Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 196 - 14. oktober 2004 Púra óvæntað vann føroyska U19-lands- liðið seinasta dystin í EM-undankapping- ini, tá ið teir á Toftum vunnu 3-1 á Wales, sum harvið misti møguleikan at spæla seg víðari. U19-KAPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Undan dystinum millum Føroyar og Wales, høvdu walisar bestu kortini á hondini í strembanini eftir at spæla seg víðari í EM- kappingini. Vann Wales dystin vóru teir vísir í at hava spælt seg víðari í kappingini. Men ein framúr góður innsatsur frá før- oysku unglingunum, saman við einum ungarskum sigri á grikkum, førdi við sær, at walisisku unglingarnir ikki halda fram í kappingini. Tvær ferðir Páll Tað sá annars út til, at alt fór at ganga eftir ætlan hjá Wales, tí longu tá ið 12 minuttir vóru leiktir, løgdu teir seg á odda við einum máli, sum framherjin David Cotterrill skoraði. Hendan leiðslan helt sær líka til umleið ein hálvur tími var leiktur av fyrra hálvleiki, tá fingu føroy- ingar fríspark á miðjum vølli. Frísparkið bleiv sent inn um verjuna hjá Wales, har Ovi Magnussen tamdi hann einaferð, áðrenn hann langaði bóltin mitt í málið. Fyrsta føroyska málið í EM-undankappingini var veruleiki, og føroysku leik- ararnir fingu nú av álvara blóð upp á tánna. Í seinna hálvleiki var før- oyska liðið við yvirlutan, og tað gekk heldur ikki long tíð, so løgdu okkara garpar seg eisini á odda. Fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið Páll M. Joensen er knappur. Bólturin ferðast á miðvøll- inum, tá ið Páll fær fatur á honum og langar til av miðjuni. Walisiski mál- verjin er staddur ógvuliga uttarlaga, og hann má bara hyggja at, meðan bólturin fer upp um hann og í tóma málið! Eitt sera gott mál, sum eisini komst av, at føroyska liðið undan dyst- inum hevði tosað um, at málverjin hjá Wales næstan virkaði sum eitt slag av aftasta manni og tískil stóð uttarlaga. Tað tóktist sum um, at føroyska leiðslumálið av álvara tók beinini undan walisum, tí føroyingar høvdu nú takið á dystinum, og walisar vóru ikki serliga vandamiklir. Tá ið eitt korter var eftir av dystinum, fekk heima- liðið eisini økt um leiðsl- una. Arnbjørn Hansen snýtti tveir verjuleikarar hjá Wales, og tá ið hann kom inn í brotsteigin, tók walisiski málverjin beinini undan honum, og so var brotsspark. Tað tók Páll M. Joensen sær av, og hann skoraði trygt til 3-1 til Føroyar, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Hin dysturin í kappingini var millum Ungarn og Grikkaland í Havn, og her eydnaðist tað Ungarn at vinna 2-1. Hetta úrslitið merkir, at tað verða bæði Ungarn og Grikkaland, ið koma víðari úr undankapp- ingini. Óvæntaður sigur hjá U19-landsliðnum Føroyska liðið, sum vann á Wales, var hetta: Gunnar Nielsen, BK Frem - Jónas Tór Næss, BK Frem, Poul N. Poulsen, VB, Svenn Jacobsen, HB, Jóhan V. Gunnarsson, B36, Páll M. Joensen, HB, Jóhann E. R. Mouritsen, HB (72. Arnbjørn Hansen, EB/Str.), Jóhan Petur Poulsen, B68, Leif Niclasen, EB/Str. (86. Julian Samuelsen, KÍ), Bogi Hermansen, BK Frem (89. Debes Danielsen, NSÍ), Ovi Magnussen, B68. Tórð- ur Thomsen úr NSÍ og Poul T. Dam úr HB sótu á beinkinum allan dyst- in. Føroyska U19-landsliðið, sum týskvøldið syrgdi fyri einum sonnum bragdi, tá ið teir vunnu 3-1 á Wales á Svangaskarði. mynd: Niclas Davidsen Heilt nógv fólk hava teknað seg til Feng Shui fyrilestrarnar, sum Synergi skipar fyri, kring landið í komandi viku. At læra