týsdagur 20. juni 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
22
Sosialurin
Pætur Albinus
G
olf hevur fingið nógva
reklamu í Føroyum fyri
at vera í miðdeplinum
viðvíkjandi manglandi
góðkendum golfvølli, ið kann vera
við til at gera Føroyar egnaðar sum
vertur fyri oyggjaleikunum.
Tað er ikki politikkur tað heila, tí
Føroyar fara í ár eins væl og undan
farin ár at luttaka í golf á oyggja
leikunum. Við eru fýra mans og ein
kvinna.
Glyvursnes
Janus Norðberg og Ragnar Isaksen
eru
royndir
golfspælarar
her
heima, og umframt teir báðar, so
vera tveir nýggir yngr spælarar,
sum eru búsitandi í Danmark,
við. Teir eru Rógvi Mikkelsen og
Líggjas Jógvansson. Ein kvinna er
við, nevniliga Finngerð Sólbjørg
Clark, sum er búsitandi í Cape
Town, Suðurafrika.
– Fyrireikingarnar ganga væl. Vit
venja hvør í sínum lagi, og so hava
vit eisini júst verið á venjingarlegu
eitt vikuskifti í Keypmannahavn.
Vit leggja stóran dent á at vit fáa
vant á veruligum golfvøllum, sigur
Janus Norðberg vísandi til vøllin á
Glyvursnesi, sum ikki er meira enn
næstbest.
– Vit fáa vant nakað av spæl
inum harúti, men tað er rættiliga
nógv øðrvísi. Vit spæla eftir ser
ligum reglum, tí vøllurin er ikki
gjørdur til at taka ímóti bóltinum,
soleiðis at hann liggur omaná.
Hann fer í jørðina, og vit hava loyvi
at taka hann uppaftur og leggja
hann av nýggjum eftir serligum
reglum, sigur Janus víðari.
Siðvenja
Føroyska landsliðið er úttikið í
einari úttøkutilgongd, har fýra
teir bestu spælararnir í útvaldum
kappingum hava spælt seg á liðið.
Um støðið á oyggjaleikunum
sigur Janus, at:
– Tað er býtt upp í teir ordiliga
góðu, teir sum duga hampiliga væl
og so tey smáu londini, sum ikki
hava so góðar umstøður, eitt nú
Frøya og Hitra. Vit hava áður vunn
ið á teimum og Falklandsoyggjum,
Rodos og Grønlandi. Oyggjarnar
við bretskum tilknýti, eitt nú Jersey,
Guernsey og Isle of Man, hava eina
langa siðvenju í golf, og har eru
spælarar við handicap niður ímóti
0, greiðir Janus. Nevnast kann, at
ein golfspælari er betri, jú tættari
hansara sokallaða handicap er við 0.
Aldursforseti
Janus Norðberg er elsti luttakarin
hjá Føroyum. Hann er 64 ára gamal.
– Eg eri errin av at klára at spæla
meg við til leikirnar. Eg eri eisini
errin av at vísa, at ítróttur ikki
einans er fyri ungdóm, sum kann
vingla við gulli um hálsin, men
eisini til tey eldru, sum av ymiskum
orsøkum, eitt nú aldri, ikki kunnu
íðka fysiskt krevjandi ítrótt longur,
sigur aldursforsetin.
– Eg eri eisini takksamur fyri, at
Tórshavnar Golffelag er við til at
skipa fyri, at vit sleppa til oyggja
leikir. Vónandi koma vit aftur við
einum positivum íkasti til ætlan
irnar um at fáa ein altjóða golfvøll
og oyggjaleikir í Føroyum, sigur
Janus Norðberg at enda.
GOLF
Luttakarar
Menn
Janus Norðberg
Ragnar Isaksen
Rógvi Mikkelsen
Líggjas Jógvansson
Kvinnur
Finngerð Sólbjørg Clark
Tróndur Arge
S
einastu oyggjaleikir vunnu
tvær føroyskar kvinnur
silvur í tvímansleiki. Hetta
er tað besta, ið føroyskar
borðtenniskvinnur nakrantíð hava
avrikað á oyggjaleikum. Tær báð
ar, Henrietta Nielsen og Durita F.
