hósdagur 14. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 196 - 14. oktober 2004
Nr. 196 - 14. oktober 2004
13
Hendan tíman kon-
sertin vardi, førdi
kórið okkum víða
um. Frá italienskum
huglagi í 16. øld varð
skift til amerikansk/
írskar negrospiri-
tuals, við og uttan
fylgispæl, har kórið
rættiliga vísti at tey
kunnu fáa løgini til at
svinga teskandi
pianissimo og
brúsandi forte
UMMÆLI
Annette Nielsen
Myndir:J.K.Vang
Ltr: D.Olsen
Leingi er tað, ið væl skal
vera - meira enn 30 ár
skuldu ganga, áðrenn kórið
við føroyskum útisetum í
Keypmannahavn kom sína
fyrstu konsertferð til Før-
oya.
Við á ferðini eru 37 sang-
arar, umframt kórleiðaran
Tórður á Brúnni, ið leiddi
kórið við kønari hond -
hansara tónleikaliga byrjan
var ein sálmasúkkla í
Skálavík fyri meira enn 30
árum síðani - sigast má at
væl hevur hildnast.
Kórið endurspeglar ta
sangtraditiónina, sum finst
í Føroyum, har samanhald
og sanggleði eru ein stórur
partur av tí at syngja í kóri.
Sum hjá flestu føroysku
kórum var Hans Jacob Høj-
gaard nýttur til eykalag.
Hendan tíman konsertin
vardi, førdi kórið okkum
víða um. Frá italienskum
huglagi í 16 øld var skift til
amerikansk/írskar negro-
spirituals, við og uttan
fylgispæl, har kórið rætt-
iliga vísti at tey kunnu fáa
løgini til at svinga. Sjálvd-
an hevur "Deep River" ver-
ið framborðin so inniliga,
við teskandi pianissimo og
brúsandi forte.
Vit hoyrdu eisini sangir á
donskum,
norskum
og
svenskum, har kórleiðarin
átti fleiri av útsetingunum.
Lívsgleðin slapp rættiliga
fram at, við orðunum hjá
svensku skaldunum í sang-
ininum "Længe leve livet".
Hæddarpunkti var frum-
framførslan
av
„Sólar-
messa”, ið Pauli Hansen
hevur smíðað, til ein tekst
hjá
Tummas
Napoleon
Djurhuus. Verkið er ognað
Húsakórinum.
Verkið er ein roynd at
lýsa ein sólskinsdag , frá
morgni til myrkurs. Byrj-
anin er messandi bassar í
mun til skjóttgangandi so-
pran og altrøddir. So víkir
myrkrið fyri ljósinum, og
tónleikurin veksur í styrki.
Skýmingin er lýst við ein-
um einsligum tenortóna.
Dagur er liðin og sangurin
fjarðar burtur í náttini. Ein
rík uppliving, ið avgjørt var
verd at fara til.
Vónandi er hettar ikki
seinasta
konsertferðin
Húsakórið ger til Føroya.
Høvið er at hoyra húsa-
kórið í Vágs kirkju 14.10
kl. 20.00,
í Fuglafjarðar Kirkju
15.10 kl 20.00
og í Norðurlandahús-
inum 16.10 kl 16.00.
Konsert við „Húsakórinum” í Vestmanna Skúla:
Teskandi pianissimo og brúsandi forte
Fríggjadagin 15. oktober
fyllir kendi málarameistar-
in og ítróttarmaðurin Bald-
vin Baldvinsson í Havn 60
ár.
Frá unglinga minnist eg
fryntliga
vestmenningin
Baldvin Baldvinsson frá
miðbýnum í Havn.
Maðurin fór sum blað-
ungur til B36 at spæla fót-
bólt, og skjótt gekk framá.
Hesin
ágrýtni
evnaríki
spælarin kom skjótt upp í 1.
deld at spæla. Hann hevði
alt, sum aðrir droymdu um,
kvikur skjeyt nógv mál, og
ein av bestu spælarunum í
landinum.
Hann spældi í 1. deild í
10 ár, frá 1964-1974. Bleiv
settur sum framherji á
landsliðnum,
har
hann
spældi 5 landsliðsdystir og
skjeyt 5 mál.
Baldvin fór í læru sum
málari hjá Pola Smith í
1959 og gjørdist liðugur í
1965. Síðan hevur hann
arbeitt sum sjálvstøðugur,
og væl hevur gingist.
Tað
sum
sermerkir
Baldvin er hansara vitan
innan nærum allan fótbólt
kring knøttin, men hann
fylgir best við í enskum
fótbólti, har hann er við-
haldsmaður hjá felagnum
Tottenham.
Baldvin hevur ógvuliga
lætt lyndi og altíð klárur
við eini hjálpandi hond.
Stuttligt hevur verið at siti á
Konditarínum hesi nógvu
ár saman við tær og práta
um mangt og hvat, vit
loystu mangan verðinspro-
blemini og ikki minst
fótbóltin úti og heima.
Vit hava havt mangar
hugnaligar løtur heima hjá
tær, har tú so óført heldur
hús og varðar um tíni.
Vit gleða okkum at heilsa
tær í B36-húsinum fríggja-
dagin 15. oktober fyrrapart.
