Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 23. juni 2017 – Ognarskattur hevði verið rætta amboðið. So avgjørdur var Magni Laksáfoss, ting­ mað­ur fyri Sambandsflokkin í út­varp­i­num. Ognaskattur er og hevur verið eitt fy-orð í før­oyskum politikki. Her hava vinstra­flokk­ ar­nir ofta lagdir undir at vilja seta í verk ogn­ar­skatt, men Kristina Há­foss, fíggj­ar­ mála­ráð­frú hev­ur sagt, at ogn­ar­skatt­ur er ikki eitt mál hjá sit­andi sam­gongu. Og eing­in sam­gongu­pol­it­ik­ari hevur borið tað upp á tal yv­ir­høvur. Men okkurt bendir á, at tað er gjøgnum Sam­bands­flokkin, at tankin um ognarskatt búnast. Í øll­um førum koma fyrstu remb­ ing­ar­nar yv­i­r­høvur um ongarskatt mill­um ting­fólk úr Sam­bands­flokki­num, nú Magni Laksá­foss er komin við upp­skoti­num. Magni Laksáfoss er ikki hvør sum helst í Sam­bands­flokk­i­num. Hann tingmaður, hev­ur ver­ið fíggj­ar­mála­ráð­harri og er í løtini næstformaður floksins. Men formaður og næstformaður floksins eru ikki samdir í hesum máli: – Lat meg gera tað púra greitt fyri øllum: ogn­ar­skattur kemur ikki upp á tal. – Hetta er ikki sambandspolitikkur, og tað verð­ur heldur ikki sambandspolitikkur, sigur for­maðurin. So er spurningurin, hvat tað merkir, at for­mað­ur­in og næstformaðurin í Sam­bands­ flokk­i­num eru so ósamdir um ognarskatt. Við út­varpið segði Magni Laksáfoss í vikuni, at hann skilir slett ikki, hví fólk eru so nógv í­móti ognarskatti. Hann heldur, føroyingar hava ein løgnan hugburð til ognarskatt – og teirra millum tel­ ist Bárð­ur Nielsen sambært Laksáfoss eisini. Magni Laksáfoss heldur tað vera ørkymlandi og ólogiskt. Hann vísir á, at nógv­ ar skyldur fylgja við at eiga eini hús, skyldur sum kommunan rindar fyri. Hann held­ ur, at sjálv­andi skal húsaeigarin rinda fyri hesar tæn­astur, sum vatn, kloakk, at halda veg­in uttan fyri húsini og so framvegis. Tí held­ur Magni Laksáfoss, at tað hevði verið ein betri skipan at innført ognaskatt heldur enn brúks­skyldu á hús – fyri at fáa bilbugt við trup­ul­leikanum við tómum húsum, sum bara verða brúkt til summarhús. Hvør so fær rætt, næstformaðurin ella for­maðurin í Sambandsflokkinum er so spurn­ingurin. Fyribils, so skilja teir í øllum førum ikki hvønn annan, og fyribils bendir tí á, at tankin um skipan við ognarskatti nørist innahýsis í Sambandsflokkinum heldur enn í Tjóðveldi ella Javnaðarflokkinu. Tað er politiskt sera áhugavert. – Hetta er eitt lortamál fyri meg. Tað segði Høgni Hoydal við deg og viku týskvøldið, eftir at hann hevði latið úr hondum sína frágreiðing um málið. Og lorta støðan hjá honum er, at veiðuloyvi eru flutt frá línuskipum til ídnaðarskip í sambandi við svartkjaftafiskiskapin – meðan Høgni Hoydal hevur sitið við leiðsluni í Fiskimálaráðnum. Hetta er beinleiðis í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 – eina niðurstøðu, sum Høgni Hoydal tá hevði greiða niður meining um – so greiða, at hann tá helt, at landsstýrismaðurin átti at lagt frá sær. Men tað heldur hann ikki nú – og hann heldur heldur ikki, at málini kunnu samanberast... Kemur ognarskattur frá høgru? Hetta er eitt lortamál hjá mær Høgni Hoydal Les eisini blaðið á telefonini Føroysk kolonial­ isma í Grønlandi fyrr og nú Ole Wich síða 24-25 Lygn oman á lygn Heðin Mortensen síða 24-25 Sunnudagin 25. juni fyllir Hanus Kamban, rithøvundur, 75 ár. Hanus Kamban er føddur 25. juni 1942 í Salt­ ang­ar­á sum Hanus Andreassen. Hann fekk sær í 2000 navnskifti til Kamban, sum var navn­ið í móðirætt í Havn. Hanus er sonur Petur Andreassen, lærara, av Velbastað, og Elisabeth Andreassen (fyrr Kamban), lærarindu, úr Havn. Uppvaksin í Skúgvi. Flutti til Havnar í 1956. Hann tók studentsprógv av Føroya Preliminer- og Studentaskeiði 1960. Hanus arbeiddi í nøkur ár sum lærari, eitt nú í Syðradali og Norðradali og í Hvalba og sum arbeiðsmaður. Hann var á skúla í Eurocentre í Bournemouth 1964-65 og á Eurozentrum í Köln í 1965. Las 1966-68 enskt og týskt við Keypmannahavnar lærda háskúla. Gavst við lesnaðinum, tá ið ungdómsuppreisturin tók seg upp. Arbeiddi 1968-71 sum rættlesari á Berlingske Tidende. Hann var blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69. Tók prógv sum sjúkrahjálpari 1975, og hevur starvast í longri og stytri skifti á sjúkrahúsum og røktardeildum í Keypmannahavn, London og í Havn. Hanus giftist í 1980 við Kirsten Brix, cand. mag. Tey eiga tveir synir: Janus, føddur í 1979, og Atli, føddur í 1984. Hanus Kamban er millum okkara bestu stutt­søgu­høvundar og góður og gitin samfelagskjakari og røðari. Fyrsta stuttsøgusavn hans­ara »Dóttir av Proteus« bar beinanvegin boð um ein høvund, sum hevði víðan sjón­ar­ring og sum hevði sett seg inn í tilverulig við­ur­skifti, bæði sosialt og í tíð. Stuttsøgusøvn Hanusar eru dygdarsøvn og hans­ara næru og livandi lýsingar av van­ lig­um menniskjum og gerandisítrivum teirra er skald­skapur, tá hann er bestur. Størsta verk Hanusar er eitt tríbindverk um skald­ið Janus Djurhuus. Við sínum neyv­leika og nærlagni hevur Hanus skapt eina dygga lýsing av skaldinum og menniskjanum Janusi Djurhuus. Hanus Kamban sjeytifimm Hanus Kamban – ein av okkara virknu kjakarum og røðaum – og rithøvundum okkara, fyllir 75 ár sunnudagin Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri