
Sum kunnugt hava fleiri skúlar longu eina mjólk-
arskipan, sum foreldrini sjálvi gjalda. Lands-
stýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm,
metir tó skipanina hava so stóran týdning, at hon
nú skal gerast ókeypis á øllum skúlum í Føroyum
- samstundis sum hon eisini skal umfata eitt frukt-
ískoyti.
Ókeypis mjólkar- og fruktskipanin er liður í
nýggju fólkaheilsuætlanini, sum má sigast at
raðfesta børnini høgt. Í løtuni situr nevniliga
eisini ein arbeiðsbólkur og orðar lesiætlanina til
nýggju lærugreinina Heilsukunnleiki, sum ætl-
andi skal byrja í fólkaskúlanum komandi skúlaár.
Sum kunnugt varð í valstríðinum lovað ein sunn
heitt máltíð hvønn skúladag til øll børn í fólka-
skúlanum. Ein ókeypis mjóka- og fruktskipan er
sjálvsagt ikkki tað sama sum ein heitur og
heulsugóður døgurði, men hetta er ein sera góð
byrjan. Hetta so mikið meira um, at føroysk børn
jú eta ov lítið av frúkt. So her mugu vit taka hattin
av fyri landsstýrismanninum, samstundis sum vit
vóna, at tað eydnast honum at koma ígjøgnum við
hesum frálíka uppskoti.
Fólkaheilsuætlanin leggur eisini upp til at endur-
skoða og dagføra matvørulógina. Hans Pauli
Strøm ásannar, at verandi matvørulóg als ikki
virkar eftir ætlan, tí hon setur alt ov fá og óneyv
krøv til upplýsingar um tær ymsu matvørurnar.
Tað er einki at ivast í, at tørvur er á at fáa mat-
vørulógina endurskoðaða. Brúkaraverjan í Før-
oyum er so sum so. Tí er eitt hvørt stig, sum hevur
til endamáls at verja brúkaran, kærkomið. Hetta
er alt samalt ein sera góð byrjan og nú verður
spennandi at síggja, hvussu leikur fer. Vónandi
eydnast hesar verkætlanir landsstýrismansins í
øllum góðum. Fólkaheilsan er eitt hitt mest týð-
andi málið í okkara tíð og tað er í tøkum tíma, at
landsins myndugleikar fara at taka hetta mál í
álvara.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fólkaheilsa og vallyfti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður:
1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jacob Poulsen
kommunustýrislimur
í
Sumba
Tá ið landsstýrið hevur ætl-
anir um at byggja skúlar í
Suðuroynni so sum mið-
námsskúla og aðrar skúlar,
ja, ein skúladepil, so er tað
rætt at byggja hesar skúlar í
Hovi. Hov liggur mitt í
oynni, og tá ein tunnil er
komin millum Øravík og
Hov, er ongin trupulleiki
hvar ein býr í oynni. Hetta
kemur so avgjørt at verða
til stórt gagn fyri Suður-
oynna. Upprunaliga varð
miðnámsskúlin lagdur í
Hovi, men síðan bleiv hann
fluttur til Vágs.
Løgmaður, Jóannes Eid-
esgaard, landsstýrismaður-
in í almanna/heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, og
landsstýrismaðurin
í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, vóru á fundi við
Vágs kommunu tann 11.
september og við sær
høvdu teir eitt tilboð til
Vágs kommunu at flyta
miðnámsskúlan til Hovs,
við tað at eitt ellis/røktar-
heim verður bygt í Vági á
staðnum, har sum grivið er
út fyri miðnámsskúlanum.
Vágs kommuna tekur
ikki av tilboðnum frá lands-
stýrinum at byggja ellis/
røktarheim,
sum
hevði
kunnað givið 35 nýggj ar-
beiðspláss í oynni. Har
gjørdi Vágs kommuna eitt
álvarsligt mistak. Tí undrar
tað meg, tá ið so nógv fólk
eru arbeiðsleys í oynni, tað
vita borgarstjórin Jógvan
Krosslá og kommunustýr-
islimir í Vági av.
Men tá nú landsstýrið
hevur ætlanir at byggja
ellis/røktarheim í Suður-
oynni, tá áttu teir at kunna
hinar kommunurnar um
ætlanina, tí kommunurnar
eru jú ein partur av bygg-
ingini. Suðuroyggin er ikki
bara Tvøroyri og Vágur, og
tí skulu aðrar kommunur
takast við í tær ætlanir, sum
landsstýrið skal fremja í
framtíðini, eisini tá hugsað
verður um, at Suðuroyggin
møguliga
verður
ein
kommuna um ikki so langa
tíð.
