Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO H enrik Høgh-Olesen minn­ist fyrstu ferð, at hann bleiv so full­ komi­liga tikin av bóli av vakurleika, at hann gloymdi tíð og stað, og uppliving rørdi okkurt djúpt í honum. Hann var fimm ára gamal, og hann stóð inni í stovuni hjá omm­ uni, tá ein sólstrála rakti ein vasa, ið stóð í vindeygakarminum. – Hann hevði ein djúpan reyðan lit við gullmynstri. Tað var ikki ein serliga fínur vasi, men var ein so­ vorð­in, ið tey selja ferðafólkum, og omma hevði keypt hann í Venedig, greið­ir Henrik Høgh-Olesen frá um vasa, áðrenn hann heldur fram. – Men meðan hann stóð í vind­ eyga­karminum, og ljósið breyt í vas­anum, broyttist hesin vasin til ein guddómligan skatt fyri meg. Tá merkti eg, at hetta vakra verkið rørdi við nakað djúpt í mær, og eg spurdi alt fyri eitt ommu, um eg kundi arva vasan, tá ið hon fór frá fold­um. Hendan løtan kyndi undir ein lívs­langan áhuga og hugtikni fyri hví estetiskt ting vakja nakrar ser­ liga kenslur í menniskja. 55 ár eru liðin síðan Henrik Høgh-Olesen varð hugtikin av reyða vasanum hjá ommuni, og er lítli smá­drongurin í dag professari í per­sónleika og sosialari sálarfrøði á Aarhus Universitet og er har­um­ framt mettur at vera millum før­ andi serfrøðingarnar í Danmark inn­an atferðargransking. Hansara gransking innan menn­iskjur og atferð seinastu 25 ár­ini, harav hann seinastu tíggju ár­ini hevur lagt serliga orku í at granska innan estetikki ella fag­ ur­frøði, hevur m.a. ført við sær, at hann í 2011 varð útnevndur til ridd­ara av Dannebrog, umframt at hann javnan er at hoyra sum ser­ frøð­ingur í donskum miðlum. Sex, fáfongd og kapping Seinni í mánaðinum fáa føroyingar høvi at hoyra danska professaran, tá hann undir fangandi yv­ir­ skriftini: ”Sex, fáfongd og kapp­ing alneyðug hjá okkum øllum”, fer at halda ein fyrilestur í høv­uðs­stað­ num. Danski professarin flennir tó og er bilsin á máli, tá eg lesi honum yv­ ir­skriftina á fyrilestrinum, ið hann skal halda í Tórshavn 30. juni. Tað er týðiligt, at yvirskriftin kemur óvart á hann, men hóast hann ikki sjálv­ur hevur verið við til at gjørt hana ella góðkent hana, so skilur hann væl viðkomandi, ið hevur snikk­að yvirskriftin saman. – Eg skilji væl samanhangin. Eg havi skrivað eina bók um tað, ið eg nevni tað estetiska menn­iskja­ djórið. Tað er eitt løgið djór, ið brúk­ ar so nógva tíð, tilfar og orku at prýða seg sjálvt og sítt umhvørvi. Tað eru eingin onnur djór, ið gera líka nógv burturúr tí, sigur danski pro­fessarin, áðrenn hann nevnir spurn­ingin, ið hann hevur roynt at svarað gjøgnum sína gransking. – Stóri spurningurin er hví í allari víðu verð er eitt slíkt djór sum menniskja, ið brúkar so nógva orku upp á slíkt. Á tann hátt hevur yv­ir­skriftin nakað at gera við djypri motivini fyri hví vit gera hesi tingini. Løgin atferð At menniskja er eitt djór eins og ap­ur, seyður og annað er danski pro­fessarin ikki eina løtu í iva um. Tann sannføringin er eisini ein av or­søk­unum