Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 Pætur Albinus K urvabólturin í Føroyum hevur mestsum ligið í dvala í fleiri ár, men nú er av álvara lív komið í aftur. Áhugin er somikið stórur, at nú er undirtøka fyri at hava eina føroyska deild, og í ár hava trý lið luttikið. Tey eru Hamar og Sporðdrekin úr Havn umframt Ravnur av Toftum, sum vann FM. Mest sannlíkt vera tvey lið aftur­at við næsta ár. Tey eru Hávur úr Klaksvík og so eitt lið afturat hjá Hamar. Elddópur Tað er ikki altíð so lætt at fara í holt við nakað nýtt, og í byrjanini er tað mangan trupult. Soleiðis var tað eisini hjá føroyska landsliðnum í kurvabólti, tá ið teir fyri fyrstu ferð í søguni luttóku á oyggjaleikunum á Jersey fyri tveimum árum síðani. Liðið fekk ein elddóp og rann seg inn í fleiri stórtap, eitt nú 110- 18 ímóti Guernsey, men hetta var hóast alt ein byrjan, ið nú varð sjó­ sett. – Tað var, júst sum tú sigur, ein elddópur. Fleiri av okkara spælarum høvdu ongantíð spælt ein dyst á fullum vølli við dómarum og øllum tí, sum fylgir við. Men upplivingin var stór, og eg rokni við, at flest allir taka hatta sum eina jaliga uppliving, hóast úrslitini ikki vóru so pen, sigur royndi kurvabóltsleikarin, Pól Jakobsen, sum í Gotlandi fer at mynda før­ oyska landsliðsvenjaraparið saman við John Norðbúð Thomsen. Menningin At fáa kapping í føroyskan kurva­ bólt og at fáa eina deild á beinini við regluligum dystum hevur ver­ið umráðandi fyri kurvabóltin. Leik­ arar og lið tykjast at hava ment seg. – Ja, tað vil eg í øllum førum halda, men hvussu munurin er á okkum og hinum liðunum er ilt at siga. Vit møta Gotlandi aftur hesaferð, so har fara vit at hava okkurt at samabera við, sigur Pól vísandi til dystin ímóti Gotlandi seinast, har Føroyar vóru toliliga væl við og taptu 77-43. – Eingin kapping hevði verið í Føroyum áðrenn oyggjaleikirnar á Jersey, men nú hava vit havt kapp­ ing í tvey ár her heima, og vónandi sæst tað aftur, sigur Pól víðari. Máta seg Umframt leikarar úr deildini her heima, so er landsliðið mannað við trimum útisetum. Teir eru Steen Rói Lorenzen og Ragnar Jacobsen, sum spæla í Aalborg, og Bastian Heinason Zachariassen, sum spælir high school basket í USA. Teir eru meiri vanir við vøllir í fullari stødd - tað eru teir her heima ikki. Allir dystir, undantikið FM-finalan, hava verið spældir á minni vøllum í skúlahallum, men teir ætla sær hóast tað at bretta upp um ermar í Gotlandi. FARA AT MÁTA SEG Teir fingu ein elddóp fyrstuferð teir vóru á oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, men føroyskur kurvabóltur tykist hava ment seg nógv síðani, og nú ætla teir at vita júst hvussu nógv Luttakarar Leikarar Magnus Jakobsen Janus Jakobsen Bjarni Werner Zachariasen Fríði í Geil Jensen Bergur Gregersen Sjúrður Sivertsen David Arge Galàn Ragnar Jacobsen Steen Rói Lorenzen Hallur Joensen Bastian Heinason Zachariassen Rainer Latupeirissa Venjarar Pól Jakobsen John Norðbúð Thomsen Hjálpar-/mediafólk Kenneth á Argjaboða KURVABÓLTUR