Tá landsstýri og komm-
unur ætla at byggja ellis/
røktarheim í Suðuroynni,
so er ein rúgva av møgu-
leikum, eg fari á komandi
fundi í kommununi at hava
eitt uppskot um, at Sumbiar
kommuna skal útvega eitt
grundstykki klárt til at
byggja eitt ellis/røktarheim,
sum kemur at nøkta tørvin í
Suðuroynni langt fram í
tíðina. Tá ið okkara ung-
dómur er liðugur við sína
útbúgving, tað verið seg
her á landi ella í øðrum
londum, so skal hann hava
eitt arbeiði at koma til her í
Suðuroynni. Men nú vísir
tað seg at onki arbeiði er at
finna, tí haldi eg at lands-
stýrið skal leggja almennar
stovnar út um landið, so-
leiðis at Suðuroyggin fær
sín part.
Kommunurnar/kommun-
an her í oynnu mugu virka
til at skapa karmarnar so
góðar sum møguligt fyri
nýggjum arbeiðsplássum/
vinnulívinum, soleiðis at
tað kann lata seg gera hjá
landsstýrinum at leggja
stovnar til Suðuroynna.
Hov er vælegnað
Hjørleif Hjaltalin
Valevni fyri Fólkaflokkin til
Tórshavnar býráð
Sum flestu kunnugt, blóm-
ar tónleikalívið í Tórs-
havnar kommunu. Vit hava
fleiri ung fólk, ið spæla
tónleik í Margarinfabrikk-
ini, ung fólk í Musikk-
skúlanum, fleiri kór , horn-
og træblásarar, bólkar, ið
framføra klassiskan tón-
leik, bólkar sum spæla jazz
tónleik umframt øll tey
ungu, ið hava funnið eitt
kjallarahøli at venja í.
Eg ivist stórliga, um nak-
ar annar býur í heiminum,
við sama fólkagrundarlagi,
hevur eitt so ríkt tónleikalív
sum Tórshavnar kommunu
hevur, og hetta sereyðkenni
má stuðlast og varveitast!
Trupulleikin hjá tón-
leikalívinum í Tórshavn er,
at tað einans er eitt høli, ið
er egnað til framførðslu av
tónleiki og er tað í Norður-
landahúsinum. Men Norð-
urlandahúsið er ætlað til
nógv onnur endamál enn
tónleik og ikki er altíð lætt
at koma framat. Norður-
landahúsið er heldur ikki
eitt hús burturav til tiltøk
hjá borgarum í Tórshavnar
kommunu, men fyri allar
føroyingar og norðurlend-
ingar.
Fyri at tónleikalívið í bý-
num framvegis kann blóma
og fáa virðiligar karmar at
virka undir, eigur eitt ment-
anarhús at verða bygt. Eitt
tílíkt hús kundi verið karm-
ur um fleiri mentanartiltøk
í býnum, t.d. tónleikafram-
førslur, sjónleikir, upp-
lestur, framsýningar o.s.fr..
Eru karmarnir í lagi, fer
mentanarlívið at blóma enn
meira, og hvør veit, kanska
kunnu vit við hesum stuðla
undir komandi "tónleika-
stjørnum", ið kunnu selja
teirra tónleik uttanlands !
Eitt mentanarhús í Tórs-
havn eigur sjálvandi eisini
at innihalda annað enn
framførðslur. Har kundi t.d.
verið ein føst framsýning,
ið lýsti søguna hjá Tórs-
havnar kommunu, fastar
framsýningar av ognum hjá
Tórshavnar kommunu, sum
í dag eru spjaddar um allan
býin. Stutt sagt, eitt hús, ið
verður brúkt, og sum allir
borgarar
í
kommununi
kunnu fegnast um! Stutt
sagt, ein mentanarmiðdep-
il!
Mentanarhús í Tórshavnar kommunu
VAL04
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Nøvnini á 8 kvinnum
komu á kvinnulistan
mikukvøldið eftir fundin
"Kvinnur! Takið eisini
ábyrgd í politikki!", sum
Tofta Kvinnufelag skip-
aði fyri. Tað er fimtu
ferð,
at
kvinnulistin
stillar á Toftum.
At so fáar kvinnur eru
við í politikki, er ein
fólkasjúka! Soleiðis tók
Kristina W. Andreassen
til á fundinum, sum
Tofta Kvinnufelag skip-
aði fyri mikukvøldið.
Kristina
var
fyrsta
kvinnan, ið varð vald í
bygdarráðið á Toftum í
70’unum.