Baldvin eigur fýra døtur:
Sarita, Birita: Elin og Jóna,
og
tríggjar
abbasynir:
Rógvi, Baldvin og Jónas.
Vit heilsa tær á 60 ára
degnum og ynskja tær nógv
góð ár framyvir.
Vinur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
14. oktober. Kalixtus, deyður umleið ár 222.
Trælur, sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk
um hendur at standa fyri jarðarferðum teirra kristnu.
Summar av katakombunum bera navn hansara.
Veturnætur, vetrarhálvár byrjar.
Tað fellur mær tungt at skriva minningar-
orð um mína elskaðu mammu, sum
andaðist 3. august 2004. Saknurin er
stórur; tú fylti so nógv, og var altíð glað
og so góð við okkum. Tú elskaði børn og
okkum við, var altíð klár at hjálpa, og
vildi okkum alt tað besta. Øll skuldu
hava tað gott, soleiðis var tú, góða
mamma.
Mamma og pápi okkara, Hjálgrím
Andreasen av Oyrabakka, giftust 16.
august 1942 og fingu tey 10 børn - 5
gentur og 5 dreingir. Tey gott og væl 49
árini, ið mamma og pápi untust at liva
saman, góvu teimum bæði gleði og sorg.
Ì 1969 mistu vit ein beiggja yviri í
Amerika, Hjalgrím, kallaður Gimmi,
bert 20 ára gamal.Tað var ein svár tíð at
koma ígjøgnum, og eg kann minnast, at
pápi segði, at Harrin legði ikki tyngri
byrðar á okkum, enn vit megnaðu at bera.
Mamma bleiv einkja 21. maj 1992,
knapt 3 mánaðar áðrenn gullbrúðleyp
teirra, sum vit øll gleddu okkum til, men
soleiðis skuldi tað ikki verða. Í 1999
misti mamma ein ommuson av eini
vanlukku umborð á línubátinum Ågot,
Pól Eyðfinn, bert 35 ára gamal. At missa
sítt fyrstfødda ommubarn tók ómetaliga
hart uppá teg, og viknaði tú nógv eftir
hetta.
Vit vita, góða mamma, at tað var ringt
hjá tær, tá tú brádliga var einsamøll, tú og
pápi vóru so tætt knýtt at hvørjum
øðrum. Tú hevði tíbetur okkum so tætt
hjá tær, vit kundu altíð koma til tín, og tú
til okkum. Tú hevði tað best tá tað var
nógv lív í, og tú hevði nokk at síggja til.
Berlina og Turid vóru so glaðar, tá omma
kom til okkara, tí tað var altíð so hugna-
ligt at verða saman við tær. 22 oktober
hevði tú, góða mamma, blivið 85 ár. Til
hvørji jól og føðingardagar, bant tú pløgg
til okkum øll, og sjómenninir vóru heldur
ikki gloymdir. Tað verður tómligt á
jólum, nú tú ikki ert ímillum okkum
meir, men tú kemur altíð at verða í
tonkum okkara. Vit hava so nógv góð
minnir, góða mamma, vit hava tær og
pápa almikið at takka.
Vit vita, góða mamma, at tað var ringt
hjá tær, tá tú bleivst sjúk, og varð óhjálp-
in og ikki orkaði meira. Tó høvdu vit ta
gleði at kunna vera um teg heima hjá tær
og fjálga um teg, tað hálvt annað árið tú
var sjúk. Vit vistu hvønn veg tað bar, men
tað troystar meg í sorgini at vita, at tú ert
hjá Jesuspápa, saman við teimum, tú
hevur kær, heima í himlinum. Minnini
eru nógv og góð, tey goyma vit í hjørtum
okkara.
Má Harrin styrkja okkum í sorg okkara
framyvir. Og vil eg enda við hesum sangi
sum beiggi okkara Sigmund hevur
skrivað. Við hesum fáu orðum vil eg lýsa
frið yvir minnið um okkara elskaðu
mammu, vermammu, ommu og lang-
ommu.
Í Harrans hondum, í Harrans hondum,
Har fært tú hvílu, ja har er trygt.
Tað kanska stormar rundan um meg,
Men í Harrans hondum, eg hvíli trygt.
Ja, sum ein fuglur, við brotnum veingi,
Vil flúgva heim, men ei ber til,
so kennist tað í mínum barmi,
Tú kanst ei sjálvur, um tú tað vil.
Skulu vinir har vit aftur hitta,
Sum vit so sára syrgdu her,
Og hoyra kærar vælkendar røddir,
Honum syngja prís, vælkomin ver.
Lis við familju
Minningarorð um høgt elskaðu mammu mína
Thurid Andreasen
85 ára føðingardagur
Í dag, 14. okt., fyllir Astrid Gerðalíð 85 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá ið okkara góði bróðir, mammubeiggi, pápabeiggi,
ommu- og abbabeiggi
Niels Christoffer Mohr
á Sandi
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Áargarði og tøkk til prest fyri
troystarrík orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og øll tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Gunnvør og Borghild
Jarðarferðin hjá
Evu Petronellu Næss
vanliga nevnd Nella
úr Havn
verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13.30.
Baldvin Baldvinsson 60 ár
C
M
Y
K
13
12