Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 8 PERSÓNSSØGA Partur av menningini Henrik Høgh-Olesen metir nevni­ liga, at hugurin til tað estetiska er ein grundleggjandi eginleiki í menn­iskja. Um tað ikki var so, so vís­ir hann á, hevði natúran beint fyri tí. – Natúran beinir fyri teimum eg­inleikum, ið einki nýtsluvirði hava. Sum djór høvdu vit ikki slopp­ið at brúkt okkara tíð og orku at prýða okkum og okkara um­hvørvi, um tann atferðin einki virði hevði. Tað hevði verið lúkað burt­ur, og einans klók djór, ið ikki brúktu tíð til slíkt, høvdu yvirlivað, sig­ur danski professarin. Í staðin metir professarin, at tað er eyðsýnt, at talan er um ein eginleika, ið hevur eitt ávíst enda­ mál. – Óansæð hvat materalistiskt støði menniskja er á, so skapa tey okkurt slag av estetiskum virði. Búfólkini í Kalahari oyði­ mørk­ini, ið næstan einki eiga, eru kortini pyntað og eiga vakr­ ar lutur. Inuittar í Grønland, har kuldin valdar, framleiða flott amboð og perla. Um tú gong­ur í fátækadøminum í Rio de Jane­rio, sært tú samstundis prýð­is­lutur og vakurleika, sig­ur Henrik Høgh- Olesen, áðr­enn hann tekur ein dømi, ið er lætt­ari hjá føroyingum at kenna seg aftur í. – So skjótt tú hevur ráð at keypa tær ein uppvaskibust, so er næsti spurn­ing­urin, um hon skal vera reyð ella grøn, hóast tað sum so er full­komiliga líkamikið. Óansæð hvat materalistiskt støði vit eru á, so eru vit estetiskir einstaklingar. Vit seta prís á vakurleika, og vak­ ur­leika er eisini ein partur av tí, ið hjálpir okkum at taka røttu av­gerð­ ir, sigur danski professarin. Sum páfuglurin Henrik Høgh-Olesen vísir á, at tað er serliga, tá vit skulu velja partn­ ar­ar, at tað er týdningarmikið fyri menn­iskja, at duga við tí estetiska, t.v.s., at duga at prýða seg sjálvi og um­hvørvið. Professarin samanber menn­iskja við páfuglin. – Halin hjá páfuglum er óna­ túr­lig­ur. Natúran er vanliga skip­ að soleiðis, at fyri ein fuglur skal kunna yvirliva, so má hann kunnu flúgva og goyma seg í um­hvørv­ in­um. Men páfuglurin kann ikki flúgva ella goyma seg við sínum hala. Hann er sum eitt stórt fýr­ verk í skóginum. Tað er absurd, at pá­fuglurin hevur handan halan, sig­ur danski professarin. Men hóast halin kann tykjast at arbeiða móti øllum tí, ið krevst fyri at yvirliva, so hevur hann ein ser­stakligan týdningarmiklan funk­ti­ón. – Hønurnar dáma ein hana við stórum hala, og um hanin megn­ar at yvirliva leingi nokk til, at hann er kynbúgvin, so er tað hann, ið hønurnar velja, og tað verða hansara ílegur, ið verða førd­ar víðari. Halin er eitt stórt handi­ kapp, men um hanin megnar at yv­ ir­liva, so vinnur hann, sigur Henrik Høgh-Olesen. Á sama hátt sum páfuglurin brúk­ar sín vakurleika at tokn­ast hinum kyninum, kunnu menn­ iskj­ur toknast hvørjum øðrum við at vísa, at tey megna tað estetiska. – Eitt menniskja, ið megnar at gera nakað vakurt, vísir á ein máta, at her er eitt menniskja, ið hevur eyka nógva orku, yvirskot, vit og gáv­ur. Tað er eitt menniskja, ið kann brúkast til eina rúgvu, sigur Hen­rik Høgh-Olesen. Ein heimsumfatandi vakurleiki Ástøðið um, at tað er nakað djúpt í okk­um menniskjum, ið virðismetir vak­ur­leika, metir