Kristina fortaldi mill-
um annað um arbeiðið at
fáa fótbóltsvøllin, sum
harliga trongdist til tey
ungu. Hóast tað eru
mong ár síðani Kristina
gavst í bygdarráðnum,
og væl komin til aldurs,
er hon framvegis eld-
huga fyri politikki, og
eggjar yngru kvinnun-
um at halda seg framat.
Kristina var ein av trim-
um kvinnum sum á
fundinum søgdu frá sín-
um royndum í lokalpoli-
tikki.
Vardi ansingina
Jancy Olsen, forkvinna í
kvinnufelagnum, hevur
eisini verið sera virkin í
politikki. Hon hevur júst
sagt seg frá sum næst-
forkvinna í Javnaðar-
flokkinum,
og
sum
lokalpolitikari
gjørdi
hon tænastu í 8 ár. Hon
varð vald í bygdarráðið
á fyrsta kvinnulistanum,
sum stillaði í 1988.
Jancy sat í tvey valskeið.
Á fundinum greiddi hon
millum annað frá um
hvussu
trupult
tað
mangan var, at fáa end-
arnar at røkka saman, tá
grunt var í kommunu-
kassanum.
- Tá mennirnir vildu
skerja barnaansingina,
so mammur, ið vóru
heima vegna barnaburð,
ikki skuldu fáa ansing-
artilboð til størri børn-
ini, segði eg korta nei!
greiddi Jancy frá, sum
eitt dømi um hvørji
málsøki hon hevði stríst
fyri.
Til valið í 1996 stillaði
Jancy ikki uppaftur, og
tá varð Katrin Poulsen
vald á kvinnulistanum.
Hon hevur sitið í 8 ár, og
stillar
ikki
uppaftur
hesaferð.
Katrin
er
leiðari fyri dagrøktina,
og hevur eisini eitt festi
at taka sær av. Komm-
unufundirnir eru um
kvøldið, og Katrin dylir
ikki fyri, at tað krevur
fitt av orku at arbeiða
við kommunupolitikki.
– Men kommunupoli-
tikkur er spennandi og
sera áhugavert arbeiði,
sum eg havi røkt í 8 ár.
Nú vil eg fegin lata aðrar
sleppa framat, sigur
Katrin.
Ein vansi
Á Toftum stilla tey ikki
eftir flokki. Bert ein al-
mennur listi er, og á
listanum eru 11 valevnir
- av hesum bert ein
kvinna.
Alfred Olsen, komm-
unuskrivari og tingmað-
ur hjá Sambandsflokk-
inum, segði í sínum inn-
leggi, at kvinnulistin
hevur skyldina í, at so
fáar kvinnur stilla á hin-
um listanum.
- Kvinnulistin virkar
kanska móti síni ætlan.
Tí tá kvinnurnar vita at
hesin listin kemur, vil
eingin á tann almenna
listan, og tað er spell,
helt Alfred Olsen. Hann
strikaði undir, at tað
veruliga er tørvur at fáa
fleiri kvinnur við - bæði
í lokalpolitikki og í
landspolitikki.
Royndi landspolitik-
arin ásannaði tó, sum
víst var á, at skulu tey á
Toftum hava møguleika
at velja fleiri enn eina
kvinnu á hesum komm-
unuvalinum, má ein listi
gerast afturat. Tí al-
menni listin er liðugur,
og á honum er, sum
nevnt, bert ein kvinna.
Felags ábyrgd
Annika Wardum Joen-
sen var eisini gestarøð-
ari á fundinum miku-
kvøldið. Hon gjørdi eitt
tankaeksperiment,
og
bað
fundarfólkið
í-
mynda sær eina politiska
skipan,
har
einans
kvinnur sótu við valdin-
um.
– Hvørjar raðfestingar
høvdu tá verið gjørdar?
Hevði tað verið ein nóg
góð skipan og hevði rætt
verið raðfest? Kanska
sæð frá okkara sjónar-
horni, men neyvan frá
einum samfelagssligum.
Í politikki tørvar okkum
bæði kvinnur og menn.
Okkum tørvar at taka
ábyrgdina saman, so vit
fáa ein politikk, har
áhugamálini hjá øllum
pørtum í samfelagnum
verða
raðfest,
segði
Annika.
Nærum fullteknaður
Fyri fundin var ikki
gjørt av, um kvinnulistin
á Toftum fór at stilla
aftur hesaferð. Men eftir
fundin vóru longu átta
nøvn á listanum, og trý
koma
helst
afturat.
Listin verður klárur í
hesi vikuni, sigur Jancy
Olsen, forkvinna í Tofta
Kvinnufelag.
