Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 20 Sosialurin Pætur Albinus T að verður ein roynd­ur hópur, sum fer at um­ boða Føroy­ar í triathlon á oyggja­leik­un­um í Got­ landi. Við Gunnari Dahl-Olsen á odda og einum Andrass Joensen í góðum formi umframt væl upp­ lagdar kvinnur, so eru líkindi fyri at fáa góð úrslit. Teinurin, ið íðkararnir í triath­ lon skulu ígjøgnum, er 1.500 metrar svimjing, 40 kilometrar súkkling og at enda 10 kilometrar renning. Hetta er ein teinur, ið eisini er kendur sum OL-teinurin. Útisetar Seks íðkarar, fýra menn og tvær kvinnur, umboða Føroyar í triathon hesaferð. Tey eru øll roynd innan renning, súkkling og triathlon. Herfyri hava tey luttikið í tveim­ um kappingum í Danmark, og har vóru úrslitini góð. Andrass Joensen og Annelisa Jústadóttir Møss blivu bæði nummar trý í sínum aldurs­ bóki. Andrass Joensen býr í Danmark og venur fast við einum felagi har. Tað sama gera Karina Ottosen og Annelisa Jústadóttir Møss, sum báðar búgva í Danmark. Vónirnar Støðið í triathlon á oyggjaleikum er gott, og serliga eru tað íðkarar frá Isle of Man, Guernsey, Jersey og Gibraltar, sum eru ógvuliga væl fyri, og fleiri teirra eisini íðka triathlon hálva tíð. Úttøkkukapping hevur verið á einum teini við Gomlurætt, ið eisini strekti seg yvir Velbastað og Kirkjubø, og her var veteranurin Gunnar Dahl-Olsen skjótastur. Honum á baki var Andrass Joensen, og saman við honum fylgdist Karina Ottosen, ið annars hevur sagt seg ikki vera í so góðum formi. – Eg ivist onga løtu í, at tá ið hon sigur ja til at vera við, so venur hon somikið miðvíst, at hon verður sera væl fyri, sigur Evald Rasmussen, eldsál í føroyskum triathlon og ein av teimum í ferðalagnum, sum fer til Gotlands. Gunnar Dahl-Olsen verður mettur at vera besta boð upp á at tryggja Føroyum eitt gott úrslit. Venjingin Tað snýr seg um at venja nógv, men so sanniliga eisini at venja gløgt. – Vit hava vant nógv hvør í sær, men so eru vit eisini komin saman fyri at venja skift. Tað eru serliga skiftini, sum eru umráðandi – ikki tað, skiftið sjálvt tekur einans 20 sekund, men beinini eru gjarna sum kókað spaghetti tá ið tú kemur av súkkluni, og tú fert skinklandi avstað til renningina. Hevur tú ikki vant skiftið, so kanst út koma lort í býin, sigur Evald. – Venur man tað fast í nakrar mán­aðir, so hevur man betri møgu­ leikar at fáa ferð á tann fyrsta kilo­ meturin ella báðar tveir av renn­ ingini, sigur Evald Rasmussen at enda. BEIN SUM KÓKAÐ SPAGHETTI Tað tekur einans fá sekund at skifta frá súkkling til renning í triathlon, men tað er umráðandi at venja tað, tí beinini kunnu kennast sum kókað spaghetti. – Hevur tú ikki vant skiftið, so kanst út koma lort í býin, sigur Evald Rasmussen, eldsál í føroyskum triathlon TRIATHLON Luttakarar Menn Gunnar Dahl-Olsen Andrass Joensen Kári Davidsen Hanus Joensen Kvinnur Karina Ottosen Annelisa Jústadóttir Møss