at rudda upp í sínum óruddi og finna útav, hvat órudd í veruleik- anum er, er eitt av evnunum til fyrilestrarnar FENG SHUI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Nakað er, sum bendir á, at føroyingar eru óruddiligir. Í øllum førum um gangast skal út frá undirtøkuni fyri Feng Shui tiltøkunum, sum Synergi skipar fyri í døg- unum 16. til 23. oktober. Í Havn verða tvey tiltøk leygardagin 16. oktober. Eitt fyrrapartin og eitt seinnapartin. Har varð fult- teknað fyri langari tíð síð- ani. Bæði í Fuglafirði og í Sørvági er við at fyllast eisini, meðan klaksvíking- ar hava eitt sindur betri tíð. – Enn eru ikki nóg nógv teknað í Klaksvík til at tryggja, at skeiðið verður, men tað taka vit ikki endaliga støðu til fyrr enn hósdagin, sigur Annika Andreasen frá Synergi. Virkar positivt Annika Andreasen sigur, at órudd kann hava vánaliga ávirkan á okkum, og fyri- lesturin greiðir frá, hvat órudd er, og hvussu ein kemur í gongd við at rudda. Tey, sum hava roynt tað, siga, at tað hevur eina ótrú- liga positiva ávirkan at fáa at vita, hvat fyri smálutir í tí dagliga ótilvitað eru við til at stressa ein. Annika greiðir frá, at tað sum skeiðið stutt sagt snýr seg um er at tora at sleppa sínum óruddi. Hon vísir til eina bók, sum eitur Ryd op i dit rod, sum er um júst hetta evnið, sum tær hava valt. – Um tú hevur ein vasa, sum tú hevur fingið frá einari mostur ella onkrum, sum stendur tær nær, standandi í stovuni, og tær veruliga ikki dámar hend- an vasan, so er hann ótil- vitaður við til at fáa tína orku at dala, greiðir Ann- ika frá. Upprudding er fyrsta stigið í Feng Shui, sum er ein 4000 ára gomul kin- versk læra um at skpa góða og flótandi orku í nærum- hvørvi okkara. Orðini merkja vatn og vindur. Talan er um meginreglur ið nýtast at skyna millum góðar og vángaligar lokali- tetir í landslagnum og geva ábendingar um plasering av húsum og innbúgvi til tess at fremja lívsgóðsk- una. Tað verður Sigrid Sighvatsson, Feng Shui ráðgevi, sum verður skeiðsleiðari. Fyrstu tiltøkini eru nú leygardagin í Havn. Síðani verður eitt í Klaksvík tann 19, Fuglafirði 21. og í Sørvági 23. oktober. Freistin at tekna seg til fyrilesturin í Klaksvík er úti tann 14. Og til hinar er freistin tann 17. oktober. Í Havn er sum sagt fulttekn- að. Kostnaðurin fyri tiltak- ið er 250 krónur íroknað ein kaffimunn. Rudda upp í óruddinum Sigrid Sighvatsson, Feng Shui ráðgevi, verður fyrilestrar- haldari á Feng Shui tiltøkunum í Havn, Fuglafirði, Sørvági og Klaksvík C M Y K 20 Nr. 196 - 14. oktober 2004 21 Føroya blindastovnur bjóðar blindum og sjónveikum til: Skeið í Jóla-patchwork Byrjað verður Mánadagin 25. oktober kl. 13.00 Undirvíst verður mánadagar og mikudagar frá kl. 13.00 - 16.30 4 vikur fram Áhugað kunnu venda sær til Føroya blindastovn á tlf. 31 82 22 ella 31 81 23 spyrjið eftir Marjun Kunngerð um valevnislistar til kommunuvalið í Sørvágs Kommunu 9. nov. 2004. Í Sørvágs Kommunu kann ein valevnislisti hava til og við 11 valevni. Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum. Hjá- lagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar, hvar teir eru skilliga lýstir við navni,starvi,bústaði og føðingardegi. Ein persónur kann bara vera stillari á einum lista. Listin skal latast inn av einum stillara til komm- una ella valnevndarformannin í seinasta lagi týs- dagin 19. okt. 2004 kl. 18.00. V.v. Oddur Petersen, form. i Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið 21