Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 Pætur Albinus T að er synd at siga, at tað er nógv lív í føroyskum tennis. Tveir vallir í Gundadali fyri opnum himni á einum ikki góðkendum undirlagi eru als ikki nøktandi umstøður, og av tí sama er heldur ikki grundarlag fyri stórt meiri enn at so dánt at halda lív í, soleiðis at ítrótturin ikki dettur niðurfyri. Til oyggjaleikirnar hesaferð fara tveir føroyskir tennisspælarar. Fleirfaldi føroyameistarin, Martin N. Simonsen, fer avstað saman við Nicholas Petersson, sum er bú­ sitandi í Danmark, men er av før­ oyskari ætt. Høgt støði Støðið í tennis á oyggjaleikunum er høgt, og tað hevur tað altíð verið. Tær allarflestu oyggjarnar hava ógvuliga góðar venjingarumstøður, og fleiri av leikarunum spæla fulla tíð. Eisini landafrøðiliga eru teir væl fyri, tí tað er ikki langt at fara til Svøríkis ella á bretska megin­ landið at kappast. At kappast og at hava eina kapp­ing koyrandi við regluligari og góðari mótstøðu er nevniliga lykil­in til at skapa ein góðan tennis­ spæl­ara, og her eru mótstøðulond før­oyinga tíverri mílalongdir framman­fyri. Ikki tí – teir royna. Martin N. Simonsen og Nicholas Petersson, har tann seinni nevndi ikki hevur havt nakað við føroyskt tennis at gera uttan at umboða landið á oyggja­leikunum. Nicholas Tað er einki at ivast í, at Nicholas Petersson er besta kortið hjá Føroyum. – Hann er á sama støði sum seinast, kanska eitt sindur betri, men tað, ið er meira umráðandi, er, at kappingin hesaferð er á hansara yndis undirlagi – nevniliga á grúsi. Hann verður allarhelst eisini styrkismettur at koma í topp 10 út av áleið 50 spælarum, sigur Martin N. Simonsen. – Við eitt sindur av hepni kunnu vit fáa eitt heið­urs­ merki, og eitt topp 10 úrslit er ikki óhugsandi, sigur Martin og vísir á, at lutakastið kemur at hava nógv at siga, tí kappingin er skipað sum ein steypakapping - tapur tú, so rýkur tú út. Føroyska tennislandsliðið hev­ ur áður verið betur mannað, og ein av teimum, ið hevur givið avboð hesaferð, er føroya­meist­arin Pætur Dahl. Umstøðurnar Tað er hetta við umstøðunum, ið nívir og forðar menningini í før­ oyskum tennis. – Eg havi ver­ið for­maður í Havn­ ar Tennis­felag í nógv ár, og sjálvur verið aktivur í meira enn 20 ár. Hesi 20-25 árini hava umstøðurnar staðið í stað og versnað. Eg haldi tað vera sera harmiligt, at vit í Føroyum ikki kunnu skapa karmar fyri einari av størstu og best umtóktu ítrottar­greinum í heiminum, sigur Martin. H a n n eftirlýsir, at ÍSF, land og kommuna vísa størri áhuga. – Fýra ella fimm innilokaðir vøllir á einum øki, ið er eitt sindur minni enn ein fótbóltsvøllur, so hevði tað borið til. Vit eru fleiri, sum eru egnaðir at skipa fyri og vera venjarar. Tað hevði óivað blivið gott, sigur Martin N. Simon­ sen at enda. TENNIS NICHOLAS ER VÓNIN Ein og ein hálvur føroyingur umboða Føroyar í tennis hesaferð. Martin N. Simonsen fer einsamallur úr Føroyum, men úr Danmark kemur Nicholas Petersson, og hann kann bíta frá sær í Gotlandi Luttakarar Menn Nicolas Petersson Martin N. Simonsen