Jensen, eru við aftur í ár.
Afturat teimum báðum eru fýra
mans, og av teimum fýra eru tríggir
við fyri fyrstu ferð. Føroyameisarin,
Pætur Albinus, hevur verið við
tvær ferðir fyrr, men hetta verða
fyrstu oyggjaleikirnir hjá Eyðuni F.
Ellendersen, Knúti Jóannesarsyni
og Sveini M. Nolsøe.
Ikki við
Tveir av royndu landsliðsleikar
unum, Fróði F. Jensen og Hallur
Thorsteinsson, hava givið avboð í ár
orsakað av lesnaðinum. Í teirra stað
eru nakrir yngri leikarar komnir.
Teir eru tó allir farnir um tey 20 og
hava í longri tíð verið í aðru røð og
bíðað eftir at fingið møguleikan.
– Fyrireikingarnar hava verið
merktar av, at leikarar eru í yms
um heraðshornum vegna lestur
og bústað uttanlands. Tó hevur
hevur hópurin verið saman. Júst
tað, at leikarar hava ymsar venj
ingarfyritreytir, kann eisini gerast
ein styrki, heldur landsliðsvenjarin,
Peter H. Niclasen, sum hevur verið
við til allar leikirnar, har borðtennis
hevur verið við, síðan 1989. Fram til
2007 var hann við sum spælari, og
síðan hevur hann verið við sum
venjari.
Kvinnuvón
Ein gitin partur av borðtennis á
oyggjaleikunum er liðkappingin.
Har eru bæði menn og kvinnur í
sama parti, og dystast tey í ymisk
um samansetingum best út av
sjey dystum. Seinast blivu Føroyar
nummar seks út av 11 londum, og
vónin er at liggja um tað sama – ella
kanska hægri – í ár. Hesaferð eru 12
lond við.
Tað er annars á kvinnusíðuni,
at vónin fyri heiðursmerkjum er
størst.
– Einki er at taka seg aftur í, at
heiðursmerkjavónirnar
hesaferð
eins og teir seinastu leikirnar eru á
kvinnusíðuni. Bæði í einmansleiki,
har nokk Henrietta Nielsen er besta
kortið, men eisini í tvímansleiki,
har tær báðar Henrietta Nielsen og
Durita Jensen skulu verja silvur,
sigur Peter H. Niclasen, landsliðs
venjari.
Henrietta Nielsen hevur sein
astu árini spælt í Týsklandi, har hon
hevur lisið. Hon hevur umboðað
Flensburg TSB í triðbestu deildini.
Líkindi fyri einum góðum úrsliti
skuldu verið til staðar, nú onkrar av
teimum heilt góðu, eitt nú fleirfaldi
oyggjaleikameistarin av Guernsey,
Alice Loveridge, ikki er við.
Ein annar útiseti er eisini við
føroyska liðnum. Tað er Eyðun F.
Ellendersen, sum spælir við SISU/
MBK í Århus.
KVINNURNAR ERU BESTA VÓNIN
Seinastu oyggjaleikir vunnu tvær føroyskar kvinnur søguligt silvur, og tær báðar eru
aftur hesaferð vónin hjá Føroyum, sum hevur fleiri nýggj andlit í hópinum
BORÐTENNIS
Luttakarar
Menn
Pætur Albinus
Eyðun F. Ellendersen
Knútur Jóannesarson
Sveinur M. Nolsøe
Kvinnur
Henrietta Nielsen
Durita F. Jensen
Venjari
Peter H. Niclasen
ALDURSFORSETIN SPÆLIR GOLF
– Eg eri errin av at vísa, at ítróttur ikki einans er fyri ungdóm, sum kann vingla við gulli um
hálsin, men eisini er fyri tey eldru, sigur 64 ára gamli golfspælarin, Janus Norðberg