til, at áhugin fyri tí est­ et­iska tokkanum hjá manna­ætt­ini er so stórur. – Tað man skal royna at skilja er, at tað eru ting, ið vit taka fyri givið. Vit uppfata hesa verðina, ið vit hava skapt, sum nakað fullkomiliga nat­úrligt. Men neyðugt er at hava í huga, at tað eru eingin onnur djór, ið innrætta seg á sama hátt sum vit, vís­ir Henrik Høgh-Olesen á. At menniskjur hava eina trongd at prýða seg sjálvi og sítt umhvørvi er als ikki nakað nýtt. Tvørturímóti vísir professarin á, at kanningar av okk­ara ættarfedrum vísa, at tað er ein aldargamal siður hjá menn­iskj­ an­um. – Um vit fara 40.000 ár aftur í tíð­ina, tá gingu okkara forfedrar inn í holur og pyntaðu tær frá gólv til loft. Tað er ein løgin atferð, tí tey høvdu knapt nokk klæðir á lik­am­inum ella mat í búkinum. Tað var heldur ikki tær holur, ið man búðu í, ið man pyntaði, men aðrar hol­ur, greiðir Henrik Høgh-Olesen, og heldur fram við øðrum dømum. – Um hugt verður eftir gomlum tól­um, ið fornfrøðingar finna, so eru 90 prosent av amboðunum, ið man finnur frá hesum upp­runa­ fólk­um, prýdd á ymiskan hátt. So skjótt eitt spjót varð liðugt, so bleiv tað prýdd á onkran hátt. Men hvør er orsøkin? Tað gevur einki eyka nýtsluvirði, men ger tað ein­ans estetiskt vakrari, vísur pro­fessarin á. Uppgerð við Maslow Flestu, ið hava lisið á hægru skúla, hava helst fyrr ella seinnu lært um kenda ástøðið hjá russiskt-amer­ik­ anska sálarfrøðinginum Abraham Mas­low, ið ber hansara egna heitið Mas­lows tørvspyramida. Sambært ástøðinum hjá kenda sálarfrøðinginum ber til at býta tørvirnar hjá menniskjum upp í ymisk løg alt eftir hvussu týdn­ ing­ar­mikil tey eru, og at tað ikki er fyrr enn, at eitt menniskja megnar at nøkta teir mest grundleggjandi tørv­irnar, at tey veruliga seta orku í at nøkta hinar. Hjá Abraham Maslow eru teir fys­isku tørvirnar sum matur, vatn, svøvn­ur o.s.fr. teir týdningarmestu og mest grundleggjandi at nøkta, og síðan koma onnur løg við øðr­ um tørvum, so sum tørvurin fyri at vera partur av einum bólki, at uppnáa ein sosialan status, við­ur­ kenn­ing o.s.fr. Millum teir tørvir, ið hava minst at siga, er at tørvurin at úttrykkja seg listarliga, og her er tað, at Hen­ rik Høgh-Olesen hevur hug at taka eina uppgerð við Abraham Maslow. – Hjá Maslow kemur listin seint í tørvinum hjá menniskjum, men tað heldur ikki, tí okkara forfedrar megn­aðu ikki at metta primeru tørv­irnar, men kortini skaptu tey list, vísir Henrik Høgh-Olesen á. – Tað er eitt løgið djór, ið brúkar so nógva tíð, tilfar og orku at prýða seg sjálvt og sítt umhvørvi. Tað eru eingin onnur djór, ið gera líka nógv burturúr tí. Stóri spurningurin er hví í allari víðu verð er eitt djór sum menniskja, ið brúkar so nógva orku upp á slíkt. Tað sigur Henrik Høgh-Olesen, professari í persónleika og sosialari sálarfrøði á Aarhus Universitet. MENNISKJA ESTETISKT Sum djór høvdu vit ikki sloppið at brúkt okkara tíð og orku at prýða okkum og okkara umhvørvi, um tann atferðin einki virði hevði. framhald