Henrik Høgh- Ole­sen verða styrkt av, at hóast heim­urin rúmar eina ørgrynnu av fólkabólkum og mentanum, so eru flest øll samd um hvørji menn­iskj­ ur eru vøkur. – Man verður bilsin av hvussu samd um allan heim fólk eru, um hvørji fólk eru vøkur. Vit eru djór, ið eru forritaði eftir, at fara eftir somu stimbrandi evnum. Tí eru vit samd um hvørji fólk eru vøkur, sig­ur Henrik Høgh-Olesen. Danski professarin vísir til eina kann­ing við persónum úr øllum heim­inum, ið vórðu biðin um at hyggja eftir tveimum myndum av persónum úr øllum heimsins etn­isk­um bólkum, og siga hvør er vakrast í teimum ymiskum bólk­un­ um. Tann eina myndin er av einum vøkr­um persóni, meðan hin er av ein­um vanligum persóni. – Kanningin vísti, at tað er nær­ um eingin munur. Svarini vóru tey somu í øllum bólkum. Fólk vóru samd um hvør var vakrast, greiðir He­n­rik Høgh-Olesen frá. Fyri at tryggja sær, at úrslitið ikki er ávirkað av lærdómi ella av ein­um alheims vakurleika-ideali, so varð kanningin eisini framd við ný­føð­ing­um. – Tey vóru eini eitt til fýra dag­ ar gomul, so tey høvdu ikki lært nakað um hvat var vakurt og ikki, og vóru ei heldur ávirkað av Holly­ wood. Men sjálvt tá, tá tey nóg ill­ ani kláraðu at fokusera, hugdu børn­ini munandi longri at mynd­ un­um av teimum vøkru per­són­ un­um, sigur Henrik Høgh-Olesen Tey vøkru hava tað lættari Henrik Høgh-Olesen forklárar kann­ingina við, at heilin á menn­ iskja leitar eftir somu stimbrandi evn­um, ið verða útloyst, tá ið vit síggja ella uppliva vakurleika. Tað hev­ur tó eisini eina djypri meining. – Hesi støðini í heilanum, ið verða stimbraði av slíkum, eru tey somu, ið hjálpa okkum at finna sunn­ar og sterkar makar við sterk­um genum. Trupulleikin er tó, at heilin ikki tekur hædd fyri, at vøkur fólk ikki altíð eru moralsk góð fólk. Hetta er eisini orsøkin til, at vøk­ ur fólk kunnu tykjast at hava tað lætt­ari í lívinum enn onnur. – Um støði verður tikið í einum vøkr­um og einum vanligum per­ sóni, so fær tann vakrari betri próv­tøl enn hin fyri sama avrik, tann vakrari fær lættari arbeiði enn hin, tann vakrari fær hægri løn enn hin, og um tey fremja eitt brots­verk, so fær tann vakrari lin­ ari revsing enn hin. Tað er tí vit í heilum uppfata tað vakra sum ver­ andi gott, eisini moralskt sæð, sigur Hen­rik Høgh-Olesen Dragandi Til fyrilesturin 30. juni ynskir Hen­ rik Høgh-Olesen at upplýsa, at tað estetiska ikki bara er nakað útvort­ is, men eru klár signal, ið stýra okk­ ara lívi. – Signalini vísa, at her er ein per­sónur, ið hevur teir eginleikar, íleg­ur, førleikar o.a., ið tú kanst fáa brúk fyri, og tí loysir tað seg at para teg við viðkomandi. Tí koma sex, kapping og viðurkenning inn í hetta, sigur Henrik Høgh-Olesen, og leggur aftrat. – Tað er okkara máti at stýra runt í menniskjahavinum. Tú verð­ ur drigin av fólkum, ið síggja gott út og kunna avrika nakað. Tí eru so nógv listafólk, sangarar og onnur, ið hava so nógvar makar. Tað er has­in halin hjá páfuglinum. Tað er so nógv kraft og saft í teimum per­ sónum, ið kunnu strála, blenda og skína, at vit verða drigin av teim­ um. Tað eru tey estetisku tingini, ið í veruleikanum stýra okkara vali. framhald