Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDIÐ SKAL IKKI YVIRTAKA TUNNILIN FYRR ENN ALT ER GOLDIÐ AFTUR Tað stendur ongastaðni skrivað, at bummgjaldið skal strikast, hóast Landið yvirtekur Vágatunnilin Áki Bertholdsen Tað staðfestir Henrik Old, lands­stýrismaður í Sam­ ferðslu­málum. Jørgen Niclasen, løg­tings­ mað­ur fyri Fólkaflokkin, hev­ur kært Henrik Old, landsstýrismann í inn­lend­is­ mál­um, fyri lands­stýr­is­mála­ nevnd­ini. Løgtingsmaðurin sigur, at Henrik Old hevur brotið lóg­ ina tí at hann ikki vil strika bumm­gjaldið í Vága­tunl­in­ um nú lánið í tunlinum er aft­ur­goldið. Eftir lógini skal landið yv­ ir­taka tunnilin, tá ið út­veg­ an­ar­kostn­að­urin er gold­in. Men trupulleikin er tann, at ósemja er um, hvat út­veg­ an­ar­kostn­aðurin er. Jørgen Nicla­sen, og fleiri við honum, tví­halda um, at tað var alla tíð­ina meiningin, at landið skuldi yvirtaka tunnilin, tá ið lán­ið varð goldið. Sostatt var ong­an­tíð ætl­an­in, at landið skuldi hava parta­peningin aft­ur. Men í eini viðmerking til kær­una, stað­festir Hen­ rik Old, at bæði Aksel V. Jo­hanne­sen, nú­ver­andi løg­mað­ur, og løg­mað­urin und­an hon­um, Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, hava skriv­liga boð­að frá, at teir tulka lóg­ ina so­leið­is, at út­veg­an­ar­ kostn­að­ur­in er bæði lánið og parta­pen­ing­ur­in. So­statt skal land­ið ikki yvir­taka tunn­il­in, fyrr­enn alt er gold­ ið, bæði lánið og partapen­ ing­ur­in. Men Henrik Old leggur aft­ur­at, at tað stendur heldur onga­staðni, at bummgjaldið skal strik­ast, tá ið landið yvir­tek­ur tunnilin. Hinvegin ásannar hann, at ong­in greið ætlan er fyri, hvussu nógvan partapening, Vága­tunn­il­in skal rinda lands­kass­an­um aftur um ár­ið. Tí ger Henrik Old greitt, at í næst­um fer hann at leggja fram eina ætlan fyri, hvussu aft­ur­gjald­ing­in skal fara fram. Hann vísir eisini á, at í 2002 løgdu løg­tings­menn­ in­ir, Marjus Dam og Jóanis Nielsen, uppskot fyri Løg­ ting­ið um, at bumm­gjaldið skuldi vera mvg frítt Men teir báðir søgdu einki um, at tunnilin skuldi lat­ast landinum aftur og teir søgdu heldur onki um, at bumm­ gjald­ið skuldi strikast, tá ið tunn­il­in var goldin, skoytir Hen­rik Old, upp í. Henrik Old vísir somu­ leiðis á, at í 2014, tá ið Jør­gen Nicla­sen var lands­stýr­is­mað­ ur, boðaði hann frá, at hann fór at leggja uppskot fyri Løg­ting­ið um at at bumm­ gjald­ið skuldi strikast, tá ið lán­ið í tunlinum var goldið. Hetta skuldi vera fyri at beina allan iva burtur um, at tunl­arnir skuldu handast land­in­um, tá ið lánini vóru gold­in, og at partapeningurin ikki var ein partur av út­veg­ an­ar­kostnaðinum. Og í Januar í 2015 legði hann málið fyri lands­stýr­is­ fund og vildi hava lands­stýri at taka undir við at strika bumm­gjaldið í Vága­tunl­ inum og í Norð­oya­tunl­in­um, men at hækka avgjald­ið á brenni­evni ístaðin. Men tað fekk Jørgen Nicla­sen ikki undirtøku fyri í Lands­stýrinum, vísir Henrik Old á. Og leggjast kann aft­ ur­at, at tað kom heldur einki upp­skot fyri Løgtingið um at av­taka bummgjaldið. Sólvit Nólsø Við frágreiðingini frá Høgna Hoydal, ið varð al­ menn mánadagin, tyk­ist tó greitt, at tað er í Fiski­ mála­ráðnum, at ábyrgdin ligg­ur.   Í frágreiðingini vísir Høgni Hoydal á, at tað hev­ur ikki verið ein fe­ lags fatan av, hvussu Fiski­málaráðið skal skilja niðurstøðuna hjá løgtingsins um­boðs­ manni, í samband við henn­ara niðurstøðu í mál­in­um í 2014, sum vísti á óhepnar mannagongdir í samband við flyting av loyv­um millum skipa­ bólk­ar. Tað hava verið mót­ stríð­andi fatanir og manna­gongdir hava ikki ver­ið samskipaðar í ráð­ num. Tí er ósamsvar kom­ ið í, hvussu málið er hand­ far­ið frá byrjan av. Høgni Hoydal vísir á, at tað hevur eingin upp­ fylg­ing verið av málinum síð­an Fiskimálaráðið í 2015, bað Vørn um at flyta veiði­loyvi frá einum skipi á eitt annað, hóast Vørn frá­mælti hesum. Síðani tá eru fleiri flyt­ingar framdar og Høgni Hoydal vísir á, at hann í 2015 bað að­ al­stjóran tryggja, at lands­stýrismaðurin var kunn­að­ur um flyt­ing­ar av veiði­loyv­um, so hann kundi vita, um trup­ul­leik­ ar fóru at stinga seg upp. Seks ferðir mill­um heystið 2015 til heyst­ið 2016 fær lands­stýr­is­mað­ urin kunn­ing um­veg­is teldu­post, utt­an at hann hef­t­ir seg við tað. So verð­ur einki loyvi flutt inn­til í mai í ár og tá verð­ ur lands­stýr­is­mað­ur­in ­munn­liga kunn­að­ur um, at trup­ul­leikar kunnu stinga seg upp. Høgni Hoydal sigur, at øll neyðug stig verða nú tik­in, til tess at rætta mis­ tøk­ini, eftirmeta fyri­sit­ ing­ina og at gera neyðugu broyt­ingarnar. Enn er tó ikki greitt, hvørji tey stig eru og hvørjar broytingar verða gjørdar. Sum skilst, so hevur løg­mað­ur eisini sett Høgna Hoydal nakrar spurn­ingar, har hann bið­ur fiski­málaráðharran greiða nærri frá sínum egna leik­luti í hesum máli. Tann frá­greið­ing­in verð­ur klár seinni. Um sín egna sess sigur lands­stýrismað­ur­in á heima­síð­uni hjá fiski­ mála­ráð­num, at løg­ting­ ið fær við lóg­ar­ásettu amboðum allar møgu­ leikar at útinna sítt eft­ ir­lit og meta um hans­ara avrik sum lands­stýr­is­ mað­ur. Tað kann til døm­ is verða, at ein kann­ing­ar­ stjóri verður settur. – Ósamsvar í Fiski­mála­ ráðnum Tað eru fleiri, ið hava saknað, at ábyrgdin fyri flytingina av veiðiloyvum millum skipabólkar verður løgd onkustaðni. Bæði Fiskimálaráðið og Vørn hava víst frá sær, at tey eiga at sita við tí endaligu ábyrgdini og harvið eisini fylgjunum.