Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 14. oktober 2004 19 - Eg vil avgjørt ikki siga, at landsliðið er einasta vøran, sum vit kunnu selja, men tað gevur okkum ein fantastiskan møgu- leika at selja alt hitt, sum vit eisini hava í Føroyum, sigur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen FERÐAVINNA & FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Seinastu undankapping byrjaði Ferðaráðið sum nakað heilt nýtt at nýta fótbóltslands- liðið beinleiðis í teirra marknaðarføring av Før- oyum. Í Týsklandi, Íslandi og í Skotlandi varð skipað fyri fleiri tiltøkum, tá Før- oyar leiktu sínar dystir, og aftur hesa ferð er ferðavinn- an við. Eitt nú við tiltak- inum við Eivør Pálsdóttir týskvøldið. Samskipari av hesum er Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, og - Tað komst sum so av, at vit komu í bólki við Týsk- landi seinast. Bæði Bjarni Djurholm og Magni Arge róðu alment fram undir, at hetta var ein møguleiki, sum Ferðavinnan mátti taka av, og tað líka sum varpaði nýtt ljós á hendan møgu- leikan. Sjálv var Sissal tá í ferð við at leita sær eitt annað starv, men tá møguleikin at marknaðarføra Føroyar saman við fótbóltslands- liðnum stóð henni í boði, gjørdi hon alt fyri eitt av at taka av. - Hetta er jú ein heilt ann- ar háttur at arbeiða uppá, men tað er eitt ræðuliga spennandi arbeiði. Ymiskir hættir Tað er ikki beinleiðis sum ferðamannaland, at Føroyar verða marknaðarførdar á hesum ferðum, og í øllum førum er tað ikki soleiðis, at Sissal stendur og selir ferðaseðlar til fremman- dafólk. Týdningarmesta uppgávan í so máta er at vísa, hvørji virðir tað eru, sum kunnu draga ferðafólk hendavegin. - Tekur tú til dømis ferð- ina til Íslands, so er jú einki at ivast í, at íslendingar longu vita, hvar Føroyar eru. Har var málið so at geva íslendingum eina aðra fatan – ella eina nýggja fatan av Føroyum. Hetta varð so gjørt við at leggja dent á listarligu virðini í Føroyum. Vit høvdu jú Eivør, og so skipaðu vit eis- ini fyri listaframsýning, og eg haldi, at hetta var nakað, sum riggaði stak væl. - Hinvegin var ferðin í Týsklandi meira roknað til at seta fokus á Føroyar. Tí fingu vit eisini hugskoti um, at lata Rúna Brattaberg syngja tjóðsangin har niðri. Hetta líka sum undirstrikar, at vit tora at bjóða okkum fram. Týskarar hugsaðu longu undan hesum um, hvat hetta var fyri eitt land, sum torir at taka dystin upp við tey stóru á vøllinum, og við at hava okkara egna operasangara til at syngja tjóðsangin undirstrikaði tað líka sum, at vit veruliga tora at traðka fram. Tað vísti seg eisini, at bæði Rúni og vit fingu hópin av nyttu úr hesum, og so hava vit tann táttin síðani ta ferðina eisini, sigur Sissal. Í so máta heldur hon, at tað fyri ferðavinnuna kanska var eitt sindur óheppið, at vit spældu á heimavølli móti Fraklandi fyrst. Hetta tí fokusið ofta kann gerast størri, um tú kemur út til hini londini, heldur enn at tey koma til okkara. Sterkasti miðilin Spurd, hvussu sterk sølu- vøra landsliðið er, sigur Sissal, at tað er eitt virði, sum als ikki kann gerast upp. - Men tað er púra greitt, at hetta gevur okkum ein møguleika, sum vit ong- antíð hava møguleika at fáa í aðrar mátar. Her í Írlandi vóru vit til dømis í eini sera væl umtóktari útvarpssend- ing, sum svarar til Góðan morgun Føroyar. Sjálv helt eg ikki, at vit fingu sagt nóg mikið, men respons- urin var sera góður, og tveir írskir tíðindamenn vóru eisini í stovuni, og teir seldu snøgt sagt vøruna betri enn eg, tí teir vóru so hugtiknir av Føroyum. - Hvussu nógv ferðafólk vit fáa úr Írlandi, dugi eg tó ikki at siga. Tað er rættiliga dýrt sammett við lønarlagið hjá teimum at koma til Føroya, men fáa vit vakt áhugan, so kann jú vera, at nøkur fara at koma. Ikki minst, tá landsliðið skal spæla her. Endamálið hjá Ferðaráð- num er sjálvsagt