hósdagur 14. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tá dysturi á Lands-
downe Road er av, er
ein av teimum heilt
drúgvu føroysku
landsliðsleikarunum
eisini liðugur
VETERANUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland: Sjálvur
hevur hann helst vitað tað í
eina tíð, men tað var ikki
fyrr enn nú, at Henrik Lars-
en fekk boðini. John Peter-
sen, sum í næstum flytur til
Danmarkar at búgva, hevur
gjørt upp við seg sjálvan, at
hann gevst á landsliðnum,
tá dysturin móti Írlandi er
av.
- Tað var ikki sørt, at
nógv varð gjørt burturúr.
Fleiri av leikarunum hildu
røður, tá vit ótu týsdagin, so
tað var næstan soleiðis, at
eg varð heilt rørdur, sigur
hann.
Men tú hevur nú eisini
verið ein av teimum heilt
drúgvu
á
landsliðnum.
Verður tað ikki ein serlig
løta hjá tær, tá tú miku-
dagin fer at takka áskoðar-
unum fyri seinasta dystin?
- Sjálvandi verður tað
tað. Sjálvur vóni eg, at tað
verðu til eina byrjan mill-
um teir fyrstu ellivu, men
bara eg fái eina løtu á vøll-
inum, so er tað í lagi, held-
ur veteranurin.
Nógvar løtur
Við 56 skrásettur lands-
dystum og 6 landsliðsmál-
um, er John tann fjórði
mest royndi leikarin í hóp-
inum, samstundis sum hann
er tann, ið hevur funnið veg
til meskarnar oftast.
Spurdur, hvørt tað er
nøkur løta hesi árini, sum
hevur verið heilt serlig,
sigur hann, at har hava ver-
ið nógvar slíkar.
- Tað er trupult hjá mær,
at taka nakra einstaka løtu
framum, tí har hevur verið
so nógv. Men tað var fan-
tastiskt, tá eg fyri fyrstu
ferð slapp í hópin í ’95, og
tá eg tríggjar dystir seinni
slapp at byrja inni, var tað
ein heilt ótrúlig kensla, og
at eg eisini skoraði mítt
fyrsta mál ta ferðina, gjørdi
tað ikki minni serligt.
- Og so eru tað allar tær
stóru tjóðirnar, sum vit
hava hitt. Tað fær ikki verið
annað enn ein dreymur, tá
tú sleppur at royna teg móti
eitt nú Týsklandi, Fraklandi
og Danmark. Og so vóru
tað sjálvandi eisini hasi
bæði málini, sum eg skeyt
móti Skotlandi. Jú, har hava
verið heilt nógvar góðar
løtur, sigur John.
Framtíðar 12. maður
Og hann leggur dent á, at
góðu løturnar við landslið-
num ikki eru av, fyri tað um
hann nú gevst.
- Eg flyti sum sagt niður,
og so komii eg ikki at hava
nakrar serliga umstøður til
at gera nóg nógv við fót-
bóltin. Tað er tó einki at
ivast í, at eg ætli mær onkra
ferðina sum 12. maður. Eg
fari í øllum førum altíð at
fylgja spentur við, hvussu
tað gongst landsliðnum,
sigur ein mest sum sorg-
blíður John Petersen at
enda.
Og tað er einki at ivast í,
at verandi 12. maðurin fer
at takka John, tá hann fer av
vøllinum eftir evstamark
okkara mikukvøldið. Síð-
ani hann fyrstu ferðina kom
á liðnum, hevur hann støð-
ugt verið millum bestu leik-
ararnar á liðnum, og týdn-
ingur hansara fyri liðið
kann valla yvirmetast.
Nr. 196 • hósdagur • 14. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Mikukvøldið var seinasta ferðin, at John Petersen spældi í reyðu, bláu og hvítu troyggjuni.,
Leiðin gongur nú til Viborg, og so er liðugt við landsliðsfótbólti
Seinasti
dysturin
Týskvøldið hevði
føroyska Eivør Páls-
dóttir framførslu í
Dublin, har hon sum
ikki einaferð megn-
aði at rúnarbinda
fjøldina
TÓNLEIKUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland: At før-
oyska landsliðið ferðast
uttanlands, ger í nógvum
førum, at møguleikar opna
seg, sum annars ikki høvdu
verið opnir.
Og ein av hesum møgu-
leikum tók Eivør Pálsdóttir
av, tá hon týsdagin hevði
framførslu á hugnaliga
Hotel Holiday Inn, har trý
írsk nøvn eisini vóru á
skránni, umframt Eivør.
Og einki er at ivast í, at
tað var Eivør, sum flestu
fólkini vóru komin at lurta
eftir. Hóast hon alla tíðina
tosaði enskt á pallinum, so
hevði hon hug at smílast, tá
okkurt føroyskt róp kom úr
salinum, og tá øll fjøldin
sang við til »mær leingist«,
mundi hon ikki ivast í, at
her vóru fólk, sum vóru
góð við seg.
Tað vóru tó ikki bara før-
oyingar, sum vóru á stað-
num. Annar helmingurin
av fólkinum mundi vera úr
Írlandi, og tó at tey ikki
altíð skiltu tekstirnar, so
tóktist ikki nakar ivi vera
um, at hetta eisini var ein
hugtakandi løta fyri tey.
Og tað var tað so sann-
iliga eisini, tá tann lokala
Roisin Elsafty trein á pall-
in. Enn er hon kanska ikki
nakað stórt navn, men tað
hevur hon allar møguleikar
at gerast. Fjøldin sat sum á
nálum, tá syrgiligar írskar
og skotskar vórðu fram-
førdar uttan hjálp frá nøkr-
um øðrum enn røddini.
Afturat sær hevði Eivør
annars Cora Lunny, sum
spælir violin, og eins og
restin av kvøldinum, so
eydnaðist samspælið teirra
millum væl. Eisini hóast
tær bert høvdu kent hvønn
annan í tveir tímar. Og tá
allar tríggjar at enda fóru
upp á pallin, mundi fagn-
aðurin ongan enda tikið.
Um tað vóru føroyingar
ella írar, sum høvdu sigrað,
var kanska óvist, og sum so
var tað eisini líkamikið. Øll
í salinum høvdu havt eina
framúr løtu, har vakur
tónleikur slapp at vera í
hásætinum.
Hóast hon alla tíðina tosaði
enskt á pallinum, so hevði
hon hug at smílast, tá okkurt
føroyskt róp kom úr salinum
Eivør við írskum vinum
17
16
Nr. 196 - 14. oktober 2004
Sunnudagin 26. sep-
tember 2004 fingu
tríggir føroyingar
høvi at gera ein
dreingjadreym til
veruleika, tá teir
sluppu at koyra í
Ferrari 348 á Sturup
Raceway bananum
tætt við Malmø í
Svøríki
KAPPKOYRING
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
At koyra ein ordiligan Ferr-
ari á eini kappkoyringar-
breyt man vera ein dreymur
hjá flestu dreingjum, sum
hava áhuga fyri bilum og
motorsporti.
Hetta upplivdu teir tríggir
føroyingarnir, Erling í Liða,
Ásmund
Joensen
og
Tummas Pauli Vilhelm, tá
teir saman við øðrum
sluppu at royna seg sum
kappkoyrarar.
Túrurin varð gjørdur í
samband við at Ásmund
Joensen frá Berg Motors og
Tummas Pauli Vilhelm frá
P/F Meinhardt Arge, vóru
teir hepnu vinnararnir av
einari spennandi ferð við
Shell til Svøríkis, har teir
fingu møguleika at koyra
skjótt á Sturup Raceway
bananum tætt við Malmø.
Við á ferðini var Erling í
Liða, sølu- og marknaðar-
leiðari hjá Føroya Shell.
Hetta var onnur virðisløn
í
kappingini
SHELL
HELIX GRAND PRIX,
sum Shell hevur á øllum
bilasølunum og verkstøð-
unum í Føroyum. Fyrsta
virðisløn var ein ferð til
Formel 1 á San Marino
bananum í Italia tann 25.
apríl í ár.
Við í ferðalagnum til
Sturup vóru 11 spentir
persónar, sum gleddu seg
til at sleppa at royna seg
aftanfyri róðrið á ymiskum
spennandi bilum.
Teir møttu sunnudagin
26. september kl. 12.00, tá
byrjað varð við frokosti og
kunning um dagin. Eisini
fingu teir kunning um
hvørjir reglar vóru galdandi
á bananum, og eisini hvat
slag av bilum teir sluppu at
royna.
Fyrst sluppu allir at koyra
Go-kart í einar 20 min. frítt
á bananum. Aftaná varð
liðið býtt í helvt, har teir
koyrdu Alfa Romeo 147 í
umleið 20 umfør býtt upp í
venjing og síðani fría kapp-
ing við fullari ferð. High-
speed túrurin í Ferrari 348
var trý umfør við veg-
leiðara undir liðini. Hesin
var Martin Jensen, ið er
professionellur rally-koyr-
ari í DTC-klassanum, har
hann
er
millum
teir
fremstu.
Eftir kappingarnar varð
gjørd ein samlað samantelj-
ing av øllum trimum kapp-
ingunum, har tríggir teir
bestu fingu handað steyp
og medaljur, og allir fingu
eitt luttøkuskjal.
Nr. 1, 2 og 3 sluppa har-
afturat at sita við síðuna av
Martin Jensen, sum koyrdi
tvey umfør við hvørjum við
fullari ferð, har hann vísti
síni koyrikynstur.
Samanumtikið ein sera
spennandi ferð, har allir
luttakararnir fóru glaðir og
móðir
heim
aftur
um
nátturðatíð í bussi til
Keypmannahavnar.
Teir tríggir føroyingarnir
siga, at teir fingu eina upp-
living, sum teir seint fara at
gloyma.
P/f Føroya Shell:
Dreingjadreymurin gjørdist veruleiki
Tummas Pauli Vilhelm, Ásmund Joensen og Erling í Liða bíða spentir eftir at sleppa at koyra Ferrari og royna seg sum
kappkoyrarar
Allir luttakararnir á veg heim eftir at hava roynt seg sum kappkoyrarar í ein dag
Ásmund Joensen og Tummas Pauli Vilhelm bíða eftir teirra
tørni
Eftir kappingarnar fingu tríggir teir bestu handað steyp og medaljur, og allir fingu eitt
luttøkuskjal. Erling í Liða (uttast til høgru) bleiv samanlagt nr. 3
Kappingin byrjaði við Go-kart koyring, f.v. Erling í Liða, Tummas Pauli Vilhelm og Ásmund
Joensen
Ásmund Joensen í Ferrari.
At koyra sum kappkoyrari
er ikki heilt tað sama sum
at koyra skúlabuss til
Velbastaðar
C
M
Y
K
16