Kvinnulisti nærum
fullteknaður
VIÐMERKINGAR
Atli Hansen
Dastið av føroysku fjøl-
miðlunum tykist at hava tað
best við at dyrka tað nega-
tiva og tað gølukenda, tá ið
tað snýr seg um føroysku
vinnuna. Teir leggja lítið í
at vera til staðar við tí góða
orðinum tá íð tað gongur
væl og tá íð framgongd við
íløgum verður vekslað um
til nýhugsan og frambrot.
Lítil og eingin hugur er at
bera tær ljósu søgurnar
víðari, sum eisini standast
av, at tað gongur væl.
Pelagiska vinnan er einki
undantak. Nú hevur tað
gingist væl í nøkur ár og tí
hevur dúgliga verið sneytað
í roknskapum fyri at vita,
hvat yvirskotini hava verið
og hvat tey verða nýtt til
við tí undirtóna, at hetta
helst rennur niður í nakrar
reiðara- ella partaeigara-
lummar. Rækjuflotin við
sínum undirskotum fekk
toyggið í undanfarnu viku.
Ókvalifiseraðar illgitingar
um støddina av eginpen-
inginum sum ein fylgja av
uppskrúvaðum virðum á
skipum hava avdúkað eina
ófatuliga lítla vitan hjá
blaðmanninnum um rokn-
skaparliga eftirliti á hesum
øki.
Serliga hava blaðmenn á
Dimmalætting roynt at íðk-
að hesa grein og við jøvn-
um millumbilum verið teir
ídnastu at finna sær eina
rók at skapa sær livibreyð á
í hesum samanhangi. Í
seinastuni hevur tað so
verið Georg L. Petersen,
sum er komin aftur á vøllin
sum umboð fyri henda
bólkin í blaðhúsinum.
Fyrst royndu teir at finna
út av, hví útlendskur kapi-
talur hevði so lætt spæl í
føroysku fiskivinnuni. Teir
funnu ikki út av nøkrum og
máttu sleppa endanum.
Seinni hevur Georg roynt at
mistonkiliggera ein ávísan
kapitalvøkstur í pelagiska
flotanum og lýst tað sum
nakað ivasamt. Hann hevur
helst ikki funnið út av, at
fleiri nðggj skip eru komin
til landið. Man roknar helst
við á blaðnum at hava eitt
størri undirhaldsvirði við at
illtonkja og skapa mystik
enn bert at frøast saman við
teimum, sum hava verið við
til hesa framgongd. Hvað-
ani skulu íløgur í fram-
tíðina koma, um tað ikki er
frá vøkstri?
Í síni framhaldandi nega-
tivu herferð skal Georg nú
royna at finna út av, hví
íðnaðarbátar ikki kunnu fáa
fiskiloyvi á sama hátt sum
pelagisku skipini. Hví íðn-
aðarbátar ikki kunnu fiska
sum nótaskip. Og tá ið
hetta fyri honum er ein
trupul spurningur, hevur
hann fingið sær advokat-
hjálp frá einum, íð av
royndum eigur at vita
nakað um málið.
Svarið er so einfalt sum
tað, at hetta eru tveir ym-
iskir skipabólkar, sum hava
fingið veiðu- og fiskiloyvir
út frá ymiskum fortreytum.
Frá byrjanini av hevur verið
tosað um ídnaðarbátar við
botntroli mótvegis trol- og
nótaskipum, sum við nót
síðani fyrst í 60-unum og
flótitroli síðani 1976 hava
roynt eftir uppsjóvarfiski. Í
øllum okkara grannalond-
um er hetta eisini atskildir
bólkar. Og tað slepst ikki
ímillum teir.
Lógin um vinnuligan
fiskiskap kann fáa skyldina
fyri nógv og er helst ikki
nakað meistaraverk innan
lógarsmíð. Men á onkrum
økjum er hon nóg greið
m.a. í § 8. Har er tað blað-
maðurin villist í síni tulk-
ing, tá í hann sigur, at sama
slag skip fáa ymiska við-
gerð. Tað er ikki slagið av
skipum, men hvønn fiski-
skap, tey reka ella hvønn
bólk, tey hoyra til, sum er
avgerandi fyri hvørji loyvir
tey fáa.
Tá ið blaðmaðurin enntá
kan fáa tað til, at " nú er
eingin møguleiki at keypa
nýggjari og betri skip", so
er hann farin heilt av kós og
hevur valla skilt nakað sum
helst av tí, hann roynir at
fáa eina grein burtur úr. Tað
er veiðuorka og ikki aldur
og góðska, sum lógin um
vinnuligan fiskiskap leggur
til grund. Einhvør fær inn-
flutningsloyvi til nýggjari
og betri skip, men ikki við
størri veiðu orku.