støðugt at vaksa um talið av ferða- fólkum, sum koma til Før- oyar, og tá vit at enda spyrja Sissal, hvussu stóran lut fótbóltslandsliðið hevur í hesum, er hon ikki í iva. - Landsliðið er so nógv tann sterkasti miðilin, sum vit hava. Eg vil ikki siga, at landsliðið er einasta vøran, tí vit hava so nógv annað, sum vit kunnu bjóða ferða- fólkum. Men tað rakar so ræðuliga nógv breiðari, tá landsliðið dystast. Og ikki minst er tað at kalla bara positiv umrøða, sum tað skapar. Fyrst spurdu fólk kanska, hvar hetta liðið kom frá. Men eftir at úrs- litini eru støðugt betrað, tykist spurningurin nú vera, hvat hesir menninir eru gjørdir av. Teir koma úr einum samfelagið við 45.000 fólkum, og so fara teir bara uttan nakað hóva- sták í dyst við europeisk stórveldi. Tað er nakað, sum skapar umrøðu, og tað er hendan umrøða, sum vit royna at nýta, soleiðis at vit samstundis fáa sagt øllum Europa frá, hvussu nógv annað enn bara fótbólt vit hava í Føroyum, sigur altso Sissal Kjartansdóttir Krist- iansen at enda. Landsliðið letur allar dyr upp - Bæði Bjarni Djurholm og Magni Arge róðu alment fram undir, at hetta var ein møguleiki, sum Ferðavinnan mátti taka av, og tað líka sum varpaði nýtt ljós á hendan møguleikan 19 18 Nr. 196 - 14. oktober 2004 Føroyska kvinnu- landsliðið tapti tepurt fyri Írlandi í Klaksvík týskvøldið. Úrslitið gjørdist 2-1 til Írlands, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 0-0 í hálvleikinum. LANDSDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í fleiri ár fekk føroyska kvinnulands- liðið í fótbólti høvi til at royna seg í altjóða dysti á heimavølli, tá ið írska landsliðið vitjaði í Klaks- vík týskvøldið. Sum vant, freistast man at siga, vóru nógvir áskoðarar til kvinnufótbólt í Klaksvík. Ov stóra virðing Fyrstu løtuna av dystinum tóktist tað sum um, at før- oysku leikararnir høvdu alt ov stóra virðing fyri sínum írsku mótstøðuleikarum. Okkara vóru alt ov varnar fram eftir vøllinum, kanska tí at tær vóru bangnar fyri at selja seg í verjupartinum, um tær gjørdust ov álops- sinnaðar. Írsku genturnar vóru - sum føroyski venjarin segði frammanundan - nøkun- lunda á sama stigi sum tær føroysku, kanska eitt vet hægri. Írsku kvinnurnar spældu eitt sindur betur, og hjá teimum gekk betur at halda upp á bóltin og fáa skipað framrættað spæl. Tað gekk tó striltið hjá írska liðnum at koma til teir opnu málmøguleikarnar. Føroyska verjan var væl skipað, og ferð aftaná ferð blivu írsku áleypararnir fangaðir í rangstøðufelluni hjá føroysku verjuni. Onkuntíð royndu írsku kvinnurnar seg við skotum á føroyska málið, men tað var ongantíð veruligur vandi á ferð. Vandamikl- astu støðurnar komu, tá ið føroysku kvinnurnar sjálvar spældu seg í trupulleikar langt afturi á vøllinum. Føroysku kvinnurnar vóru ikki so ofta á vitjan framman fyri írska mál- inum í fyrra hálvleiki. Vivian Bjartalíð var tí einu ferðina tó nær við at leggja Føroyar á odda, men skotið hjá henni streyk upp um tvørstongina. Trý mál upp á tíggju minuttir Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meiri av lív í dystin. Føroysku kvinnurnar løgdu bragdliga fyri fyrstu løtuna, og eitt skifti høvdu tær eisini yvirvág í spæli. Tað gekk tó striltið við at koma til málmøguleikar, og bestu føroysku royndina hesa løt- una hevði Rannvá Augustinussen, tá ið hon royndi seg við einum skoti úti frá, sum írski málverjin tó bjargaði. Írsku kvinnurnar royndu seg mangan við at spæla langar diagonal bóltar av miðvøllinum úti í bæði borðini til vengurnar, og tað var júst eftir slíkt uppspæl, at Írland legði seg á odda. Tann kviki vinstri vongurin, Emma Griffin, fekk eina góða sending og gjørdist leys í vinstra borði. Hon dróg inn í føroyska brotsteigin og sendi so høgt móti málinum. Talan var kanska um eitt innlegg, men bólturin fór upp um føroyska málverjan, brast í