Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 18 Sosialurin Pætur Albinus F imleikur var ikki við á Jersey seinastu oyggja­leik­ ir, men í Gotlandi er hann aftur á skránni. Hetta hóvar Føroyum væl, tí fimleikurin plagar at geva Føroyum eina rúgvu av heiðursmerkjum. Vónin er, at tey gera tað sama aftur hesaferð. 12 fimleikarar, seks menn og seks kvinnur, mynda liðið hesaferð. Av teimum hava einans tveir av monnunum verið við áður – øll hini eru við fyri fyrstu ferð. Hørð venjing Tað eru tvey ung lið, sum fim­leik­ urin í Føroyum sendir til oyggja­ leikirnar hesaferð. Á kvinnuliðnum eru tær ímillum 13 og 18 ára gamlar, meðan menninir eru ímillum 16 og 22 ára gamlir. – Fimleikararnir eru sera væl fyri beint nú. Teir venja nógv og hart. Hesar síðstu vikurnar síðan FM í mai hava tey vant millum 15 og 20 tímar um vikuna. Tað er ein blanding av landsliðsvenjingum og vanligu venjingunum úti í fe­ løgunum, sigur Anna Margit Dals­ gaard Thomsen, landsliðs­venj­ari hjá kvinnunum. Kappingin fer soleiðis fram, at allir fimleikararnir skulu hava tvær seriur í hvørjum amboði - eina bundna seriu og eina fría seriu. Tær bundnu seriurnar hava ikki so høgt støði, so tað krevur at alt verður gjørt so vakurt sum møguligt. Tær fríu seriurnar eru hinvegin truplari, og tað er tí óivað her, at støðið hjá teimum ymisku oyggjunum veru­ liga kemur til sjóndar. Vilja vinna Í oktobur eru Føroyar vertir fyri norður­evropeisku meistara­kapp­ ingini. Hetta er stór kapping, har 10 lond koma til Føroya at kapp­ast, men í løtuni er alt fokus á oyggja­ leikunum. – Oyggjaleikirnir eru hæddar­ punktið hjá føroysku fimleik­ar­ un­um. Hetta er kappingin, har vit veruliga hava ein kjans at vinna nakað. Vit eru í minsta lagi tvær ferð um árið uttanlanda og kapp­ast, til NECh og NM, men til tær kapp­ ingarnar liggja vit – hóast framstig – ikki so langt frammi. Til oyggjaleikir er ikki óhugsandi, at tað koma fleiri heiðursmerkir – eisini gull, sigur Anna Margit Dals­gaard Thomsen. Á leikunum á Bermuda í 2013 vunnu føroysku fimleikararnir heili 15 heiðursmerki. Tá vunnu eitt nú menninir gull í liðkappingini. Tað ætla teir sær aftur í ár. Kvinnurnar endaðu seinast aftanfyri Bermuda, men hesaferð er Bermuda ikki við. Landsliðsvenjarin sigur, at tað er eitt sindur ymiskt hvørji mál eru sett fyri hvønn einstakan fim­ leikara, men at tey øll – bæði kvinn­ ur og menn – hava sett sær fyri at vinna heiðursmerki í teimum eink­ ultu amboðunum. VÓNA NÓGV HEIÐURSMERKI Fimleikur er nú við aftur á oyggjaleikunum. Tað hóvar Føroyum væl, tí føroysku fimleikararnir plaga at vinna eina rúgvu av heiðursmerkjum, og hesaferð eru tey í sera góðari venjing FIMLEIKUR Luttakarar Menn Kristian Knudsen Aron Jacobsen Djóni Sakarisson Bogi Berg Rani A. Dalsgarð Christopher Klevang Kvinnur Lív B. Árting Elsbet Dalbø Marta Nielsen Marý F. Petersen Christina T. Arge Rebekka I. Rein Venjarar Anna Margit D. Thomsen