Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 5 ÁRNI GREGERSEN Løgmaður hevur fult álit á lands­stýris­manni­num við fiskivinnumálum, Høgna Hoy­dal, sum persóni og politikkkara. So langt vil løgmaður fara, nú hann hev­ur fingið eina frágrediðing frá lands­stýris­manni­num í sambandi við málið um, at tvey veiðu­loyvir eru flutt av tveimum línuskipum á tvey uppsjóvarskip. Høgni Hoydal hevur g jørt tvær frá­greið­ ingar – eina sum hann lat almenninginum mána­dagin og eina aðra, sum løgmaður fekk týs­dagin. M á l s g o n g d i n í f r á g r e i ð i n g u n u e r sjálvandi tann sama, men í frágreiðingini til løgmann eru tær løgfrøðisligu grundgevingnar í máli­num tiknar við. Í báður førum verður staðfest, at flytingar eru farnar fram, sum ikki hava heimild í nakrari lóg. Hendan staðfestingin hevur gjørt, at and­støðan í rættuliga stóran mun heldur, at Høgni Hoydal eigur at leggja frá sær sum lands­ stýrismaður. Formaðurin í Fólka­flokki­num krevur tað sama, men hevur eina aðra grundgeving. -Høgni Hoydal eigur at leggja frá sær, tí hann hevur gjørt tað sama, sum hann fanst ómeta­liga ógvusliga at, meðan hann sat í andstøðu, sigur Jørgen Niclasen. -Skal nakað samsvar vera millum tað, sum hann segði i andstøðu og tað, sum hann nú hevur ábyrgdina av, so eigur hann at fara frá, sigur Jørgen Niclasen. F o r m a ð u r i n í Fólkaflokkinum heldur ikki, at ein landsstýrismaður eigur at leggja frá sær, eru fyristingarlig mistøk hend, sum hann ikki kendi til. Andstøðan í iva Løgmaður hevur alment boðað frá, at hann og løgmansskrivstovan skulu brúka nakrar dagar at eftirkanna málið og tær upplýsingar hann hevur fingið í frágreiðingini frá lands­stýrismanninum. Landsstýrismaður sjálvur sigur, at hetta fær ikki hann at fara av skútuni. Hann vil fegin taka ábyrgdina av tí, sum er hent og bøta um mistøkini sum hendu. Í sendingini Radarin í útvarpinum segði hann eisini, at hann helt ikki hann átti at fara úr sessinum meðan fiskivinnunýskipanin fram­ vegis er í tinginum og ikki er endaliga við­gjørd. Andstøðan hevur enn ikki brukt øll vápn móti landsstýrismanninum og nógv bendir á, at andstøðan ivast í, hvat hon skal gera. Hon kann krevja ein kanningarstjóra. Til tess krevst bara 14 atkvøður í tinginum. Tað ber eisini til at leggja eitt uppskot um misálit á landsstýrismannin, men andstøðan megnar ikki sjálv at atkvøða eitt slíkt uppskot ígjøgnum. Hesin ivin sær út til at hava við sær, at í stað­in fyri at halda fram við at leggja trýst á lands­stýrismannin, so hevur andstøðan vent kanón­ini móti løgmanni. Umboð fyri bæði Fólkaflokkin og Sam­bands­ flokkin hava sagt, at nú liggur málið hjá løgmanni. Tað er hansara upp­gáva mill­um annað at hava eftirlit við lands­stýris­fólkunum og tryggja at tey halda lógir og fyri­skipanir, sum tey skulu arbeiða eftir. At veiðuloyvir eru flutt uttan heimildir er brot á reglurnar, men spurningurin er sjálvandi um løgmaður metir, at hesi brot eru so stor, at tað eigur at kosta lands­ stýris­manninum sessin. Høgni Hoydal hevur fleiri ferðir sagt, at sjálv­andi hevði hann ikki latið hetta fara aftur við borðinum um so, at hann var varug­ur við tað. Tá ið hann munnliga fekk at vita, at hetta hendi í mei í ár, steðgaði hann tí beinanvegin og royndi ógyldaði averðina. Tann opni spurn ingurin nú er um hvat løg­maður ger. Fer hann at senda leiðarin í størsta sam­ gongu­flokkinum til hús við vanda fyri at sam­gongan skrædnar? Ella fer hann at geva landsstýrismanninum eina sokallaða nøs? Svarið fáa vit í næstu viku. Løgmaður situr nú við málinum um flytingina av tveimum veiðuloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip og hvat skal henda við landsstýrismanninum LØGMAÐUR SITUR VIÐ “SVARTAPER” Lýsing av løgfrøðiligu viðurskiftunum í sambandi við ætlaðu afturtøkurnar Tá avgerðirnar um at flyta veiðiloyvini frá línuskipum á uppsjóvarskip ikki eru í samsvar við lógargrundarlagið, er talan um ein rættarligan mangul, sum er týðandi, og útgangsstøðið er, at avgerðirnar eru ógildigar. Vísast skal á tungtvigandi orsøkir fyri at víkja frá hesum útgangsstøði. Tílíkar umstøður síggjast ikki at gera seg galdandi í hesum føri, og er tí ætlanin at ógilda avgerðirnar. Útgangsstøðið er, at ein ógilding hevur virknað frá tí, at tann ógildaða avgerðin varð tikin. Atlit eru tó at taka til partin í hesum máli, sum hava við sær, at virknaðurin av ógildingini verður settur frammi í tíð. Vísast kann á, at talan er um avgerðir, sum eru til fyrimuns fyri partin, og sum parturin hevur innrættað seg eftir. Ráðið hevur givið Vørn boð um at ógilda avgerðirnar. Tey fyrstu boðini til Vørn hava tó verið ov yvirskipað, og hevur tað havt við sær, at Vørn – sum hevur fylgt boðunum, beint sum sagt er – hevur sent partinum avgerð um ógilding, sum ikki lýkur krøvini um grundgeving, hoyring og kæruvegleiðing í fyrisitingarrættinum. Ráðið verður varugt við hetta, tá umboð partsins kunnar Ráðið um kæru til Løgtingsins Umboðsmann um nevndu viðurskiftini. Ráðið hevur síðani havt samskifti við Vørn og givið boð um at senda nýtt skriv í málinum, sum rættar áður umrøddu viðurskifti. Ráðið hevur biðið Vørn um at kunna Ráðið frameftir um øll viðurskifti í málinum, so misskiljingar ikki henda aftur í hesum máli. Málið viðvíkjandi ætlaðu ógildingina er soleiðis ikki endaliga avgreitt, og er endaliga niðurstøða sostatt ikki gjørd í málinum. Høgni Hoydal landsstýrismaður