fríggjadagur 23. juni 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
10
DANJAL AV RANA
Í
2016 vórðu 268 pør gift í Før
oyum. Seinasta vikuskift
ið skrivaði Sosialurin um
hjúnaskilnað. Hesa vikuna
hava vit valt at skriva um hina upp
loysnina av einum hjúnarbandið,
tá annar makin doyr.
Tað eru 2.386 einkjur og einkju
menn í Føroyum í dag, 1.864 einkjur
og 522 einkjumenn. Seinastu 30 ár
ini hevur talið ligið millum 455 og
676 menn og 1.842 og 2.033 kvinnur.
Yngsta einkjan í Føroyum er 28
ára gomul, yngsti einkjumaðurin er
31 ára gamal. Elsti einkjumaðurin
er 100 ár, elsta einkjan 101 ára gom
ul.
Á næstu síðunum tosa vit við
Ása Klakkstein Danielsen, sum
tríggjar ferðir hevur upplivað
at mist mannin. Hon greiðir frá
hvussu tað er at liva víðari eftir
missin. Hon greiðir frá, hvussu
einligt tað kann blíva eftir missin.
– Eftir nakrar mánaðir ringdi
telefonin ikki meir, og tað var
ómetaliga einsligt. Einferð lyfti
eg hornið upp á telefonini fyri at
vita, um hon var í ólagi, tí ongin
ringdi longur. Alt steðgaði upp, og
tað bleiv sum í grøvini, sigur hon.
Ása Klakkstein Davidsen greiðir
tó frá, at gjøgnum alla sorgina
hevur hon leitað sær umsorgan
hjá Gudi. Vit hava tosað við Berg
Debes Joensen, prest, um hvørja
troyst trúgvin gevur teimum, sum
mist hava.
– Mín uppgáva er at leiða fólk
víðari. So heldur enn at spyrja hví,
eggi eg teimum til at spyrja, hvønn
tey skulu fara til við sorg teirra. Tá
peiki eg á Gud, sum veit alt, kann
alt og hevur umsorgan fyri okkum,
sigur Bergur Debes Joensen.
Sorgin krevur sítt
Kathrina Lindenskov Holm, sála
frøðingur, greiðir frá, hvussu vit
skulu liva víðari við sorgini. Hon
heldur, at tað er týdningarmikið at
geva sær tíð at dvølja við sorgina.
– Hon krevur sítt uppmerksemi,
men spurningur er, um tú letur
hana fáa tað. Tað letur seg tó ikki
gera at skumpa hana vekk. Fyrr
fingu fólk heilivág, men hann kann
einans doyva pínuna. Men pínan
er týdningarmikil. Vit skulu læra
at rúma hesum sterku kenslunum,
sum koma, tá tú missir. Sorgin tek
ur langa tíð at arbeiða við og fylgir
tær alt lívið, sigur hon.
Vikuskiftissosialurin hevur eis
ini tosað við Betri Pensjón um hvat
hendir, tá makin doyr. Tað kann
gerast steinur oman á byrðu, um
ein, umframt at missa makan, eisini
kemur í vanda fyri at missa húsini.
John Eystberg, pensjónsráðgevi í
Betri Pensjón greiðir frá, hvat fólk
eiga at hugsa um.
– Hetta kann vera sera torført
og óveruligt at hugsa um, tá ein er
ungur og lívið júst er um at byrja,
men tað er so skjótt, at ein van
lukka rakar, sigur hann.
Hóast sorgin er komin fyri at
vera, so er vónin, at vit heldur enn
at dvølja við missin halda fast í
minnunum. Sorgin fær sítt nátúr
liga pláss í lívinum sum tíðin fer, og
makin livir víðari í minnunum hjá
teimum, ið minnast hann.
2.386 føroyingar eru einkjur ella einkjumenn. Í
Vikuskiftissosialinum hesa ferð tosa vit um sorgina,
sum gerst ein partur av lívinum, tá makin doyr. Ein
einkja, ein prestur og ein sálarfrøðingur greiða frá.
SORGIN ER
MISTUR KÆR
Einkjur
Aldurin á føroyskum einkjum og einkjumonnum 1. jan. 2017
Einkjur
Einkjumenn