Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tekstur: Vilmund Jacobsen Myndir: Borghild Ellefsen Í skúlanum í Dali, har eingin skúla­gongd hevur verið síðan í 2010, er hesa vikuna eitt ser­stakt skúlatilboð, sum Jónleif Jo­hanne­ sen og Johild Grothsdóttir Nolsøe, ið bæði eru uppvaksin í Dali, hava tikið stig til. Nú vit eru í seinastu viku av hes­um skúlaárinum, luttaka 18 børn í hesum skúlatilboði í Dali, har Jónleif Johannesen og Jóanes Jo­hannesen, sum báðir eru útbúnir lærarar, taka sær av undirvísingini. – Tá vit fingu hugskotið til hetta tiltak, hugsaðu vit at seta tað á kjøl, um einir átta næmingar teknaðu seg. Men, tað vísti seg, at áhugin var nógv størri enn so. Vit hava havt ein bólk á Facebook, har vit kunnaðu um ætlaða tiltakið og avmarkaðu tilboðið til skúlabørn, sum hava sínar røtur í Dali. Jónleif Johannesen sigur, at tá til stykkis kom, vístu heili 26 børn áhuga fyri tilboðnum, og her valdu tey 20 børn burtur úr, sum høvdu nærmast tilknýti til bygdina. – Tá tiltakið so byrjaði mána­ dagin, vísti tað seg, at tað ikki bar til hjá tveimum børnum at koma, og tískil eru tað 18 børn úr sjey ára aldri og upp í eini 14-15 ár, sum hesa vikuna luttaka í tilboð­num í skúlanum í Dali. Av hesum er eitt barn úr Dali, tvey úr Húsavík, og síðan koma hini børnini eitt nú úr Havn, Argjum og Klaksvík. Skera torv og royta Jónleif Johannesen sigur, at undir­ víst verður í Dali hesa vikuna, og gjøgnum undirvísing og spæl verður lært um søgu, mentan, fólk og bygdalív í Dali. – Mánadagin vóru vit og skóru torv, og týsdagin gjørdu vit eitt kort av Dalsbygd, sum er umleið 2x3 fermetrar stórt. Her eru øll húsini í bygdini við, umframt at vit eisini gera eitt yvirlit yvir, hvør býr í hvørjum húsi. Í dag – mikudagin – fara vit á fjall, og her fara vit at reka og royta nakrar seyðir. Jónleif Johannesen vísir á, at sjálvandi verður vikan lagað eftir veðrinum. – Vikan endar við einum hugna­ kvøldi í bygdahúsinum í Dali fríggja­kvøldið, har øll bygdin er vælkomin, og tá fara næmingarnir eitt nú at vísa kortið fram, sum tey eru í holt við at gera, og tá er eisini ætlanin at skipa fyri spurnar­kapp­ ing millum dalbingar. Tað verða næmingarnir, sum fara at stýra hugnakvøldinum. Hann vísir á, at meðan henda vikan gongur, verða ymisk ser­ merkt støð í bygdini vitjað, og sagt verður frá fólki, ið hava búleikast í Dali og hava verið við til at mynda bygdina. Eitt frálíkt hugskot Jónleif Johannesen, sum sjálvur gekk í bygdaskúlanum í Dali árini 1985-1990, sigur, at nógvir smáir bygdaskúlar standa stongdir, tí barnatalið er so lítið. – Tá eingin undirvísing er á stað­num, er tað so nógv av ment­ anini og søguni í bygdini, sum kann detta burtur. Úrslitið verður, at søgan verður ikki hildin viðlíka hjá teimum smáu, sum skulu bera førningin víðari. Hann vísir á, at tá eitt barn, sum býr í lítlari bygd, gongur í skúla í einari størri bygd, er væntandi, at undirvísingin tekur útgangsstøðið í bygdini, har undirvíst verður. – At vit nú í eina viku kunnu undir­vísa í heimstaðarlæru í Dali og brúka náttúruna í umhvørvinum, trúgvi eg kann hava stóran týdning. Jónleif Johannesen sigur, at serstaka skúlatilboðið í Dali hesa vikuna vísir seg at rigga sera væl, og hann heldur, at hetta avgjørt er ein møguleiki hjá øðrum at gera eftir. – Umframt undirvísingina, er endamálið eisini at savna børn sam­an í Dali, ið eru ættaði úr bygd­ ini og á tann hátt skapa eitt sosialt samband og góð vinarbond teirra millum. Børnini, sum eru í skúla í Dali hesa vikuna og sum koma aðrastaðni enn í Húsavík, búgva hjá ommum og abbum og familju annars í bygdini. Tað hevur eisini verið sera stuttligt at síggja øll hesi børn spæla úti í Dali um kvøld­ arnar, leggur hann aftrat. BØRN Í DALI SKERA T - Umframt undirvísingina, er endamálið við serstaka skúlatilboðnum eisini at savna børn saman, sum eru ættað úr Dali og á henda hátt skapa eitt sosialt samband og góð vinarbond, sigur Jónleif Johannesen DALUR