stongina og fór síðani í málið. Tað gekk tó ikki lang tíð, so fingu føroysku kvinnurnar javnað. Rannvá Andreassen spældi Malenu Josephsen leysa, og hon lyfti upp um málverjan. Bólturin rakti stongina, men Vivian Bjartalíð var fyrst á returin og sendi í tóma málið til 1-1, og stór frøði á teimum mongu áskoðarunum. Tað var tó ikki leingi, at føroysku armarnir sluppu at verða uppi, tí einans tríggjar minuttir eftir føroyska málið, legði Írland seg aftur á odda. Írland fekk hornaspark, og tvær av teimum írsku spældu stutt sínamillum úti í síðuni, áðrenn Caroline Thorpe sendi innfyri. Bólturin hevði kós móti handara síðuneti, og føroyski málverjin fekk bert hondina á bóltin, sum endaði í síðunetinum, og so var 2-1 til Írlands. Øll hesi trý málini komu innan fyri eitt stutt tíðarskeið upp á tíggju minuttir. Føroyska liðið royndi at leggja størri trýst á írska liðið í einari roynd at fáa javnað írsku leiðsluna, men tað gekk ógvuliga striltið. Rannvá Andreassen bleiv flutt av miðvøllinum niðan undir liðuna á Malenu Josephsen í álopinum, og tær báðar høvdu onkrar royndir síðstu løtuna, uttan at nakað tó spurdist burturúr. Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, har føroyska liðið saktans kundi havt fingið javnleik ella vunnið við eitt sindur av hepni. Dysturin lá til at fara annan vegin, og tað vísti seg, at írsku kvinnurnar áttu munin hesaferð. Malena Josephsen í nærdysti við írsku verjuleikararnar. mynd: Símun á Høvdanum Tepur ósigur Føroyska liðið avmyndað beint undan dystinum: Ovast frá vinstru: Ragna B. Patawary, Sólvá Joensen, Rannvá Andreassen, Vivian Bjartalíð, Ann Olsen og Heidi Heinesen. Húkandi frá vinstru: Anja Weihe, Malena Josephsen, Randi Wardum, Rannvá Augustinussen og Bára Skaale Klakstein, liðskipari. mynd: Símun á Høvdanum Kvinnulandsdystur, Klaksvík, 12. oktober 2004 kl. 17.30 Føroyar-Írland 1-2 (0-0) 0-1: Emma Griffin, 67. 1-1: Vivian Bjartalíð, 73. 1-2: Caroline Thorpe, 76. Føroyar: 1. Randi Wardum, KÍ – 18. Anja Weihe, B36, 17. Bára Skaale Klakstein, KÍ, liðformaður, 7. Ragna B. Patawary, KÍ, 4. Ann Olsen, KÍ (3. Silja á Borg Færø, FC Damsø, 80.) – 11. Sólvá Joensen, Skjold BK (14. Lydia Vesturtún, EB, 64.), 2. Rannvá Augustinussen, B36, 9. Rannvá B. Andreassen, KÍ, 13. Vivian Bjartalíð, KÍ – 8. Malena Josephsen, KÍ, 15. Heidi Heinesen, GÍ/B68 (Maibritt Olsen, 64.) Venjari: Álvur Hansen Hjálparvenjari: Jón Harald Poulsen Fysioterapeutur: Jóngerð Biskopstø Liðleiðari: Malan Mohr Írland: 1. Jeanie Pepper, Dundalk – 2. Kariena Richards, Ballingcouig, 5. Sinead Forde, UCD, liðformaður, 4. Louise Henchy, Lifford, UCD, 3. Sharon Boyle, Shamrock Rovers – 8. Grainne Barrett, Galway Hibs, 10. Mary Waldron, UCD, 6. Sylvia Gee, UCD, 11. Emma Griffin, Benfica Waterford – 7. Caroline Thorpe, UCD (13. Claire Mulhalland, Dundark FC, 89.) 9. Susan Conn- ingham (12. Emma Green, Carrigaline FC, 76.) Venjari: Noel King Hjálparvenjari: Myles Kelly Fysioterapeutur: Mary Dundon Liðleiðari: Phil O'Neill Dómari: Páll Augustinussen Hjálpardómarar: Jóannes Mikkelsen og Magni Hansen 4. dómari: Georg Rasmussen C M Y K 18 Ebsroc∞øfkd^oa^d CoÁhi+.1+--qfihi+.3+-- CoÁhi+.1+--qfihi+.3+-- Laafbo^qefqq^Áebprjpq∞ørj7 Laafbo^qefqq^Áebprjpq∞ørj7 ’Q⁄OPE>SK7JÁk^a^dfk.5+lhq+ ’MLOHBOF7Jfhra^dfk/-+lhq+ ’SÀDF7Eˆpa^dfk/.+lhq+ ’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ ’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7’MLOHBOF7Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ ’SÀDF7’SÀDF7’SÀDF7’SÀDF7’SÀDF7’SÀDF7’SÀDF7Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ ’Q⁄OPE>SK7’Q⁄OPE>SK7JÁk^a^dfk.5+lhq+ JÁk^a^dfk.5+lhq+ ’MLOHBOF7’MLOHBOF7Jfhra^dfk/-+lhq+ Jfhra^dfk/-+lhq+ ’SÀDF7’SÀDF7Eˆpa^dfk/.+lhq+ Eˆpa^dfk/.+lhq+ f Y d f c n ™ii_∞ok)føhlj^^qq∞j^_¸pprk^) cÁ^bfk^cfqq^dÁsr+ ™ii_∞ok)føhlj^^qq∞j^_¸pprk^) cÁ^bfk^cfqq^dÁsr+