Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Parkinson-sjúka er ein av mest van­ ligu sjúkunum í nervalagnum, og í Danmark verður sagt, at umleið 7.300 fólk hava parkinson. Tað eru tó nógv fleiri, ið sum avvarðandi eru ávirkaði av sjúkuni. Miðalaldurin á teimum, sum fáa sjúkuna, er 61 ár, men yngri fólk kunnu eisini verða rakt. Parkinsonsjúka hevur hesi sjúku­eyðkenni - • Ristingar • Vøddastirvni • Seinar trekar rørslur Ymisk sjúkueyðkenni Sjúkueyðkennini eru ógvuliga skift­andi frá einum persóni til annan. Eyðkennini eru tengd at, hvussu leingi fólk hava verið sjúk, men eyðkennini kunnu eisini skifta frá degi til annan. Fólk við parkinson kunnu eitt nú uppliva, at tey hava trupulleikar við at røra seg á vanligan hátt, at ting henda seint og trekt, og rist­ ing­ar kunnu vera í ørmum ella bein­um. Umframt sjúkueyðkenni, sum hava beinleiðis við rørslu og motorikk at gera, uppliva tey flestu við parkinson eisini svøvn­órógv, fatanarlig sjúkueyð­kenni, tung­ lyndi og maga- og tarm­trupul­leikar. Ein stór landsumfevnandi kann­ ing í Danmark vísti í 2014, at júst tey fatanarligu og krógvaðu sjúku­ eyðkennini kunnu vera plágandi fyri bæði hin rakta og avvarðandi. Ein kronisk líðing Parkinsonsjúka er ein kronisk líðing, sum vindur upp á seg. Fleiri og fleiri heilakyknur, sum innihalda dopamin, farast, og tørvur verður á dopamini. Vit kunnu siga, at dopamin er ein evnafrøðiligur “boðberi”, sum flytir boð frá einari nervakyknu til aðra. Dopamin er tískil neyðugt fyri at fáa kroppin at flyta seg, sum ynski­ligt er. Sum er, kann parkinson ikki lekjast, men við optimalari viðgerð kunnu sjúkueyðkennini í flestu førum haldast niðri, eins og lívið ikki neyðturviliga verður stytri hjá teimum sjúku. Eins og parkinsonsjúka er ymisk frá einum persóni til annan, er eisini individuelt, hvørja ávirkan sjúkan hevur á hin einstaka. Á heimasíðunum hjá parkin­ son­feløgunum í Føroyum og Dan­ mark – www.parkinson.fo og www. parkinson.dk - er kunning um parkinsonsjúku, vegleiðingar og stuðul at heinta, so hin rakti kann liva best møguliga við sjúkuni. Hvat er parkinson? Fyrstur at gera vart við hesa sjúku var enski læknin, James Parkin­son í 1817, og tí eitur sjúkan parkin­ sonsjúkan. Sjúkan, sum rakar bæði kynini, hevur sín uppruna í heilanum og vísir seg í fyrsta lag sum risti­ lamningur. Stívleiki og trekleiki í rørslunum í beinunum elvir ofta til, at gongu­ lagið verður støplandi. Hjá summ­ um verða inn ímillum rørslur læstar sum herðindi, og tá kemst ikki úr stað. Onnur fyribrigdi, sum kunnu standast av sjúkuni, er eitt nú nógvur sveitti, nógv spýtt, harður magi, trupulleikar at lata vatnið og minni evni til kynsliga samveru. Tað sinnisliga verður ofta burturgloymt ella bert roknað sum eftirvirkni av sjúkuni. Sinnistyngd tykist mest sum at hoyra við til sjúkuna. Vitið og minnið verða ikki rakt, men av tí, at flest sjúk eru eldri fólk, kann ávirkan á minnið eisini vísa seg og gera tað tyngri at dragast við sjúkuna. Staðfesting og lekidómur Parkinsonsjúka verður ávíst við vanligari læknakanning, og serliga er stívleikin í limunum eitt høvuðstekin. Eingin blóðroynd ella onnur kanning kann ávísa sjúkuna. Eingin grøðandi viðgerð er, men tey seinnu árini eru komin fram fleiri sløg av heilivági. Høvuðsvirkanin hjá øllum hesum heilivági er beinleiðis ella óbeinleiðis at veksa um dopaminið í heilanum. Tað er týdningarmikið at venja vøddar og rørslur, og eisini kann góð nytta vera í hjálpitólum og fysioterapi. Keldur: www.parkinson.dk/ www. parkinson.fo HEILSA Parkinsonsjúka gevur stívleika og trekleika Sjúkan er ein kronisk líðing. Fleiri og fleiri heilakyknur, sum innihalda dopamin, farast, og tørvur verður á dopamin. Dopamin er ein evnafrøðiligur “boðberi”, sum flytir boð frá einari nervakyknu til aðra Parkinsonsjúka verður ávíst við vanligari læknakanning, og serliga er stívleikin í limunum eitt høvuðstekin. Eingin blóðroynd ella onnur kanning kann ávísa sjúkuna Mynd: Tilvildarlig