Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 11 LEIKI MUGU HUGSA UM DEYÐAN Í UNGDÓMINUM Tað kann gerast steinur oman á byrðu í sorgini, um ein brádliga er í vanda fyri at missa húsini eisini. Besta verjan er at tekna eina lívstrygging. DANJAL AV RANA E in hevur ofta nokk við sorgini, uttan at skula hugsa um tað fíggjarliga eis­ini. Kortini kann tað fáa álvarsamar fíggjarligar av­ leið­ingar fyri eitt húski, tá makin doyr. Eitt er at missa makan, ann­ að er at missa húsini eisini. – Tað er sjálvandi ein møgu­ leiki, men bankarnir strekkja seg nokk so langt fyri at tryggja, at fólk kunnu vera sitandi í egnum hús­um, sigur John Eystberg, pen­ sjóns­ráðgevi í Betri Pensjón. Tá makin doyr er jú talan um, at onnur inntøkan brádliga hvørv­ur. Tí er væl skilligt, at tað kann gerast tungt fíggjarliga hjá tí, sum eftir situr. – Størsta avbjóðingin er at fáa minka um føstu útreiðslurnar. Tí er tað sera vanligt, at eitt prát verður tikið við bankan um at umleggja lánini, so at mán­að­ar­ liga gjaldið verður nakað minni, sig­ur hann. Bestu ráðini eru uttan iva at tekna sær eina lívstrygging og eina rest­skuldatrygging. Rest­ skulda­tryggingin er ein lívs­trygg­ ing, sum tryggjar, at skuldin ella part­ur av henni verður goldin, um tú ella makin doyggja áðrenn fylta 67. árið. Hon tryggjar altso, at tú ella makin ikki standa ein­ sam­øll við allari skuldini, um ann­ar fellur frá. Hevur tú eina lívstrygging, fáa tey, ið eftir sita, eina upp­ hædd útgoldna, sum kemur at lætta munandi um hjá teimum fíggj­arliga. John Eystberg sigur, at tað kann vera torført at seta seg inn í slík­ar støður, tá ein sum ungur fær sær húsalán og annað, men at tað er neyðugt at hugsa um hetta. – Tað er so skjótt, at okkurt hend­ir. Tí er neyðugt at spyrja seg sjálvan, hvussu vil eg vera fyri fíggjarliga, um makin doyr, ella hvussu vil makin vera fyri fíggj­ar­liga, um eg doyggi. Tað er kanska óveruligt at hugsa um hetta, tá ein er 35 ára gamal, men kort­ini er tað týdningarmikið, sig­ur hann. Minka um føstu útreiðslurnar Tá makin doyr verða rest­skulda­ trygging, lívstrygging og møgulig pensjón útgoldin. John Eystberg er ikki í iva um, hvat peningurin skal nýtast til í slík­um førum. – Tað ræður um at minka um føstu útreiðslurnar. Tí eigur so nógv sum gjørligt at vera sett inn í lánið, so at ein kanska enntá kann gerast skuldarfríur. So eru føstu útreiðslurnar til streym og hita, stovnspláss og bil og annað eft­ir, men vónandi kann tað rind­ ast av inntøkuni, sum eftir er, sigur hann. John Eystberg minnir á, at tað kann løna seg at eftirkanna lívstryggingina av og á. – Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað er neyðugt at hava eina lívs­trygg­ing við einum virði á fýra milli­ónir krónur, um ein er skuld­ar­fríur. Samstundis eigur ein eis­ini at hyggja at, hvussu inn­tøk­urnar í húsinum er býttar. Er tað so, at annar forvinnur nógv meiri enn hin, so kann vera líka frægt, at viðkomandi eisini hev­ur eina hægri lívstrygging, tí fíggj­ar­liga avleiðing av, at tann inn­tøk­an hvørvur, er størri, sigur John Eystberg. Seinastu árini hevur tó nógv størri fokus verið á hesum øk­ inum og hevur tað ført við sær, at bæði arbeiðspláss og fakfeløg eru farin at tekna lívstryggingar fyri limir sínar. – Lívstryggingin spyr ikki eft­ ir, hvussu, hvar ella nær makin doyði. Tí er lívstryggingin frá arb­eiðsplássinum eisini galdandi í frí­tíðini. Tað er tí sannlíkt, at fleiri hava lívstryggingar gjøgn­ um arbeiðspláss síni, sum tey ikki geva sær far um. Tó so, best er eisini at hava sína egnu, sigur hann. – Hetta kann vera sera torført og óveruligt at hugsa um, tá ein er ungur og lívið júst er um at byrja, men tað er so skjótt, at ein van­lukka rakar. Vit hugsa øll, at hetta hendir bara øðrum og ikki mær, men man veit ongantíð, sig­ ur John Eystberg.