Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 3 JÓANSØKAN 2017 VOXBOTN Jóansøkan verður í ár hildin á Tvøroyri, har alt frá listaframsýningum, til havsvimjing, skjóttgangandi bátum, ponyríðing, MC treffum og mangt annað er á skránni. Tónlistarliga er jóansøkan eisini við í spælinum við jóansøkutorginum. Fríggjadagin ber til dømis til at hoyra Tvøroyrar Hornorkestur, Eyðun Nolsøe og Janus W. Mortensen, eins og jóansøkusetanin og pisufundur er á skránni her hendan dagin. Leygardagin verður steypahandan her, eins og Tróndur&Lív spæla, Jens Marni Hansen og Asyllex eru eisini á skránni hendan dagin, og klokkan 23.30 byrjar midnáttarsangurin og midnáttarrøðan. Sunnudagin er klovnurin Bubu, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen og Rani Nolsøe. Løksbio: Læknin frá Chaussy Sunnudagin verður biografur í Løkshøll í Runavík. Franski filmurin Læknin frá Chaussy er á skránni klokkan 16.30. Læknin frá Chaussy, ein komediu-drama, er um Dr. Werner, sum tey seinastu 30 árini sjálvur annar hevur starvast sum lækni í einari lítlari bygd. Tá starvsfelagin ikki er har meira, gerst byrðan ov tung hjá einsamalla Dr. Werner, og tað kemur sum eitt sjokk, tá hann brádliga gerst álvarsliga sjúkur, og má gevast við at arbeiða fyri at fáa heilsuna aftur. Ein øðrvísi sunnudags­ døgurði Sunnudagin klokkan 18.00 skipar VisitEysturoy fyri øðrvísi mataruppliving. Tey siga, at skótarnir hava í mong ár gjørt mat úti í náttúruni, og nú fært tú eisini møguleikan at royna tað. Skótanir veita sjálvandi eina hjálpandi hond, vegleiða og læra teg, soleiðis at tú fært ein sera vælsmakkandi døgurða. Hetta verður ein øðrvísi sunnudagsdøgurði, har tú lærir at steikja lambskjøt niðurgrivið í sandinum við heitum gróti. Síðani er bert eftir at njóta máltíðina úti í vøkru náttúruni á Selatrað, siga fyrireikararnir á Facebook. Primitiv matgerð: FLOATING ROCKS: AN ART EXPERIENCE Bókaútgáva: Eitt hendingaríkt vikuskiftið Leygardagin er miðbýurin í Havn karmur um tónleikatiltakið Voxbotn. Tiltakið hevur nøkur ár á baki nú, og hvørt ár hevur verið at kalla útselt. Soleiðis var eisini í ár, hóast fyrireikarar hava sett nøkur fá atgongumerki til sølu nú beint uppundir tiltakið. Á skránni eru eitt nú Jonas Blue, Thomas Helmig, Martin Jensen, Mads Langer, Hanne Boel. Og av tí føroyska eru Signar í Homrum, Glóð, Frændur, Bára Silvansdóttir, Marius, Wolfgang, Kim Hansen, The Antonelli orchestra og Hulda. Sunnudagin klokkan 16.00 verður Steinprent karmur um eina bókaútgávu. Bókin er eitt úrslit av einari listaverkætlan, dum Karl Chilcott, skulptørur við høvuðssæti í svenska Västkusten, og dóttir hansara Christine Chilcott, fotografur, gjørdu saman á sumri 2016 á Sandoy.