týsdagur 20. juni 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KVOTU MEN
BLEIV FLUTT
Kristian Martin Petersen, reiðari, hevur funnist
at mannagongdini í samband við útluting av
loyvum hjá línuskipum, ið geva atgongd til
fiskiskap eftir botnfiski í eysturgrønlandi.
– Eysturoyingur hevur
eisini fingið loyvi at fara
til Grønlands, hóast tað
veiðiloyvi eisini er á
einum uppsjóvarskipi
í løtuni. Í hesum føri er
tað er tó ikki samanfall
ímillum, nær uppsjóvar
skipið fiskar svartkjaft,
og tá Eysturoyingur kann
fara til Grønlands, tí
hansara tíðarskeið byrjar
ikki fyrr enn 24. august.
Tí er tann støðan ein onn
ur viðvíkjandi sjálvum
veiðuloyvinum, sigur
Kristian Martin Petersen.
Hann sigur víðari, at
hann heldur tað verða
óheppið, at skip, sum
ikki eru í vinnu, fáa lut í
nýggju kvotunum, sum
Føroyar samráða seg til,
tí tað eru línuskipini í
veruligari vinnu, sum
hava brúk fyri betri
grundarlagi undir rakstr
inum.
– Eg kann bara
staðfesta, at tann parturin
av felagskvotuni, sum
var settur av tí Helena
var í tíðarskeiði eitt, er
fiskaður av øðrum, og
landaður eisini. Eg haldi
tað verða serstakliga
óheppið, at eitt skip uttan
veiðuloyvi, skal gerast
partur av fiskiskapinum í
Grønlandi, sigur Kristian
Martin Petersen. Um so
var, at Helena hevði eitt
veiðuloyvi, so var onki í
vegin, sambært galdandi
lóg, at hon eisini fekk sín
lut, hóast tað valla var
ætlanin við eysturgrøn
landskvotuni.
Vildi tú so mett, at ein
brúksskylda skuldi verið
partur av skipanini?
– Eg eri samdur í, at ein
brúksskylda skal liggja
á einum loyvi, men tað
eigur at bera til at hava
eitt loyvi við hondina í
longri tíðarskeið enn eitt
ella tvey ár, tí serstakar
umstøður kunnu gera,
at eitt skip verður lagt
vegna vánaligan rakstur.
T.d. vita vit, at tað hevur
verið trupult at manna øll
línuskipini tey seinastu
árini. Tá eigur ein reiðari
at hava tað frælsið, at
hann kann leggja eitt
skip og reka t.d. tvey
onnur í sama reiðaríi,
meðan støða verður tikin
til skipið, sum liggur. Og
skuldi tað víst seg, at
fiskiskapurin batnar, ella
nýggjar kvotur standa
skipunum í boði, so eigur
tað at bera til at seta skip
ið inn aftur í vinnuligan
fiskiskap, t.d. innanfyri
4-5 ár. Men samstundis
haldi eg, at t.d. 10 ár við
bryggju er ivaleysa langt
tíðarskeið, tí tá byrjar tað
at líkjast einum sokall
aðum skuffuloyvi, sum
burdi fallið úr skipanini,
sigur Kristian Martin
Petersen.
FISKILOYVI
HEILT ÓTRÚLIGA
ÓHEPPIÐ
Reiðari:
veiðiloyvið á Slættaberg,
men vit roknaðu við, at
veiðiloyvi kom aftur á He
lenu áðrenn tíðarskeiðið
var liðugt. Tí mettu vit
okkum ikki at hava heimild
at strika loyvið, sigur Elmar
Højgaard.
Hann sigur víðari, at
hóast listin av skipum
bleiv klárur 9. mai, so blivu
loyvini
ikki
útskrivaði
fyrrenn
beint
áðrenn
tíðarskeiðið
byrjaði.
Í
hesum førum blivu loyvini
útskrivaði 26. mai at byrja
1. juni.
– Fiskiloyvi til Helenu
bleiv ongantíð útskrivað,
men um so var, at Helena
fekk veiðiloyvið aftur áðr
enn tíðarskeiðið hjá henni
í Grønlandi var úti, so
hevði hon fingið loyvi at
fara avstað, sigur Elmar
Højgaard.
Elmar Højgaard sigur,
at Vørn kannar ikki um
skipið fer til fiskiskap ella
ikki. Tað einasta, sum lógin
krevur er, at skipið skal
hava veiðiloyvi og tað hevði
Helena, tá hon søkti um
at sleppa til Grønlands at
fiska.
– Tí mettu vit ikki, at
vit kundu taka loyvi frá
Helenu, líka lítið sum vit
mettu, at vit kundu nokta
Mascot at fáa loyvi til
fiskiskap í Grønlandi, hóast
vit vistu, at hann neyv
an fór avstað. Hann hevur
eisini veiðiloyvi, sigur Elm
ar Højgaard.
Hann vil heldur ikki taka
undir við tí sjónarmiðinum,
at hóast tvey skip í tíð
arskeiðið eitt ikki fara til
fiskiskap, so gevur tað eina
ójavnvág í útlutingina.
– Eingin fiskar frá nøkr
um. Hetta er ein felagskvota.
Tað vil siga, at tann fyrsti
kann í prinsippinum fiska
allan fiskin. Í fjør vórðu fýra
skip í einum tíðarskeiði,
men bert eitt skip fiskaði,
sigur Elmar Højgaard.
Óheppið, at
skip, sum ikki
eru í vinnu, fáa
lut í nýggju kvotunum
Kristian Martin Petersen, reiðari
FISKILOYVI Í GRØNLANDI