fríggjadagur 23. juni 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
9
ÚTBYGGINGIN Á SUNDI
ÁKI BERTHOLDSEN
AKI@SOSIALURIN.FO
Í vikuni gjørdu minnilutin í kommununi
eina roynd at fáa meirilutan í Tórshavnar
Býráð at ganga frá ætlanini at brúka grót
úr Eysturoyartunlinum til at gera eitt
ídnaðarøkið á Sundi.
Men tað miseydnaðist, tí meirilutin
stendur við ætlanina og sostatt verður
ídnaðarøkið gjørt.
Býráðslimirnir í minnilutanum ásanna,
at tey hava eisini verið við til at samtykkja
at gera ídnaðarøkið í Sundi. Men tey halda,
at tað er so nógv nýtt komið fram, at
býráðið eigur at steðga á.
Tey hugsa um, at kaldbaksfólk hava
mest sum einmælt mótmælt ætlanini og
tey hugsa eisini um, hvussu órógvandi
ferðslan við grótið verður.
– Í meiri enn tvey ár skulu eini 70
treylarar koyra eftir Kaldbaksvegnum
ímillum Hvítanes og Sund og tað verður
ótolandi fyri ferðslutrygdina, halda tey.
– Tað vóru upplýsingar, vit ikki
høvdu, tá ið býráðið samtykti at broyta
byggisamtyktina, so at grótið kann leggjast
á Sundi.
Tey ásanna, at tað var undanfarna
býráði, sum samtykti at broyta
byggisamtyktina so at grótið kann leggjast
á Sundi og tað var undanfarna býráð, sum
samtykti at gera ídnaðarøkið. Men málið
var ikki endaliga avgreitt í undanfarnu
samgongu, og tí bar til at bakka.
Og tað er hetta býráðið, sum hevur
skrivað undir sáttmálan við tunnilsfelagið
um at leggja grótið á Sundi. Og tað er eisini
hetta býráðið, sum hevur endaliga góðkent,
at byggisamtyktin verður broytt, so at
grótið kann leggjast har.
Heldur enn at leggja grótið á Sundi,
skjóta tey upp at brúka tað til vegin
ímillum tunnilin og Havnina. Tað
kann eisini brúkast sum ífylla í nýggju
Skansabryggjuni og so mikið minni
verður grótbrotið á Glyvursnesi. Og ein
partur kann eisini brúkast til at gera
ídnaðarøkið á Skarðshjalla størri. Eitt av
teimum meiri semerktu uppskotunum frá
Javnaðarflokkinum var at brúka grótið til
ætlaða flogvøllin á Glyvursnesi.
Tey ásanna eisini, at tað er ein feilur, at
Kalbaksnevndin ikki er hoyrd beinanvegin,
men tey halda, at tað er ein dygd at kunna
viðurkenna eitt mistak – og at rætta tað.
– Hetta er ein gyltur møguleiki at bjarga
Kaldbaksfirði halda tey.
Og samanumtikið halda tey, at ongin
vissa er fyri, at ídnaðarøkið nakrantíð fer
at verða brúkt, í hvussu so er eru ongar
ítøkiligar ætlanir, uttan ein umsókn
um alibrúk, men býráðslimir seta stórt
spurnartekin við eina umsókn um aling
undir liðini á einum asfaltverki og einum
kraftverkið, ið gongur við tungolju.
ÚTBYGGINGIN Á SUNDI
ÁKI BERTHOLDSEN
AKI@SOSIALURIN.FO
Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í
Havn á býráðsfundi í vikuni, har eitt
uppskot frá minnilutanum í býráðnum
um at steðga ætlanini at koyra grót úr
Eysturoyartunlinum á Sund, var til viðgerðar.
Hon vísti á, at undanfarna býráð hevur
samtykt hetta málið einmælt. Og grundað
á hesar samtyktina í býráðnum hava
byggifelagið, NCC, sum ger tunnilin, og
felagið fyri Eysturoyartunnilin, gjørt eina
avtalu um grótið úr tunlinum.
– Nú er ábyrgdarleyst at traðka á
bremsuna, tí so taka vit grundarlagið undan
avtaluni ímillum NCC og felagið, sum ger
Eysturoyartunnilin. Og gera vit tað, fáa vit
eitt stórt endurgjaldskrav, tí talan er um eina
verkætlan fyri milliardir, sigur borgarstjórin
Annika Olsen sigur, at einki haldgott
uppskot er frammi um, hvat grótið so skal
leggjast og tað er ábyrgdarleyst at leggja
arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin, stilt.
– Annika Olsen ásannar, at hetta málið
er óhugaligt, tí tað er einki stuttligt hjá
býráðnum at fara í kríggj við eina heila bygd.
Men hon sigur, at tey hava roynt at gingið
Kaldbaksfólki á møti, og tískil verður Sundsá
varðveitt, samstundis sum at ein partur a
ósanum verður varðveiddur og malargrótið
verður tikið upp.
Hon vísir eisini á, at tað eru strangari
treytir fyri virkseminum á havnarøki
enn á einum vinnuøki, so tað verður ikki
tann dálkandi ídnaðurin á Sundi, sum
kaldbaksfólk stúra fyri.
Tey, sum hava virksemið á Sundi, skulu
lúka tær treytir, sum settar eru og tí skal
økið nú ruddast, leggur hon afturat.
Hinvegin heldur hon, at tað er eisini
ein uppgáva hjá eini kommunu at skapa
vinnumøguleikar og hon vónar at Sund
verður eitt blómandi vinnuøki. Og skulu vit
hugsa um fiskivinnu, er tað greitt, at vit tapa
kappingina við onnur øki í landinum, legði
hon afturat.
STRÍÐ UM
GRÓTIÐ Á SUNDI
Nú eiga vit
at steðga á
Hetta er eitt eymt mál. Samstundis er nógv
nýtt komið fram, og tí eiga vit at steðga
á. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum og
Sambandsflokkinum í Tórshavnar Býráði
Púra
ábyrgdar
leyst at
steðga nú
- Tað er ábyrgdarleyst at traðka á
bremurnar nú, heldur Annika Olsen,
borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu