fríggjadagur 23. juni 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017
SOSIALURIN 72
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
74
ára gamla Ása
Klakkstein Dani
elsen er fødd og
uppvaksin í Kolla
firði, men hevur altíð havt eitt
serligt tilknýti til Klaksvíkar, har
mamma hennara var frá. Hon
vitjaði nógv í Klaksvík um summ
arið og greiðir frá, at henni dámdi
sera væl har.
Tá hon var 16 ára gomul fór hon
til Klaksvíkar at tæna, og síðani
møtti hon John Richard Klakkstein
stutt eftir.
– Tá koyrdu dreingirnir bil og
genturnar gingu á vegnum. Eg
møtti honum og vit fylgdust og
gingu saman eina tíð, áðrenn vit
vórðu gift í 1962, beint áðrenn eg
fylti 20 ár, sigur hon.
Av tí, at eg hevði vitjað so nógv
í Klaksvík, var tað natúrligt at bú
seta meg har. Eg veit ikki hví, men
eg saknaði ikki heimbygdina tá,
og foreldur míni dámdu væl, at eg
valdi at búgva í Klaksvík, og har
man byggur reiðrið verður heimið,
sigur hon.
Bert tveir mánaðir eftir, at hon
og John Richard vórðu gift misti
Ása pápa sín, sum ongantíð náddi
at vitja hana har.
– Tá eg varð gift segði hann, at
nú visti hann, hvar hann skuldi
búgva, tá hann kom til Klaksvíkar
at vitja, men tað náddi hann ong
antíð, sigur hon.
Ása missir mann sín
John Richard og Ása fingu fýra
børn, og hann arbeiddi sum
sjálvstøðugur reiðari, og Ása var
heima og ansaði eftir børnunum.
Tey fingu tveir dreingir og tvær
gentur. Hon var nógv virkin í
samkomuarbeiði og á Zarepta um
sumrini. Soleiðis gingu árini, og
32 ár inn í hjúnabandið fingu tey
mistanka um, at okkurt var galið
hjá John Richard, tí hann var so
illa fyri.
– Vit høvdu ein mistanka um,
at okkurt var galið. Hann fór til
lækna, men hann átti ongan jour
nal hjá læknanum, tí hann hevði
ongantíð gingið til lækna. Hann
dugdi øgiliga væl at goyma tað, at
hann var so illa fyri, greiðir Ása frá.
John Richard fær tá staðfest
krabba og tá hevði krabbin spreitt
seg alla staðir, og tí fekk hann onga
viðgerð.
– Hann segði læknanum, at
hann ikki skuldi siga sær, hvussu
langa tíð hann hevði eftir at liva í.
Tað gjørdi læknin heldur ikki, tí tað
visti hann ikki. Vit vórðu innløgd
saman á Landssjúkrahúsinum í
eina tíð, og síðani vórðu vit flutt
á Klaksvíkar Sjúkrahús. Eftir eina
tíð kom hann tá heim aftur, og eg
tók mær av honum alla sjúkralegu
hansara, sigur hon.
Ása greiðir frá, at hann var øgi
liga illa fyri og støðan bert versnaði
teir 18 mánaðirnar hann var sjúkur.
– Seinastu nátt sína hevði hann
so nógva pínu, og vit fóru á sjúkra
húsið. Tað var ógvuliga hart at
síggja hann svinna burtur, sigur
hon.
– Eg fekk tað størsta sjokkið, tá
eg fekk at vita, at hann var sjúkur.
Eg hugsaði nógv um, at eg fór at
12
– Viðhvørt haldi eg, at tað er lættari at seta meg niður og syrgja,
og tað er tí eg ikki havi tað gott, sigur Ása Klakkstein Danielsen,
sum tríggjar ferðir í lívinum hevur upplivað at missa mann sín.
TEMA: Einkjur
Tað var eitt
forferdiligt
tómrúm aftana,
tí John Richard
hevði við so
nógv fólk at
gera. Eftir
nakrar mánaðir
ringdi telefonin
ikki meir, og tað
var ómetaliga
einsligt. Einferð
lyfti eg hornið
upp á telefonini
fyri at vita, um
hon var í ólagi,
tí ongin ringdi
longur. Alt
steðgaði upp, og
tað bleiv sum í
grøvini
SAKNURIN ER
LÍKA SVÁRUR
HVØRJA FERÐ
Ungu hjúnini Ása og John Richard Klakkstein
dagin eftir at tey tey vórðu gift í 1962
Ása hevur mist tríggjar menn