Í grein í Dimmalætting
12.10.04
við
heitinum
"Grundgevingar í leysari
luft" nevnir Georg L. Peter-
sen bæði Havørnina og
Atlantsfarið sum dømir.
Eitt sindur ógreitt um tey
eru dømir um tað sama ella
tað øvugta.
§ 7 í lógini um vinnu-
ligan fiskiskap sigur greitt,
at í minsta lagi 2/3 av
ognarpeninginum,
sum
somuleiðis eiga í minsta
lagi 2/3 av atkvøðurættin-
um skulu hava fast tilknðti
til Føroyar. Allir (partaeig-
arnir) skulu vera skrásettir í
fólkayvirlitinum seinastu 2
árini og allir skulu vera fult
skattskyldugir í Føroyum.
Eisini her her er lógin
greið.
Hvørt mansbarn í Føroy-
um veit, at bæðið hesi
nevndu skipini eru 100 %
norsk ogn. At tann advokat-
urin, sum hevur verið ráð-
gevi í minsta lagi við keypi
av
øðrum
av
teimum
nevndu
skipum,
eisini
argumenterar fyri at tey
skulu hava kvotur, er ikki
so undarligt. Keypið skal
rættvísgerast. Endamálið
halgar gerðina. Fáa tey ikki
kvotur frá pelagiska flotan-
um, herja tey væl á rækju-
skipini ella barentshavstrol-
arnar, hóast tey út frá tí
veruliga eigaraskaranum at
døma ikki hava rætt til ein
stert.
Leitar man upp rokn-
skapartøl fyri hesi skip,
kann man undrast yvir, at
tílík projektir fáa loyvi til at
akkumulera 10-tals milli-
ónir í undirskot og tilsvar-
andi negativa eginogn í
smápartafeløgum, uttan at
nakar ger nakað við tað.
Hetta var ein trupulleiki í
80-unum, sum nýggjar lóg-
ir vórðu gjørdar sum verja
ímóti. Galda tær ikki fyri
øll og serliga øll smáparta-
feløg? Ella hevur norski
kreditorurin ("fyrrverandi"
eigarin) kautionerað fyri
partapeningin?
At landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum og hans-
ara umsiting tekur sínar
avgerðir m.a. út frá lógini
um vinnuligan fiskiskap, er
einki at siga til. Hetta skulu
teir gera eftir bestu sann-
føring uttan mun til góðsk-
una av lógarsmíðinum.
Men landsstýrismaðurin
hevur aðrar uppgávur enn
at umsita. Hann kann (og
skal) eisini reka politikk.
Hann hevur til uppgávu at
geva aktørunum á sínum
málsøki bests møgulig kor,
soleiðis at samfelagið sum
heild fær sum mest burtur
úr sínum tilfeingi. Og hetta
kann hann gera við at
hjálpa teimum, sum hava
tað trupult eina tíð ella at
ansa eftir har, sum tað
gongur væl og at rudda upp
í tí, sum onga meining
hevur. Tað verður í dag í
Fiskimálaráðnum nýtt alt
ov nógv orka at viðgera
mál umaftur og umaftur og
harvið útseta seg sjálvan
fyri eitt vaksandi trýst, sum
er darvandi fyri alt virki á
stovninum. Lat okkum fáa
hesa orku umsetta til
visiónir og arbeiði fyri at
gagnnýta okkara tilfeingi
best møguligt.
Fiskimálaráharrin eigur
at hugsa stórt og breitt og
ikki at lata sína tíð fara við
smámálum. Og tá íð lands-
stýrismaðurin er úti í sínum
politisku ørindum er tað
hvørki blaðmanninum á
Dimmalætting ella hansara
advokathjálp, hann skal
standa til svars yvirfyri,
men bert sínum politiska
baklandi – samgongu og
flokki.
Tá íð um fiskivinnuøki
ræður og fyri at læra seg at
hugsa positivt fari eg at
mæla føroysku fjølmiðlun-
um til at lesa tey bløð, sum
koma út á hesum økinum í
okkara grannalondum sum
t.d.. Fiskifrettir, Fiskaren,
Fiskeribladet, Fiskeritid-
ende og Fishing News. Við
hvørt kann ein gerast í
góðum lag av at lesa tann
positiva tíðindaflutningin í
hesum bløðunum.
Við vón um betring.
Føroysku fjølmiðlarnir og vinnan
C
M
Y
K
11
10