fríggjadagur 23. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
4
MANGT OG HVAT
- Er arbeiðsbyrðan ov tung, er tað eisini
nakað, ið leiðslan fyri eldraøkið má inn at
hyggja uppá. Tað kann ikki passa, at vit
í 2017, hava arbeiðspláss, og enntá innan
umsorganarøkið, ið er so krevjandi, at fólk
ikki kunnu arbeiða fulla tíð. Hvør tekur
útbúgving og fær sær eitt arbeiði, ið ein
ikki kann liva av?
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagi
Føroya, Mary Antonsdóttir, sigur, at
hon gleðist um at hoyra, at tað stendur
hennara limum í boðið at arbeiða fulla
tíð, sambært Eyðfríð Jacobsen, stjóra
í Heilsu- og Umsorganartænastuni.
Samstundis ørkymlar tað hana at hoyra,
at starvsfólkini ikki meta seg orka at
arbeiða fulla tíð.
Hon ivast tó ikki í, at loysnir eru á
hesi avbjóðingini. Mary Antonsdóttir
vísir millum annað á, at arbeiðið nú er
lagt soleiðis til rættis, at vaktirnar eru so
stuttar, at tú mást arbeiða sjey dagar um
vikuna fyri at fáa fulla løn. Hon heldur,
at um vaktirnar vóru longdar upp í átta
tímar, so kundu fólk arbeitt fimm dagar
um vikuna og hon ivast ikki í, at hetta
hevði bøtt um støðuna.
Eitt annað uppskot er at stytta
arbeiðsvikuna niður í 35 tímar ella at taka
avloysara inn fyri sjúku fyrsta sjúkradag,
heldur enn at bíða til annan sjúkradag,
sum støðan er nú.
Hóast limir hennara ikki siga seg orka
at arbeiða fulla tíð, er Mary Antonsdóttir
av tí sannføring, at hetta er tað besta.
- At enda kann eg siga, at vit koma
langt ávegis við at starvsfólk verða sett
at arbeiða fulla tíð og at vaktirnar koma
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
At senda live frá einum grindadrápi,
og leggja myndir út av smílandi
fólkum uppiyvir deyðum djórum, er
beinleiðis óhóskandi og margháttligt.
Kaldbaksfólk møttu á
býráðsfundi í vikuni, har
minnilutin í kommununi
royndi at steðga
ætlanunum inntil ein
heildarætlan fyriliggur.
Meirilutin helt tó fast um
verandi ætlan.
Sheep View vann stóra
virðisløn í Cannes í vikuni.
Terroratsókn hevur verið
í París, meðan aðrar
terroratsóknir hava verið
steðgaðar í býum sum
Brussel.
Flóðaldan í Grønlandi um
vikuskiftið er framvegis
ein hóttan, tí óvist er, um
aðrir partar av fjallinum
fara at rapa.
Umboðsmaðurin kom til
tað niðurstøðu, at Heðin
Mortensen ikki hevði loyvi
at taka parkeringsskelti
niður aftur í gøtu í Havn.
»Grót«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
metrar eru boraðir
av komandi
Eysturoyar
tunnlinum
819
Útbyggingin á Sundi hevur aftur verið eitt heitt
evni hesa vikuna. Um orðið sigur Sprotin:
Vit drepa nógvan seyð hvørt heyst. Men,
tað hevur ongantíð verið ein partur av
hesum, at standa og kamp-fotografera ella
filma live og leggja myndir út her og der
Stytt arbeiðs
vikuna niður
í 35 tímar
Nú verður bindi
stevna í Skálavík
Visti tú?
at fleiri sløg
av sólkremi
kunnu elva til
ovurviðkvæmi?
grót-s h 3e
1 (samt.) steinar (serst. óhøgdir), tað vanligasta grótið í
Føroyum er basalt; hann hoyrdi stavpíkin gella í grótinum;
arbeiða upp á grót gera grót klárt (serst. til húsabygging);
nú sæst á grótinum el. nú er (longu) sett á grót (grótið vátt
av æli); (gl.) draga grót (til húsabygging); bróta upp grót 1
loysa grót (úr jørðini)
2 (flutt m.) gera tungt arbeiði; hann etur alt, ið er bleytari
enn grót (um átara); tá skalv bæði grót og grund (um
harðligar brestingar av e-m); tað kostar gull og ikki grót
(um e-t ovurdýrt); (tilt.) her lívir gamalt grót 1 her lívir av
landi 2 her kennir ein seg væl móttiknan (tá ið ein kemur
aftur hagar ein áður hevur verið)
Strikkesymposium, sum savnar fleiri enn
100 norðurlendskar kvinnur á hvørjum
ári, verður í ár á Hotel Skálavík, og tiltakið
verður í døgunum 26. juni til 1. juli.
Konseptið er bindifrálæra og fyrilestrar
á høgum støði, og til ber eisini at taka lut
á bindiráðstevnuni einstakar dagar á
einstøkum skeiðum. Verkstovur eru allan
dagin, og fyrilestrar og tiltøk hvørt kvøld.
Á Hotel Skálavík verða fimm dagar við
sniðgeving, bindihættum, troyggjusøgu,
skóleistum, nýggjum íblástri og gomlum
kynstrum. Á ráðstevnuni, sum varar eina
lítla viku, verða stívliga 100 útlendskir
luttakarar, men pláss er eisini fyri
føroyskum bindiáhugaðum luttakarum.
Úr Sandoynni verður sagt, at undirvísarar
eru úr Noregi, Svøríki, Danmark, men eisini
luttaka okkara sera dugnaligu føroysku
bindiserkønu, sniðgevar og listafólk, eitt
nú Katrina í Geil, Súsan í Jákupsstovu, Ann
Sloth Højgaard, Randi Samsonsen og Ása
Hátún.
Binding fekk ein heilt nýggjan týdning
í Sandoynni, tá nakrar kvinnur undir
leiðslu av Súsan í Jákupsstovu og Honnu á
Reynatúgvu tóku seg saman og bundu uppá
ein stóran klett - við gívrini í Gívrinarholi
sum myndaevni.
Ein partur av bindiráðstevnuni fer eisini
at snúgva seg um júst hetta - at binda upp á
ymiskt í umhvørvinum.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
13-16 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
10-15 m/s
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri,
8-13 m/s, seinni veksur hann vindin
til strúk í vindi upp í skrið, 13-16 m/s
av útsynningi. Tað verður skíggjað
og regn, men seinnapart klárnar og
tað verður nakað av sólglottum.
Um kvøldið verður 13 – 16 m/s og
í løtum upp í skrið, 18 m/s, og um
náttina snarar hann í ein norðan.
Um náttina verður turt og partvíst
klárt, men seinni aftur skíggjað og
regn. Hitin alt samdøgrið millum 8
og 13 stig.
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
5-10 m/s
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av norði, 10-15 m/s, sum seinni
minkar til andøvsgul upp í ein
strúk, 8-13 m/s. Skíggjað og nakað
av regni ella ælaveðrið, og seinni
verður skíggjað og fá æl. Hitin
allan dagin um 10 stig, um náttina
millum 6 og 9 stig.
Vindurin minkar til gul til stívt
andøvsgul av norði, 5-10 m/s.
Tað verður skiftandi veður við
einstøkum ælum. Hitin um 10 stig,
men um náttina millum 5 og 8 stig.