týsdagur 20. juni 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HELENA FEKK
VEIÐULOYVIÐ
– Trý skip, sum hava fingið loyvi at fara til Eysturgrønlands at
fiska, Helena, Mascot og Eysturoyingur, hava ikki verið í drift í
longri tíð. Alíkavæl hava tey fingið lut í kvotuni í Grønlandi
Elmar Højgaard er
stjóri á Vørn, sum
hevur givið loyvi til
tey línuskip, ið hava
fingið loyvi at fiska av
kvotuni í Grønlandi í ár.
Sólvit Nolsøe
solvit@sosialurin.fo
Afturum málið
Línuskip hava í ár møguleika
at fiska 875 tons av toski og
375 tons av brosmu í Eyst
urgrønlandi. Fiskiskapurin
fer fram millum 1. juni og 16.
november og er býttur í 10
tíðarskeið, har hvørt tíðar
skeið er tríggjar vikur.
Eitt línuskip kann søkja
um at sleppa at fiska í einum
av hesum tíðarskeiðum og
tonsini verða býtt út at fiska,
alt eftir hvussu nógv skip
søkja um at fiska í einum
tíðarskeiði.
Tað vórðu tilsamans 18
línuskip, sum komu á listan
hjá Vørn at fiska tosk og
brosmu í Eysturgrønlandi
av eini felagskvotu. Tann
felagskvota er 875 tons av
toski og 375 tons av brosmu.
Felagskvotan verður býtt út
á tann hátt, at talið av skip
um verður býtt við tonsatal
inum. Í hesum føri eru tað 18
skip, tað vil siga, 48.6 tons av
toski og 20.8 tons av brosmu
uppá hvørt skipið.
Í tíðarskeiði 1 (1. juni – 21.
juni) søktu seks línuskip um
at sleppa upp í part. Jákup
B., Mascot, Pison, Skørin, He
lena og Sigmund og harvið
bleiv tonsatalið av toski og
brosmu í tíðarskeiði 1 lagt
eftir teimum seks skipunum.
Tað vil siga, at tað blivu 297,67
tons av toski og 125 tons av
brosmu at fiska eftir í tíðar
skeiði eitt. Tað er tó ein fe
lagskvota, ið merkir, at í prin
sippinum kann tað fyrsta
skipið fiska allan fiskin.
Tað merkisverda
Tað merkisverda við hes
um er, at trý skip, sum
hava fingið loyvi at fara til
Eysturgrønlands at fiska,
Helena, Mascot og Eysturoy
ingur, ikki hava verið í drift í
longri tíð. Alíkavæl hava tey
fingið lut í kvotuni í Grøn
landi.
Tað merkir til dømis, at í
tíðarskeiði eitt, har Mascot
og Helena eru skrásett, eru
nú tvey skip, sum ikki fiska,
men kvota er givin til teirra
alíkavæl. Tí eru fýra skip,
sum fara til fiskiskap eftir
eini kvotu, sum er býtt út
til seks skip. Tað vil siga, at
upp á hvørt skip verður nú
73 tons av toski og 31,25 tons
av brosmu.
Til samanberingar er tað
bert Sandshavið, ið er skrá
sett at fiska í tíðarskeiði trý
og har er kvota bert til eitt
skip, sum er 48,6 tons av toski
og 20,83 tons av brosmu.
Í døminum við Helenu
ger tað seg eisini galdandi, at
hon hevði hvørki veiðiloyvi
ella fiskiloyvi tá hennara
tíðarskeið í Grønlandi byrj
aði 1. juni. Veiðiloyvi bleiv
tann 22. mai flutt yvir á
Slættaberg, ið fiskar av fe
lags svartkjaftakvotuni. Tí
skil hevur eitt línuskip, ið
hevur fingið loyvi at fiska
í Eysturgrønlandi, hvørki
veiði- ella fiskiloyvi og tískil
letur tað upp fyri, at línuskip
í tíðarskeiði eitt hava størri
atgongd til kvotuna enn skip
í øðrum tíðarskeiðum.
Hann váttar, at Helena ikki
hevði loyvi at fara til Grøn
lands tá loyvini blivu út
skrivað, men at hon var kom
in uppá listan áðrenn.
– Helena fekk ongantíð
nakað
fiskiloyvi.
Helena
søkti um at sleppa til Eyst
urgrønlands í tíðarskeiði eitt
og tað fekk hon játtað. Tá
veiðiloyvið varð flutt, fóru
rættindini við yvir á Slætta
berg, men um nú Helena
fekk loyvið aftur áðrenn
tíðarskeið eitt var liðugt, so
hevði hon loyvi at fara til
Eysturgrønlands. Teir koma
á listan 9. mai og Helena er
so í fyrsta tíðarskeiðinum.
Seinni í mai flyta teir so
HELENA FEKK ONGANTÍÐ
Vørn:
FISKILOYVI Í GRØNLANDI