týsdagur 20. juni 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við aftur: Eli F. Nielsen eftir
leikbann
Ivasamur: Alex Mellemgaard
(lær), Andrias Eriksen (lærkriki)
Ikki við: Høgni Eysturoy
(vøddaskaði), Jógvan A. Skeel
Nolsøe (vøddaskaði)
Ikki við: Arnbjørn T. Hansen
(beinskaði, ógreitt hvussu leingi)
Andras Olsen (fótskaði, ógreitt
hvussu leingi)
Ari Mohr Olsen (fipur), Levi
Hanssen (burturstaddur),
Mattias Lamhauge (leikbann)
Ivasamur: Jóhan Troest
Davidsen (fortrekking)
Ikki við: Ari Ellingsgaard
(liðband í knænum, 6 vikur),
Dánjal Pauli Højgaard
(burturstaddur)
ikki við: Sørmund Kalsø (knæið,
eftir summarsteðgin)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
Upptakt til 14. umfar:
Tróndur Arge
Fríggjakvøldið
verður
14.
og
seinasta umfarið fyri summar
steðgin í landskappingini í føroysk
um fótbólti. Víkingur, KÍ og NSÍ
stríðast um fyrsta plássið, meðan
suðuroyingar hava lagt bæði B36
og HB afturum seg. Í botninum eru
lítlar vónir fyri stigum í hesum um
farinum, men fyri uttan ÍF hava øll
hini prógvað, at alt letur seg gera.
Landskappingin bjóðar í løtuni
upp á óvæntaði úrslit, nógv mál og
dramatikk. Soleiðis verður helst
eisini fríggjakvøldið.
ÍF-KÍ
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Hóast klaksvíkingar taptu heili
5-1 í farna umfari, so eru teir stórir
favorittar at vinna á ÍF í Fløtugerði.
Fuglfirðingar hava beina kós móti
niðurflyting, eftir at hava tapt tveir
lykladystir móti fyrst 07 Vestur og
síðani EB/Streymi.
KÍ hevur ein frammaná í Klaks
vík móti B36, men tá Víkingur
samstundis tapti fyri NSÍ, so er KÍ
ájavnt Víkingi á fyrsta plássi. Tað
tykist meiri róligt kring KÍ í ár, í
mun til í fjør. Tað kemur ikki óvart
á, at liðið er í oddinum og merkist
kring besta liðið. Tað er einki FM-
trýst á klaksvíkingum í ár.
ÍF er uttan Ara Ellingsgaard,
meðan høgri bakkurin hjá KÍ,
Sørmundur Kalsø, hevur verið
undir skurð, men spælir væntandi
ikki aftur fyrr enn eftir summar
steðgin. KÍ er favorittur og skal
vaska stórtapið móti B36 vekk.
Sosialurin tippar: 1-4
EB/STREYMUR-B36
DÓMARI: LARS MULLER
B36 staðfesti sunnudagin, at lið
ið er kanska tað best spælandi
liðið í Føroyum. Árstalsfelagið
hevur skotið eins nógv mál og
Víkingur, men tað lekur ov illa
í
verjupartinum.
Eisini
hevur
B36 havt trupult við at avgera
dystir, tá liðið hevur verið omaná.
Sunnudagin stóð verjuparturin
sterkur og liðið tók av møguleikun
um. Tá er B36 eitt vandamikið lið at
møta.
Tað er ongin vandi fyri, at EB/
Streymur ikki hevur lisið upp á
undan dystinum. Sundalagsmenn
hava fyrr í ár fingið stig í málleys
um javnleiki móti B36 við Margáir.
Teir hava víst styrki í verjustøðu og
klára at fáa stig við at standa rætt.
Tað koma teir heilt víst at gera aft
ur hesaferð.
B36 hevur allar fortreytir fyri at
vinna dystin, men helst verður tað
tepurt. EB/Streymur er uttan mál
verjan, Trygva Askham. Hann er
útleigaður frá júst B36.
Sosialurin tippar: 1-2
SKÁLA-NSÍ
DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM
Við sigrinum í Gøtu meldaði NSÍ seg
í FM stríðið, men uppgávan á Skála
verður ikki løtt. Skálamenn tóku
tey flestu á bóli, tá teir vunnu 2-1 á
HB í Gundadali. Hóast heimaliðið
hevði munin í møguleikum og
spæli, so hevur Skála upp til fleiri
ferðir víst, at liðið dugur at verja og
spæla upp á mótálop. Somuleiðis
hevur Skála fingið stig í øllum dyst
unum á Skála í ár. Somuleiðis fekk
Skála stig í Runavík seinast.
Sosialurin tippar 1-1
07 VESTUR-VÍKINGUR
DÓMARI: RANSIN DJURHUUS
Víkingur tapti farna sunnudag
fyri fyrstu ferð í landskappingini
í ár. Tapið kom ikki púra óvæntað,
men nú meiri trýst á Víkingi í
FM stríðnum. Liðið verður uttan
Andreas Lava Olsen, sum fekk tvey
gul kort móti NSÍ, meðan Fróði
Benjaminsen er burturstaddur í
samband við útbúgving.
Væntandi verður Hans Pauli
Samuelsen at síggja vøllinum frá
byrjan, so meistaraliðið hevur spæl
arar at seta inn.
07 Vestur er enn undir strikuni,
hóast teir fingu alt avgerandi stig
ini móti ÍF. Trupulleikin er, at tað
gjørdi EB/Streymur eisini. Hóast
sterkar profilar, so tykist 07 Vestur
enn at vera eitt lítið fet Effo-fót
bólti.
Sosialurin tippar 1-3
TB/FCS/ROYN-HB
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Suðuroyingar
hava
fríggjakvølið
møgu
leikan
at
gera
jóansøkuna
í
ár
minniliga. Jóansøka
er á Tvøroyri og
HB er á vitjan.
Suðuroyingar eru
fjórða plássi, sum
gevur atgongd til
Evropa,
meðan
HB liggur á sætta
plássi og er uttan
sjálvsálit.
Mats Walberg
er við aftur í verj
uni, meðan tað er
óvist um Poul Inga
son fær fleiri enn ein
dyst leikbann, fyri reyða
kortið á Skála. Heimaliðið
vann seinast á við Stórá,
eftir at hava tapt tríggjar
heimadystir. HB tapti óvæntað
fyri Skála og tað er óvist, um Jóhan
Troest Davidsen verður tøkur, hó
ast hann hevur sitið leikbannið.
Hetta kann blíva ein góð jóansøka
fyri heimafólkið.
Sosialurin tippar 2-1
Suðuroyingar hava vent skútuni og nú kann liðið seta punktum fyri fyrru hálvu, við at vinna á HB á
jóansøku. Suðuroyingar hava verið stóra frambrotið fyri summarsteðgin í føroyskum fótbólti í ár
ÍTRÓTTUR
SPÆLA FYRI
JÓANSØKUNI